Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
14. mars 2005 Nr. 19
Kunngerð um niðurberjing og eftirlit við ILA (Infectious Salmon Anaemia, ISA), sum broytt við kunngerð nr. 60 frá 18. juni 2026
Við heimild í § 5, stk. 5, §§ 6-7, §§ 9-10, §§ 13-14, § 26, stk. 1, § 27, § 39, stk. 1 og § 48, stk. 2 í løgtingslóg nr. 16 frá 23. februar 2001 um djórasjúkur (um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá djórum og um marknaeftirlit við djórum og djóraúrdráttum) verður ásett:
Øki og allýsingar
§ 1 Kunngerðin fevnir um niðurberjing og eftirlit við ILA hjá laksafiski (Salmonidae) og øðrum fiski
Kunngerðin fevnir um niðurberjing og eftirlit við ILA hjá laksafiski (Salmonidae) og øðrum fiski. Stk. 2. ILA (Infectious Salmon Anaemia, ISA) merkir smitta við ILA virus, sum hoyrir til Orthomyxoviridae. Stk. 3. Annar fiskur og akvakulturdýr, sum kunnu verða smittað við ILA virus, skulu viðgerast eftir reglunum í hesi kunngerð við neyðugum tillagingum.
§ 2 Sjúkueyðkenni, sum benda á ILA er: sjúklig broyting, sum er í samsvar við ásetingarnar í OIE…
Sjúkueyðkenni, sum benda á ILA er: sjúklig broyting, sum er í samsvar við ásetingarnar í OIE Diagnostic Manual for Aquatic Animal diseases. Stk. 2. Fiskaeind við kliniskum ILA er: fiskaeind, har ILA er ávíst, sbr. § 6, og har økt felli er staðfest sbr. stk. 6. Stk. 3. Fiskaeind við subkliniskum ILA er: fiskaeind, har ILA er staðfest sbr. § 6, og har økt felli ikki er staðfest sbr. stk. 6. Stk. 4. Fiskur við kliniskum ILA er: fiskur, sum stavar frá fiskaeind við kliniskum ella subkliniskum ILA, og har úrslit frá uppskurði vísur sjúkutekin samsvarandi stk. 1. Stk. 5. Klinisk sjúkur fiskur er: fiskur, har úrslit frá uppskurði vísur sjúkutekin samsvarandi stk. 1 ella onnur sjúkutekin. Stk. 6. Dagligt økt felli er: 1) dagligt felli størri enn 0,05% hjá fiski, sum er minni enn 500 g og 2) dagligt felli størri enn 0,025% hjá fiski, sum er størri enn 500 g.
§ 3 Tá kannað verður fyri ILA virus, skulu hesir hættir, sum ásett í fylgiskjalinum til Kommissións…
Tá kannað verður fyri ILA virus, skulu hesir hættir, sum ásett í fylgiskjalinum til Kommissións Beslutning 2003/466/EF, verða nýttir: 1) staðfesting og eyðmerking (identifisering) av ILA virus í kyknukulturi, 2) staðfesting av ILA virus við RT-PCR háttinum, 3) staðfesting av ILA virus við IFAT háttinum ella 4) aðrir vísindaliga staðfestir hættir, sum hava sama ella hægri sensitivitet og spesifisitet enn hættirnir, nevndir eru í 1.-3. pkt. Hættirnir skulu vera góðkendir av Landsdjóralæknanum. Stk. 2. Talið á royndum, sum skulu verða tiknar til ILA kanning, er ásett í fylgiskjali 1. Stk. 3. Tøka, fyrireiking, sending og kanning av royndum eftir hættunum, nevndir eru í stk. 1, 1.-3. pkt., skulu verða gjørd, sum ásett í fylgiskjalinum til Kommissións Beslutning 2003/466/EF.
§ 4 Í hesi kunngerð merkir
Í hesi kunngerð merkir: 1) Fiskur: alifiskur (lívfiskur og matfiskur) og onnur akvakulturdýr á øllum menningarstigum, sum verða ald í fangilsi og dýr av somu sløgum, sum liva vill. 2) Lívfiskur: fiskur, sum verður aldur á lívfiskastøð við framleiðslu av næsta ættarliði av lívfiski fyri eyga. 3) Alibrúk: lívfiskastøð, smoltstøð, alistøð ella onnur støð, har fiskur verður aldur. 4) Lívfiskafjørður: ein fjørður, ein vík, eitt sund ella annað avmarkað sjóøki, har lívfiskastøðir á sjónum hava loyvi til at ala lívfisk. 5) Lívfiskaøki: eitt avmarkað øki á einum lívfiskafirði, har ein lívfiskastøð á sjónum, í tráð við lívfiskaloyvið, hevur loyvi til at leggja flótandi alianlegg til aling av lívfiski. 6) Alifjørður: ein fjørður, ein vík, eitt sund ella annað avmarkað sjóøki, har ein ella fleiri alistøðir á sjónum hava loyvi til at ala fisk til matna. 7) Aliøki: eitt avmarkað øki á einum alifirði, har ein alistøð á sjónum, í tráð við aliloyvið, hevur loyvi til at leggja flótandi alianlegg til aling av fiski til matna. 8) Rakstrareind: a. ein lívfiskastøð, smoltstøð ella alistøð á landi við felags hølum og/ella felags vatnveiting, sum verður rikin við felags útgerð og av felags manning, ella b. ein lívfiskastøð á sjónum, smoltstøð á vatni ella alistøð á sjónum við einum ella fleiri lívfiskaøkjum, smoltøkjum ella aliøkjum, flótandi anleggum, landstøðum, fóðurbátum ella alibátum, sum verður rikin við felags útgerð og av felags manning. 9) Flótandi alianlegg: aliringur, alibúur, fóðurflaki og tílíkt, sum verður brúkt til aling av fiski. 10) Alieind: kør, tangar, aliringar, alibúur og tílíkt, sum verður nýtt til fiskaaling. 11) Fiskaeind: fiskur av sama aldri og sama uppruna, sum verður aldur í somu alieind. 12) Virki, sum hevur við alifisk at gera: a. sláturvirki og virki, sum slátrar og viðgerð alifisk, b. virki, sum flytur alifisk o.a., íroknað brunnbátar, lastbilar og aðrar flutningseindir, sbr. kunngerð um flutning av akvakulturdýrum v.m., c. virki, sum framleiður og flytur fóður til alifisk, d. virki, sum tekur ímóti og viðgerð deyðan fisk og fiskaslógv frá alibrúkum, sláturvirkjum og virkjum, sum viðgera alifisk, e. virki, sum vaskar nótir og annað virki, sum vaksar, sóttreinsar, umvælir og/ella heldur aliútgerð við líka. 13) Sanitetsslátur: slátur av fiski, sum stavar frá einari fyribils niðurberjingarsonu ella einari niðurberjingarsonu á einum góðkendum sláturvirki, sbr. §§ 34-37. 14) Eigari: tann, sum hevur loyvi til viðkomandi akvakulturbrúk ella virki, ella sum er ábyrgdarhavandi fyri rakstrinum á viðkomandi akvakulturbrúki ella virki, sum hevur við alifisk at gera. 15) Annars eru allýsingarnar í galdandi kunngerðum um sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum eisini galdandi í hesi kunngerð. Illgruni um ILA
§ 5 Orsøk er til at hava illgruna um ILA hjá fiski, um í minsta lagi eitt av hesum eyðkennum er til…
Orsøk er til at hava illgruna um ILA hjá fiski, um í minsta lagi eitt av hesum eyðkennum er til staðar: 1) úrslit frá uppskurði, sum bendir á ILA, sbr. § 2, stk. 1, uttan mun til um tekin eru um økt felli, 2) staðfesting og eyðmerking (identifisering) av ILA virus í kyknukulturi í eini einstakari roynd, sum fevnir um ein ella fleiri fiskar, 3) staðfesting av ILA virus við tveimum starvsstovukanningarhættum, t.d. RT-PCR og IFAT, 4) um livandi fiskur verður fluttur til eitt alibrúk frá einum alibrúki, har orsøk er til illgruna um ILA, ella har ILA er staðfest, tá fiskurin varð fluttur, 5) annað smittandi samband hevur verið við alibrúk, sum er undir illgruna fyri ILA, ella har ILA er staðfest. Staðfesting av ILA
§ 6 ILA er staðfest, um so er, at eitt av hesum trimum krøvum er lokið
ILA er staðfest, um so er, at eitt av hesum trimum krøvum er lokið: 1) Úrslit frá uppskurði av fiski, sum svara til ILA, sbr. § 2, stk. 1, skulu vera funnin, og ILA virus skal vera staðfest við einum ella fleiri av fylgjandi háttum: a. staðfesting og eyðmerking (identifisering) av ILA virus í kyknukulturi, b. staðfesting av ILA virus við RT-PCR háttinum, c. staðfesting av ILA virus við serligum andevnum, t.d. IFAT háttinum. 2) Staðfesting og eyðmerking er farin fram av ILA virus í kyknukulturi frá tveimum royndum frá einum ella fleiri fiskum, sum eru tiknir tvey ymisk tíðarbil. 3) Staðfesting og eyðmerking er farin fram av ILA virus í kyknukulturi frá í minsta lagi einari fiskaroynd og samstundis staðfesting av ILA virus í vevnaðarroyndum frá fiski við RT-PCR ella IFAT hættunum. Stk. 2. Eitt alibrúk ella ein rakstrareind er smittað við ILA, tá sjúkuavgerðin (diagnosan) ILA er váttað sbr. stk. 1 í eini fiskaeind á viðkomandi alibrúki ella rakstrareind. Avváttan av ILA
§ 7 Illgruni um ILA verður avváttaður, um so er, at eitt veterinert eftirlit og royndir tiknar í…
Illgruni um ILA verður avváttaður, um so er, at eitt veterinert eftirlit og royndir tiknar í minsta lagi einaferð um mánaðin í 6 mánaðir sbr. § 19 ikki eru grundarlag fyri, at hildið verður fast um illgrunan um ILA eftir teimum eyðkennum, nevnd eru í § 5. Fráboðan um illgruna um ILA
§ 8 Eigarin av alibrúki skal beinavegin senda boð eftir djóralækna, um so er at
Eigarin av alibrúki skal beinavegin senda boð eftir djóralækna, um so er at: 1) sjúkueyðkenni, sum kundu bent á ILA sbr. § 2, stk. 1, síggjast hjá fiski, ella 2) fellið fer upp um ávikavist 0,05 % og 0,025 % um døgnið sbr. § 2, stk. 6. Stk. 2. Eigarin skal beinanvegin boða Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá, um sjúkueyðkenni, sum kundu bent á ILA sbr. § 2, stk. 1 eru at síggja hjá fiski. Stk. 3. Eigarin skal síggja til, at: 1) óviðkomandi fólk ikki hava atgongd til alibrúkið á landi og á sjónum, 2) fiskur ikki verður fluttur til ella frá alibrúkinum, 3) fiskur frá alibrúkinum ikki verður slátraður, 4) fóður- og alibátar ikki verða brúktir uttan fyri aliøkið og landstøðina hjá alibrúkinum, 5) aliútgerð ikki verður flutt frá alibrúkinum, og 6) hjól á akførum, sum fara eftir deyðum fiski ella koma við fóðri, verða sóttreinsað, áðrenn akførini fara frá alibrúkinum.
§ 9 Um boðsendur djóralækni við kliniskari kanning og uppskurði av fiski finnur tekin um ILA sbr. § 2…
Um boðsendur djóralækni við kliniskari kanning og uppskurði av fiski finnur tekin um ILA sbr. § 2 ella onnur viðurskifti, sum geva illgruna um ILA, sbr. § 5, skal djóralæknin síggja til, at: 1) royndir verða tiknar, sbr. fylgiskjali 1, og verða sendar til kanningar fyri ILA á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, 2) gjørt verður vart við reglurnar í § 8, stk. 2 og møgulig onnur smittuavmarkandi tiltøk, sum djóralæknin heldur vera neyðug, verða sett í verk, 3) Heilsufrøðiliga starvsstovan beinanvegin fær boð um illgrunan um telefonina, og 4) ein skrivlig frágreiðing um illgrunan verður send Heilsufrøðiligu starvsstovuni á elektróniskum rokniarki innan 24 tímar, sbr. fylgiskjal 2. Áseting av sonum
§ 10 Heilsufrøðiliga Starvsstovan skal beinanvegin áseta sonurnar, nevndar eru í §§ 11-13, kring…
Heilsufrøðiliga Starvsstovan skal beinanvegin áseta sonurnar, nevndar eru í §§ 11-13, kring alibrúk, sum eru undir illgruna fyri ILA, ella har ILA er staðfest. Stk. 2. Sonurnar skulu verða gjørdar, eftir at mett er um vandan m.a. við atliti at: 1) hvussu víðfevnd sjúkan er, íroknað veruligan smittuvanda, 2) vatnfrøðiligum (hydrografiskum) og staðfrøðiligum (topografiskum) viðurskiftum og 3) rakstrar- og samferðsluviðurskiftum. Stk. 3. Øll alibrúk og virki, sum hava við alifisk at gera innanfyri sonurnar, kunnu verða áløgd treytir fyri at avmarka smittuna.
§ 11 Niðurberjingarsonan kring alibrúk, har ILA er staðfest sbr. § 6, skal verða gjørd eftir hesum…
Niðurberjingarsonan kring alibrúk, har ILA er staðfest sbr. § 6, skal verða gjørd eftir hesum minstukrøvum: 1) Kring alibrúk á sjónum, skal niðurberjingarsonan fevna um: a. øll alibrúk á sjónum, sum liggja innanfyri ein sirkul, sum hevur sentrum í alibrúkinum og við einum radius svarandi til kilometurlongdina á einum sjóvarfalli og í minsta lagi 5 kilometrar á sjónum, ella eitt tilsvarandi øki, sum er grundað á hydrodynamisk eller epidemiologisk hagtøl, og b. øll alibrúk á landi, sum taka sjógv inn frá sjóøkinum, nevnt er undir pkt. a. 2) Kring alibrúk á landi skal niðurberjingarsonan fevna um: a. øll alibrúk á landi í øllum frárenningarøkinum (afvandingsområdet) og b. øll alibrúk á sjónum, sum liggja innanfyri ein sirkul, sum hevur sentrum, har frárenningarvatnið rennur á sjógv og ein radius uppá í minsta lagi 5 kilometrar.
§ 12 Ein fyribils niðurberjingarsona kring alibrúk, sum er undir illgruna fyri ILA sbr. § 5, skal…
Ein fyribils niðurberjingarsona kring alibrúk, sum er undir illgruna fyri ILA sbr. § 5, skal verða gjørd eftir somu krøvum sum undir § 11.
§ 13 Ein eftirlitssona kring alibrúk, har ILA er staðfest, sbr. § 6, skal verða gjørd eftir hesum…
Ein eftirlitssona kring alibrúk, har ILA er staðfest, sbr. § 6, skal verða gjørd eftir hesum minstukrøvum: 1) Kring alibrúk á sjónum skal eftirlitssonan fevna um: a. øll alibrúk á sjónum, sum liggja innanfyri ein sirkul, sum hevur sentrum á alibrúkinum og við einum radius svarandi til kilometurlongdina á tveimum sjóvarføllum og í minsta lagi 10 kilometrar á sjónum, ella eitt tilsvarandi øki, sum er grundað á hydrodynamisk ella epidemiologisk hagtøl, og b. øll alibrúk á landi, sum taka sjógv inn frá sjóøkinum, nevnt er undir pkt. a. 2) Kring alibrúk á landi skal eftirlitssonan, um neyðugt, fevna um: a. alibrúk á landi, sum liggja innanfyri ein sirkul, sum hevur sentrum á alibrúkum við einum radius uppá í minsta lagi 10 kilometrar, og b. alibrúk á sjónum, sum liggja innanfyri ein sirkul, sum hevur sentrum, har frárenningarøkið rennur á sjógv og ein radius uppá í minsta lagi 10 kilometrar.
§ 14 Heilsufrøðiliga starvsstovan kann gera av, at øll alibrúk í einum lívfiskafjørði/alifjørði, har…
Heilsufrøðiliga starvsstovan kann gera av, at øll alibrúk í einum lívfiskafjørði/alifjørði, har ILA er staðfest, sbr. § 6, skulu vera fevnd av niðurberjingarsonuni ella eftirlitssonuni. Stk. 2. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann altíð, eftir at mett er um vandan, víðka sonurnar, nevndar eru í §§ 11-13, tá viðurskiftini sbr. § 10 tala fyri tí. Stk. 3. Heilsufrøðiliga starvstovan kann altíð, eftir eina váðameting, minka um sonurnar, sum eru víðkaðar sbr. stk. 2, í tann mun tað er ásett í §§ 11-13, tá viðurskiftini sbr. § 10 tala fyri tí. Avtøka av sonum
§ 15 Fyribils niðurberjingarsona skal ikki verða avtikin, fyrrenn illgrunin um ILA er avvístur sbr. §…
Fyribils niðurberjingarsona skal ikki verða avtikin, fyrrenn illgrunin um ILA er avvístur sbr. § 7 fyri øll alibrúkini í fyribils sonuni.
§ 16 Niðurberjingarsona skal ikki verða avtikið fyrrenn øll alibrúk í niðurberjingarsonuni hava ligið…
Niðurberjingarsona skal ikki verða avtikið fyrrenn øll alibrúk í niðurberjingarsonuni hava ligið still (verið brakkløgd) sbr. § 31. Stk. 2. Er talan um alibrúk á landi, har ILA ikki er staðfest, og sum ikki pumpa sjógv inn, ella sum reinsa og sóttreinsa sjógvin, ið verður tikin inn ella latin út eftir galdandi reglum um sjúkufyribyrgjandi rakstur av lívfiskastøðum, smoltstøðum og alistøðium, kann niðurberjingarsonan avtakast, áðrenn niðurberjingarsonan fyri alibrúk á sjónum verður avtikin, um ein váðameting vísir, at vandi ikki er fyri, at smittað verður aftur við ILA, ella at ILA virus verður spreitt. Stk. 3. Tá niðurberjingarsona verður avtikið, skal hon gerast um til eftirlitssonu.
§ 17 Eftirlitssonan skal í fyrsta lagi verða avtikin tvey ár eftir, at niðurberjingarsonan er avtikin,…
Eftirlitssonan skal í fyrsta lagi verða avtikin tvey ár eftir, at niðurberjingarsonan er avtikin, sbr. § 16. Avmarkingar í fyribils niðurberjingarsonu og niðurberjingarsonu
§ 18 Øll alibrúk í fyribils niðurberjingarsonu og niðurberjingarsonu eru áløgd hesar avmarkingar
Øll alibrúk í fyribils niðurberjingarsonu og niðurberjingarsonu eru áløgd hesar avmarkingar: 1) forboð fyri at seta nýggjan fisk út, 2) forboð fyri, at livandi ella deyður fiskur, rogn ella sil verða flutt, 3) forboð fyri, at fiskur verður slátraður, 4) forboð fyri, at aliútgerð og onnur útgerð, sum kann føra smittu við sær, verður flutt, 5) forboð fyri at taka arbeiðsklæðir og fótbúnað, sum verða nýtt á alibrúkinum, við sær av brúkinum, 6) forboð fyri, at fóður- og alibátar hjá alibrúkinum sigla uttanfyri lívfiskaøkið/aliøkið og landstøðina hjá alibrúkinum. Tó er loyvt at sigla millum landstøðina og lívfiskaøkið/aliøkið hjá alibrúkinum, 7) forboð fyri, at óviðkomandi persónar hava atgongd til anlegg hjá alibrúkinum, tað verið seg á landi ella á sjónum, 8) forboð fyri, at fiskað verður innanfyri 1000 metrar frá flótandi alianleggi hoyrandi til alibrúkið, 9) forboð fyri, at siglt verður innanfyri 500 metrar frá flótandi alianleggi hoyrandi til alibrúkið. Tó er loyvt at sigla framvið alibrúki á sjónum, um so stór frástøða sum gjørligt verður havd frá brúkinum, 10) forboð fyri, at skip pumpa vatn inn ella út innanfyri 2,5 kilometrar frá flótandi alianleggi hoyrandi til viðkomandi alibrúk, 11) forboð fyri, at sandur ella grús o.t. verður upp- ella útpumpað innanfyri 2,5 kilometrar frá flótandi alianleggi hoyrandi til viðkomandi alibrúki. Stk. 2. Eftir at mett er um vandan, kann Heilsufrøðiliga starvsstovan krevja, at fleiri smittuavmarkandi tiltøk verða sett í verk á alibrúki og virki í fyribils niðurberjingarsonu og niðurberjingarsonu, sbr. § 9 í djórasjúkulógini. Stk. 3. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann geva skrivligt undantaksloyvi frá forboðunum í stk. 1, 2.-11. pkt. og áseta treytir fyri undantaksloyvum. Veterinert eftirlit
§ 19 Alibrúk í fyribils niðurberjingarsonu, niðurberjingarsonu og eftirlitssonu skulu verða undir…
Alibrúk í fyribils niðurberjingarsonu, niðurberjingarsonu og eftirlitssonu skulu verða undir veterinerum eftirliti av Heilsufrøðiligu starvsstovuni: 1) øll alibrúk í fyribils niðurberjingarsonu skulu sýnast skjótast gjørligt, tó í seinasta lagi 1 viku eftir, at sonan er ásett. Eftir tað skal regluligt sýni vera 1 ferð um mánaðin í minsta lagi í 6 mánaðir, ella til sonan er avtikin, 2) øll alibrúk í niðurberjingarsonu skulu sýnast skjótast gjørligt, tó í seinasta lagi 1 viku eftir, at sonan er ásett. Eftir tað skal regluligt sýni vera í minsta lagi 12 ferðir árliga, til sonan verður gjørd til eftirlitssonu, 3) øll alibrúk í eftirlitssonu skulu sýnast skjótast gjørligt, tó í seinasta lagi 2 vikur eftir, at sonan er ásett. Eftir tað skal regluligt sýni vera í minsta lagi 6 ferðir árliga, til sonan er avtikin. Stk. 2. Tá fyrsta eftirlitið verður gjørt á einum alibrúki eftir at fyribils niðurberjingarsona, niðurberjingarsona ella eftirlitssona er ásett, skal Heilsufrøðiliga starvsstovan skráseta, hvat slag av fiski er á viðkomandi brúki, og hvussu nógvan fisk, talan er um, o.a. sbr. fylgiskjal 2. Eisini skal ein kanning verða gjørd av møguligum smittuvegum, t.d. nýtslu av brunnbátum, fóðurbátum ella øðrum smittandi sambandi við onnur alibrúk.
§ 20 Veterinera eftirlitið við alibrúki í fyribils niðurberjingasonu, niðurberjingarsonu og…
Veterinera eftirlitið við alibrúki í fyribils niðurberjingasonu, niðurberjingarsonu og eftirlitssonu skal fevna um: 1) sýni av øllum fiskaeindum, sum hoyra til viðkomandi alibrúk/rakstrareind, 2) tøku av royndum til kanning fyri ILA, sbr. fylgiskjal 1 og 3) eina skrivliga sýnisrapport.
§ 21 Virki, sum hava við alifisk í fyribils niðurberjingarsonu, niðurberjingarsonu og eftirlitssonu at…
Virki, sum hava við alifisk í fyribils niðurberjingarsonu, niðurberjingarsonu og eftirlitssonu at gera, skulu verða sett undir veterinert eftirlit. Eftir at mett er um vandan, skal verða gjørt av, hvussu víðfevnt veterinera eftirlitið skal vera.
§ 22 Heilsufrøðiliga starvsstovan kann lata privatum djóralæknum upp í hendi at hava veterinert…
Heilsufrøðiliga starvsstovan kann lata privatum djóralæknum upp í hendi at hava veterinert eftirlit við alibrúkum og virkjum, sum hava við alifisk at gera, í fyribils niðurberjingasonu, niðurberjingarsonu og eftirlitssonunu. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur ábyrgdina av hesum. Stk. 2. Uttan mun til ásetingina í stk. 1 skal Heilsufrøðiliga starvstovan altíð gera fyrsta eftirlitið á alibrúki í fyribils niðurberjingasonu, niðurberjingarsonu og eftirlitssonu, sbr. § 19, stk. 2.
§ 23 Heilsufrøðiliga starvsstovan kann geva boð um, at neyðug smittuavmarkandi tiltøk sbr. § 9 í…
Heilsufrøðiliga starvsstovan kann geva boð um, at neyðug smittuavmarkandi tiltøk sbr. § 9 í djórasjúkulógini skulu setast í verk á alibrúkum og virkjum, sum hava við alifisk at gera, í fyribils niðurberjingarsonu, niðurberjingarsonu og eftirlitssonu.
§ 24 Eigarin av alibrúki í fyribils niðurberjingarsonu, niðurberjingarsonu og eftirlitssonu skal…
Eigarin av alibrúki í fyribils niðurberjingarsonu, niðurberjingarsonu og eftirlitssonu skal hvørja viku senda inn eina framleiðslufrágreiðing til Heilsufrøðiligu starvsstovuna. Hetta skal verða gjørt á einum elektróniskum rokniarki, sbr. fylgiskjal 2. Tíðarætlan fyri burturbeining, slátur, reingerð, sóttreinsing og fyri at leggja alibrúk still (brakklegging)
§ 25 Alibrúk/rakstrareindir, har ILA er staðfest, sbr. § 6, skulu gera uppskot til eina tíðarætlan,…
Alibrúk/rakstrareindir, har ILA er staðfest, sbr. § 6, skulu gera uppskot til eina tíðarætlan, sum skal fevna um: 1) burturbeining av rognum, sili og deyðum fiski, 2) burturbeining av fiski, sum hevur sjúkutekin, sbr. § 2, stk. 1, 3) burturbeining ella slátur av øllum livandi fiski, sbr. § 28, 4) reingerð og sóttreinsing av alianleggi og útgerð hjá alibrúkinum eftir burturbeining og slátur av øllum fiskinum, sbr. § 30, 5) at leggja brúkið stilt (brakkleggja) eftir reingerð og sóttreinsing, sbr. § 31.
§ 26 Alibrúk/rakstrareindir í niðurberjingarsonu, har ILA ikki er staðfest, sbr. § 6, og alibrúk í…
Alibrúk/rakstrareindir í niðurberjingarsonu, har ILA ikki er staðfest, sbr. § 6, og alibrúk í eftirlitssonu skulu gera uppskot til eina tíðarætlan, sum skal fevna um: 1) nær fiskurin á viðkomandi alibrúki væntandi verður slátraður, 2) reingerð og sóttreinsing av anleggi og útgerð hjá alibrúkinum eftir at allur fiskur á brúkinum er slátraður sbr. § 30, 3) at leggja alibrúkið stilt (brakkleggja), sbr. § 31.
§ 27 Uppskot til tíðarætlan fyri alibrúk/rakstrareindir í niðurberjingarsonu, sbr. §§ 25-26, skal…
Uppskot til tíðarætlan fyri alibrúk/rakstrareindir í niðurberjingarsonu, sbr. §§ 25-26, skal verða sent Heilsufrøðiligu starvsstovuni í seinasta lagi 1 viku eftir, at niðurberjingarsonan og eftirlitssonan eru ásettar. Tíðarfreistir fyri burturbeining og slátri
§ 28 Allar fiskaeindir í alibrúkum/rakstrareindum, har ILA er staðfest, sbr. § 6, skulu verða…
Allar fiskaeindir í alibrúkum/rakstrareindum, har ILA er staðfest, sbr. § 6, skulu verða burturbeindar ella slátraðar innan tíðarfreistirnar í stk. 2-4. Stk. 2. Fiskaeindir við kliniskum ILA sbr. § 2, stk. 2 skulu verða burturbeindar ella slátraðar í seinasta lagi 14 dagar eftir, at ILA er staðfest í viðkomandi brúki. Stk. 3. Fiskaeindir við subkliniskum ILA sbr. § 2, stk. 3 skulu verða burturbeindar ella slátraðar í seinasta lagi 1 mánað eftir, at ILA er staðfest í viðkomandi brúki. Stk. 4. Fiskaeindir, har ILA ikki er staðfest við regluligari kanning fyri ILA sbr. § 20, skulu verða burturbeindar ella slátraðar í seinasta lagi 2 mánaðir eftir, at ILA er staðfest í viðkomandi brúki. Stk. 5. Verður klinisk ILA staðfest í fiskaeindum, nevndar eru í stk. 3 og 4, skulu viðkomandi eindir verða burturbeindar ella slátraðar innan tíðarfreistina í stk. 2. Stk. 6. Verður subklinisk ILA staðfest í fiskaeindum, nevndar eru í stk. 4, skulu viðkomandi eindir verða burturbeindar ella slátraðar innan tíðarfreistina í stk. 3. Stk. 7. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann, eftir at mett er um vandan, leingja tíðarfreistirnar, nevndar eru í § 28, stk. 4, við einum mánað, um so er, at allar fiskaeindir við kliniskum og subkliniskum ILA eru burturbeindar ella slátraðar.
§ 29 Heilsufrøðiliga starvsstovan kann skipa fyri burturbeining og/ella slátri av fiski á alibrúki,…
Heilsufrøðiliga starvsstovan kann skipa fyri burturbeining og/ella slátri av fiski á alibrúki, har ILA er staðfest, um so er, at tíðarfreistirnar í § 28 fyri burturbeining og slátri ikki eru hildnar. Stk. 2. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann áleggja: 1) góðkendum sláturvirkjum at taka ímóti og slátra fisk frá alibrúki, har ILA er staðfest, og 2) virkjum, sum eru góðkend til viðgerð av animalskari hjáframleiðslu, at taka ímóti og viðgera deyðan fisk frá alibrúki, har ILA er staðfest, og at taka ímóti fiskaslógvi frá slátri av fiski frá alibrúki, har ILA er staðfest. Stk. 3. Útreiðslur í sambandi við uppgávur sbr. stk. 1 og 2 liggja á eigaranum av viðkomandi alibrúki, sbr. § 41. Reingerð og sóttreinsing
§ 30 Eftir at allur fiskur á alibrúki í niðurberjingarsonu er burturbeindur og/ella slátraður, skal…
Eftir at allur fiskur á alibrúki í niðurberjingarsonu er burturbeindur og/ella slátraður, skal viðkomandi alibrúk og øll aliútgerð reingerast og sóttreinsast eftir leiðbeining frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Stk. 2. Heilsufrøðiliga Starvsstovan skal góðkenna reingerð og sóttreinsing, tá hon er gjørd. At leggja alibrúk still (brakkleggja)
§ 31 Øll alibrúk í niðurberjingarsonuni skulu leggjast still (brakkleggjast), eftir at allur fiskur er…
Øll alibrúk í niðurberjingarsonuni skulu leggjast still (brakkleggjast), eftir at allur fiskur er beindur burtur, og neyðug reingerð og sóttreinsing er framd. Tíðarskeiðið, har alibrúk skulu leggjast still, skal verða roknað frá tí degi, Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur góðkent reingerð og sóttreinsing av alibrúkinum. Stk. 2. 1) Tíðarskeiðið, har alibrúk/rakstrareindir, har ILA er staðfest, skulu liggja still, sbr. § 6, skal í minsta lagi vera 3 mánaðir. Stk. 3. Tíðarskeiðið, har ikki ILA rakt alibrúk/rakstrareindir í niðurberjingarsonuni skulu liggja still, skal í minsta lagi vera 3 mánaðir. Stk. 4. Øll alibrúk í niðurberjingarsonuni skulu liggja still samstundis í minsta lagi 6 vikur. Stk. 5. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann leingja tíðarskeiðið, nevnt er í stk. 2-4, har alibrúk/rakstrareindir skulu liggja still.
§ 32 Ikki er loyvt at seta út fisk í alibrúk í niðurberjingarsonu fyrrenn øll alibrúk í sonuni hava…
Ikki er loyvt at seta út fisk í alibrúk í niðurberjingarsonu fyrrenn øll alibrúk í sonuni hava ligið still (brakk), sbr. § 31, og niðurberjingarsonan er avtikið, sbr. § 16. Sanitetsslátur
§ 33 Flutningur av fiski til slátur frá alibrúki, sum liggur í fyribils niðurberjingarsonu ella í…
Flutningur av fiski til slátur frá alibrúki, sum liggur í fyribils niðurberjingarsonu ella í niðurberjingarsonu, skal bert fara fram eftir skrivligum loyvi frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Stk. 2. Flutningur við bunnbáti skal altíð fara fram við afturlatnum botnventilum. Stk. 3. Flutningur við lastbili skal fara fram uttan at flutningsvatn rennur frá. Stk. 4. Flutningsvatn frá brunnbátum og lastbilum skal verða samlað upp og sóttreinsað, áðrenn tað verður latið út, sbr. galdandi reglum um sóttreinsing av frárensluvatni frá akvakulturbrúkum og akvakulturvirkjum v.m.
§ 34 Slátur av fiski frá alibrúki, sum liggur í fyribils niðurberjingarsonu ella í niðurberjingarsonu,…
Slátur av fiski frá alibrúki, sum liggur í fyribils niðurberjingarsonu ella í niðurberjingarsonu, skal bert fara fram á sláturvirki, sum er góðkent til sanitetsslátur av Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Stk. 2. Tá sláturvirki verður góðkent sum sanitetssláturvirki, skal Heilsufrøðiliga starvsstovan seta krøv um, at spjaðing av smittu ikki fer fram í sambandi við móttøku, slátur og viðgerð av fiski. Serligur dentur skal leggjast á: 1) uppsamling og sóttreinsing av flutningsvatni, áðrenn tað verður leitt út, 2) reinsing og sóttreinsing av blóð- og framleiðsluvatni, 3) burturbeining av sjálvdeyðum fiski og fiski við sjúkuteknum, 4) at súrlig framleiðsla (ensilering) og burturbeining av burturkasti fer fram eftir galdandi reglum um viðgerð og burturbeining av animalskari hjáframleiðslu, 5) dagliga reingerð av hølum og útgerð á sláturvirkinum og serliga reingerð, tá sanitetsslátur er liðugur. Stk. 3. Fiskur skal ikki verða havdur í ringum ella búrum á sjónum (bíðinót/tøkunót) frammanfyri sanitetssláturvirki. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann geva loyvi til nýtslu av ringum ella búrum, um so er, at sláturvirkið og ILA rakta alibrúkið liggja í somu niðurberjingarsonu. Stk. 4. Sanitetssláturvirki skal ikki sama dag taka ímóti og slátra fisk, sum stavar frá alibrúki uttan fyri fyribils niðurberjingarsonu ella niðurberjingarsonu. Stk. 5. Eftir at fiskur frá alibrúki í fyribils niðurberjingarsonu og niðurberjingarsonu er sanitetsslátraður, skal sláturvirki reingerast og sóttreinsast eftir ávísing frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
§ 35 Sanitetsslátur av eindum við kliniskum ILA sbr. § 28, stk. 2 skal fara fram undir leypandi…
Sanitetsslátur av eindum við kliniskum ILA sbr. § 28, stk. 2 skal fara fram undir leypandi eftirliti av Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Stk. 2. Sanitetsslátur av eindum við subkliniskum ILA sbr. § 28, stk. 3 skal fara fram undir dagligum eftirliti av Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Stk. 3. Sanitetsslátur av eindum, har ILA ikki er ávíst sbr. § 28. stk. 4 og sanitetsslátur av fiski, sum stavar frá alibrúki í fyribils niðurberjingarsonu ella niðurberjingarsonu, har ILA ikki er ávíst, skal fara fram undir regluligum eftirliti av Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Stk. 4. Í sambandi við sanitetsslátur skal Heilsufrøðiliga starvsstovan hava eftirlit við: 1) at fiskur, sum hevur tekin um ILA sbr. § 2, stk. 1 ella aðra sjúku, ikki má verða nýttur og seldur til matna, 2) at sjálvdeyður fiskur, fiskur við sjúkligum broytingum, sum kundu týtt uppá ILA sbr. § 2, stk. 1, ella aðra sjúku og garnar og slógv frá slátri av stk. 1-3 nevnda fiski verður burturbeint samsvarandi galdandi reglum um animalska hjáframleiðslu og 3) at onnur krøv í sambandi við sanitetsslátur, sbr. §§ 33-34, verða hildin. Stk. 5. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann, eftir at mett er um vandan, til eina og hvørja tíð skerpa eftirlitið við sanitetsslátri, sbr. stk 1-4, um vandi er fyri, at smittað verður við ILA. Stk. 6. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann lata privatum djóralæknum upp í hendi at hava veterinert eftirlit við sanitetsslátri, sbr. stk.1-4. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur ábyrgdina av hesum.
§ 36 Sláturvirkir, sum sanitetsslátra, skulu hvørja viku senda Heilsufrøðiligu starvsstovuni.eina…
Sláturvirkir, sum sanitetsslátra, skulu hvørja viku senda Heilsufrøðiligu starvsstovuni.eina sanitetssláturrapport. Stk. 2. Sanitetsláturrapportin skal verða send inn á elektroniskum rokniarki og við teim upplýsingum, sum standa í fylgiskjali 2.
§ 37 Áðrenn sanitetsslátur byrjar, skal Heilsufrøðiliga Starvsstovan gjøgnumganga mannagongdir og…
Áðrenn sanitetsslátur byrjar, skal Heilsufrøðiliga Starvsstovan gjøgnumganga mannagongdir og fysisk viðurskifti fyri sanitetsslátur á virkinum, sbr. § 34, stk. 2. ILA eftirlitsskipan (program)
§ 38 Øll alibrúk skulu vera fevnd av einari ILA eftirlitsskipan
Øll alibrúk skulu vera fevnd av einari ILA eftirlitsskipan. Stk. 2. Er talan um alibrúk, sum ala fisk á sjónum ella á landi í innpumpaðum sjógvi, skal ILA eftirlitsskipanin fevna um: 1) veterinera eftirlitsvitjan á øllum fiskaeindum á hvørjari rakstrareind í minsta lagi 4 ferðir árliga, 2) uppskurð av í minsta lagi 25 nýliga deyðum, veikum ella avlívaðum fiskum frá hvørjum aliøki í sambandi við hvørja eftirlitsvitjan, 3) royndartøku til kanning fyri ILA, sbr. fylgiskjal 1. Stk. 3. Er talan um alibrúk, sum bert elur fisk í feskum vatni, skal ILA eftirlitsskipanin fevna um: 1) veterinera eftirlitsvitjan á øllum fiskaeindum á hvørjari rakstrareind í minsta lagi 2 ferðir árliga, 2) uppskurð av í minsta lagi 10 nýliga deyðum, veikum ella avlívaðum fiskum frá hvørjari rakstrareind, 3) royndartøku til kanning fyri ILA sbr. fylgiskjal 1. Stk. 4. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann, eftir at mett er um vandan, økja talið á fiski og talið av royndum, sum skulu kannast, sbr. stk. 2 og 3. Stk. 5. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann lata privatum djóralæknum upp í hendi at hava veterinert eftirlit og taka royndir av fiski í sambandi við ILA eftirlitsskipanina. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur ábyrgdina av hesum. Umskiftisásetingar
§ 39 Allur fiskur á alibrúkum, har ILA er staðfest, áðrenn hendan kunngerð kemur í gildi, skal verða…
Allur fiskur á alibrúkum, har ILA er staðfest, áðrenn hendan kunngerð kemur í gildi, skal verða slátraður ella burturbeindur eftir reglunum í § 28. Stk. 2. Eftir umsókn kann Heilsufrøðiliga starvsstovan leingja tíðarfreistirnar í § 28, stk. 3-4 við í mesta lagi 6 mánaðum eftir, at ILA er staðfest í viðkomandi brúki, um váðameting vísir, at hetta ikki førir við sær vanda fyri, at ILA verður spreitt til onnur alibrúk. Tó kann freistin ikki verða longd út um upprunafreistina fyri burturbeining ella slátur av viðkomandi fiskaeind. Gjald og endurgjald
§ 40 Eigarin av alibrúki ella virki, sum hevur við alifisk at gera, skal, uttan at tað almenna skal…
Eigarin av alibrúki ella virki, sum hevur við alifisk at gera, skal, uttan at tað almenna skal hava útreiðslur av tí, koma við manning, alibátum og aðrari útgerð í sambandi við veterinera eftirlitið o.a., sum hevur heimild í kunngerðini.
§ 41 Fíggjarligt tap, sum alibrúk, virki, sum hevur við alifisk at gera, ella annað virki hevur í…
Fíggjarligt tap, sum alibrúk, virki, sum hevur við alifisk at gera, ella annað virki hevur í sambandi við niðurberjing og eftirlit við ILA eftir hesi kunngerð, verður ikki endurgoldið av tí almenna. Stk. 2. Eigarin rindar fyri eftirlit, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan ger og fyri tøku og kanning av royndum. Hetta verður gjørt eftir galdandi takstum. Stk. 3. Eigarin rindar fyri eftirlit, sum privatur djóralækni hevur eftir takstum djóralæknans. Kæra
§ 42 Avgerð tikin av Heilsufrøðiligu starvsstovuni kann kærast til Vinnumálaráðið, Veterinerdeildina
Avgerð tikin av Heilsufrøðiligu starvsstovuni kann kærast til Vinnumálaráðið, Veterinerdeildina. Revsireglar
§ 43 Við bót verður tann revsaður, sum
Við bót verður tann revsaður, sum: 1) brýtur reglarnar í § 8, § 18, stk. 1, §§ 24-27, § 28, stk. 1-6, § 31, stk. 1-4, § 32, § 33, stk. 2-4, § 34, stk. 1 og stk. 3-4, § 35, stk. 1-3, § 36, § 38, stk. 1-3, § 39, stk. 1 og § 40, 2) ikki fylgir boðunum í § 10, stk. 3, § 14, § 18, stk. 2-3, § 21, § 23, § 28, stk. 7, § 29, stk. 2-3, § 30, stk. 1, § 31, stk. 5, § 33, stk. 1, § 34, stk. 3 og 5, § 39, stk. 2. Stk. 2. Feløg v.m. (løgfrøðiligir persónar) kunnu revsast sbr. § 48, stk. 3 í lógini. Gildiskoma
§ 44 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Samstundis fer kunngerð nr. 130 frá 23. desember 2003 um niðurberjing og eftirlit við ILA (Infectious Salmon Anaemia, ISA) úr gildi. Vinnumálaráðið, 14. mars 2005 Bjarni Djurholm (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.) Fylgiskjal 1. Tøka av royndum til ILA kanningar Royndir til ILA kanningar skulu verða tiknar av nýliga deyðum fiski, veikum fiski, fiski við óvanligari atferð ella avlívaðum fiski, sum hevur týðilig sjúkueyðkenni, ið eru í tráð við ILA, sbr. § 2, stk. 1, tá hann er skorðin sundur. 1. Royndartøka, tá illgruni um ILA verður fráboðaður Tá illgruni um ILA verður fráboðaður, sbr. § 9, skal boðsendi djóralæknin taka hesar royndir: A. Frá fiskaeindum við kliniskari sjúku, sbr. § 2, stk. 5, ella øktum felli, sbr. § 2, stk. 6, skulu hesar roynir verða tiknar av 10 fiskum frá hvørjari eind: 1) dupultar vevnaðarroyndir av livur, framnýra, hjarta og milt í transportmedium til dyrking í kyknukulturi, 2) dupultar vevnaðarroyndir av fram- og/ella millumnýra í RNA konserveringsløgi til RT-PCR kanning, 3) sýnisfyrireiking (avtrykkspreparat) av millumnýra til IFAT kanning, 4) hepariniserað blóð til kanning av hæmatokrit, 5) vevnaðarroyndir av livur, millumnýra, hjarta og milt í 10 % bufferað formalin til vevnaðarfrøðiliga (histologiska) kanning. B. Frá øðrum fiskaeindum skulu hesar royndir verða tiknar av 5 fiskum frá hvørjari eind, tó í mesta lagi av 50 fiskum íalt: 1) dupultar vevnaðarroyndir av fram- og/ella millumnýra í RNA konserveringsvesku til RT-PCR kanning, 2) hepariniserað blóð til kanning av hæmatokrit. Royndirnar undir punkt A skulu verða tiknar beinavegin. Royndirnar undir punkt B skulu verða tiknar í seinasta lagi innan eina viku. 2. Royndartøka frá alibrúki í fyribils niðurberjingarsonu Frá alibrúki, sum liggur í fyribils niðurberjingarsonu sbr. § 12, skal Heilsufrøðiliga starvsstovan í sambandi við veterinera eftirlitið sbr. § 19 taka hesar royndir: A. Frá fiskaeindum við klinisk sjúkum fiski, sbr. § 2, stk. 5, ella øktum felli, sbr. § 2, stk. 6, skulu hesar royndir verða tiknar av 10 fiskum frá hvørjari eind: 1) dupultar vevnaðarroyndir av livur, framnýra, hjarta og milt í transportmedium til dyrking í kyknukulturi, 2) dupultar vevnaðarroyndir av fram- og/ella millumnýra í RNA konserveringsvesku til RT-PCR kanning, 3) sýnisfyrireiking (avtrykkspreparat) av millumnýra til IFAT kanning, 4) hepariniserað blóð til kanning av hæmatokrit, 5) vevnaðarroyndir av livur, millumnýra, hjarta og milt í 10 % bufferað formalin til vevnaðarfrøðiliga (histologiska) kanning. B. Frá øðrum fiskaeindum skulu hesar royndir verða tiknar av 5 fiskum frá hvørjari eind, tó í mesta lagi 50 fiskum íalt: 1) dupultar vevnaðarroyndir av fram- og/ella millumnýra í RNA konserveringsvesku til RT-PCR kanning, 2) hepariniserað blóð til kanning av hæmatokrit. 3. Royndartøka av alibrúki í niðurberjingarsonu Frá alibrúki, sum liggur í niðurberjingarsonu sbr. § 11, skal Heilsufrøðiliga starvsstovan, í sambandi við veterinera eftirlitið sbr. § 19 taka hesar royndir: A. Frá alibrúki, har ILA ikki er staðfest sbr. § 6 skulu hesar royndir verða tiknar: 1) Frá fiskaeindum við klinisk sjúkum fiski, sbr. § 2, stk. 5, ella øktum felli sbr. § 2, stk. 6 skulu hesar royndir verða tiknar av 10 fiskum frá hvørjari eind: a. dupultar vevnaðarroyndir av livur, framnýra, hjarta og milt í transportmedium til dyrking í kyknukulturi, b. dupultar vevnaðarroyndir av fram- og/ella millumnýra í RNA konserveringsvesku til RT-PCR kanning, c. sýnisfyrireiking (avtrykkspreparat) av millumnýra til IFAT kanning, d. hepariniserað blóð til kanning av hæmatokrit, e. vevnaðarroyndir av livur, millumnýra, hjarta og milt í 10 % bufferað formalin til vevnaðarfrøðiliga (histologiska) kanning. 2) Frá øðrum eindum skulu hesar royndir verða tiknar av 5 fiskum frá hvørjari eind: a. dupultar vevnaðarroyndir av fram- og/ella millumnýra í RNA konserveringsvesku til RT-PCR kanning, b. hepariniserað blóð til kanning av hæmatokrit. B. Frá alibrúki, har ILA er staðfest, sbr. § 6, kann Heilsufrøðiliga starvsstovan gera av, um grundarlag er fyri fleiri royndartøkum. 4. Royndartøka frá alibrúki í eftirlitssonu Frá alibrúki, sum liggur í eftirlitssonu sbr. § 13, skal Heilsufrøðiliga starvsstovan í sambandi við veterinera eftirlitið sbr. § 19 taka hesar royndir: A. Frá alibrúki við klinisk sjúkum fiski sbr. § 2, stk. 5 skulu hesar royndir verða tiknar: 1) Frá fiskaeindum við øktum felli sbr. § 2, stk. 6 skulu hesar royndar verða tiknar av 10 fiskum frá hvørjari eind: a. dupultar vevnaðarroyndir av livur, framnýra, hjarta og milt í transportmedium til dyrking í kyknukulturi, b. dupultar vevnaðarroyndir av fram- og/ella millumnýra í RNA konserveringsvesku til RT-PCR kanning, c. sýnisfyrireiking (avtrykkspreparat) av millumnýra til IFAT kanning, d. hepariniserað blóð til kanning av hæmatokrit, e. vevnaðarroyndir av livur, millumnýra, hjarta og milt í 10 % bufferað formalin til vevnaðarfrøðiliga (histologiska) kanning. 2) Frá øðrum eindum skulu hesar royndir verða tiknar av 5 fiskum frá hvørjari eind: a. dupultar vevnaðarroyndir av fram- og/ella millumnýra í RNA konserveringsvesku til RT-PCR kanning, b. hepariniserað blóð til kannning av hæmatokrit. B. Frá alibrúkum uttan klinisk sjúkan fisk sbr. § 2, stk. 5 skulu hesar royndir verða tiknar av 5 fiskum frá hvørjari eind, tó í mesta lagi av 25 fiskum íalt: a. vevnaðarroyndir av for- og/ella millumnýra í RNA konserveringsvesku til RT-PCR kanning, b. hepariniserað blóð til kanning av hæmatokrit. 5. Royndartøka í sambandi við ILA eftirlitsskipan (program) Í sambandi við veterinera eftirlitsprogrammið í sambandi við ILA sbr. § 38 skulu hesar royndir verða tiknar til kanningar fyri ILA: A. Frá alibrúkum, sum ala fisk á sjónum ella á landi í innpumpaðum sjógvi, skulu hesar royndir verða tiknar 4 ferðir árliga av 5 fiskum frá hvørjari eind tó í minsta lagi 25 fiskum sbr. § 38, stk. 2, 3. pkt. og stk. 4: 1) dupultar vevnaðarroyndir av livur, framnýra, hjarta og milt í transportmedium til dýrking í kyknukulturi, 2) dupultar vevnaðarroyndir av fram- og/ella millumnýra í RNA konserveringsvesku til RT-PCR kanning, 3) sýnisfyrireiking (avtrykkspreparat) av millumnýra til IFAT kanning, 4) hepariniserað blóð til kanning av hæmatokrit, 5) vevnaðarroyndir av livur, millumnýra, hjarta og milt í 10 % bufferað formalin til vevnaðarfrøðiliga (histologiska) kanning. B. Frá alibrúki, sum bert elur fisk í feskum vatni, skulu hesar royndir verða tiknar 2 ferðir árliga av í minsta lagi 10 fiskum sbr. § 38, stk. 3, 3. pkt. og stk. 4: 1) dupultar vevnaðarroyndir av fram- og/eller millumnýra í RNA konserveringsvesku til RT-PCR kanning, 2) hepariniserað blóð til kanning av hæmatokrit. 6. Merking av royndum til ILA kanning Royndir, sum eru tiknar til ILA kanning, skulu verða merktar við: 1) dato, tá royndin varð tikin, 2) fiskaslag, 3) nummar á lívfiskastøð, smoltstøð ella alistøð, 4) nummar á lívfiskaøki, smoltøki ella aliøki, 5) fiskaeindarnummar (nummar á eindini, fiskurin kemur frá), 6) fiskanummar (raðnummar). 7. Fyrireiking, flutningur og kanning av royndum Fyrireiking, flutningur og kanning av royndum skal verða gjørt í tráð við ásetingarnar í fylgiskjalinum í Kommissións Beslutningi 2003/466/EF. 8. Uppskurðarskema til innsending av royndum Saman við innsendu royndunum skulu úrslit frá uppskurði fyri hvønn einkultan fisk, sum roynd er tikin av, eisini sendast inn. Úrslitini frá uppskurði skulu verða send Heilsufrøðiligu starvsstovuni á einum elektroniskum rokniarki við hesum upplýsingum: 1) dato, tá royndin varð tikin, 2) fiskaslag, 3) nummar á lívfiskastøð, smoltstøð ella alistøð, 4) nummar á lívfiskaøki, smoltøki ella aliøki, 5) fiskaeindarnummar (nummarið á eindini, fiskurin kemur frá), 6) bløðingar í skræðuni, 7) bleikar táknur, 8) myrk livur, 9) svullin livur, 10) myrk milt, 11) svullin milt, 12) veska í búkholu (ascites), 13) punktbløðingar í búkhinnu og í feitthinnu í búkholu, 14) myrkt ella blóðblandað garnainnihald, 15) onnur fund í sambandi við uppskurðin (lýsing/frágreiðing). Punktini 6-14 skulu stigbýtast eftir einum skala frá 0 til 5, har 0 = eingin broyting og 5 = sera nógv broyting. Samsvar skal vera millum royndarmerkingina (6. brot) og uppskurðarskemaðið (8. brot). Fylgiskjal 2. Fráboðan í sambandi við ILA Fráboðanir, rapportir o.l. í sambandi við ILA skulu verða gjørdar á elektroniskum rokniarki, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan ger. Fráboðanir skulu í minsta lagi fevna um hesar upplýsingar: 1. Fráboðan í sambandi við illgruna um ILA Tá illgruni er um ILA sbr. §§ 8-9 skal skrivliga fráboðan djóralæknans til Heilsufrøðiligu starvsstovuna, sbr. § 9, stk. 1, 4. pkt., hava hesar upplýsingar um hvørja fiskaeind sær í viðkomandi alibrúki: 1) nummar á lívfiskastøð, smoltstøð ella alistøð, 2) nummar á lívfiskaøki, smoltøki ella aliøki, 3) fiskaeindarnummar, 4) dato, tá fiskur varð settur út, 5) fiskaslag, 6) miðalvekt, 7) biomassi, 8) dagligt felli í síðstu viku, 9) møgulig tekin um ILA, 10) aðrar týðandi upplýsingar. 2. Skráseting (rapport) í sambandi við stovnan av sonum Tá fyrsta veterinera eftirlitið verður framt, eftir at sona eru ásett sbr. § 19, stk. 2 skal Heilsufrøðiliga starvsstovan skráseta fylgjandi upplýsingar um hvørja einkulta fiskaeind í viðkomandi alibrúki: 1) nummar á lívfiskastøð, smoltstøð, alistøð, 2) nummar á lívfiskaøki, smoltøki, aliøki, 3) fiskaeindarnummar, 4) dato, tá fiskur varð settur út, 5) fiskaslag, 6) miðalvekt, tá fiskur varð settur út, 7) hvussu nógvur fiskur varð settur út, 8) fiskaútvegari (nummar á alibrúki), 9) hvør flutningsháttur varð nýttur, tá fiskurin varð settur út (nummar á brunnbáti/nummar á flutningseind), 10) tá eftirlit er, skal fylgjandi skrásetast: a. tal á livandi fiski, b. biomassi á livandi fiski, c. miðalvekt á livandi fiski, d. tal á deyðum fiski síðsta samdøgrið, 11) møgulig tekin um ILA, 12) aðrir viðkomandi upplýsingar, íroknað upplýsingar um møguligar smittuvegir. 3. Framleiðslufrágreiðing frá alibrúki Alibrúk í fyribils niðurberjingarsonu, niðurberjingarsonu og eftirlitssonu, sbr. §§ 11-13, skulu hvørja viku senda Heilsufrøðiligu starvsstovuni eina frágreiðing, sbr. § 24, sum skal fevna um hesar upplýsingar: A. Fyri hvørja fiskaeind á alibrúkinum. 1) nummar á lívfiskastøð, smoltstøð ella alistøð, 2) nummar á lívfiskaøki, smoltøki ella aliøki, 3) fiskaeindarnummar, 4) fiskaslag, 5) vikunummar, 6) dagliga skráseting av rakstrarhagtølum: a. dato, b. tal á livandi fiski, tá dagurin byrjar, c. miðalvekt á livandi fiski , d. biomassa á livandi fiski, e. fóðurnýtsla, f. tal á deyðum ella avlívaðum fiski, g. miðalvekt á deyðum ella avlívaðum fiski , h. biomassi á deyðum ella avlívaðum fiski. 7) Tá fiskur verður fluttur til aðra eind ella til slátur, skal fylgjandi verða skrásett: a. dato, b. tal á fiski, sum er flutt ella slátrað, c. miðalvekt á fiski, sum er fluttur ella slátraður, d. biomassa á fiski, sum er fluttur ella slátraður, e. nummar á: (i) fiskaeindin, har fiskur verður fluttur frá og til, (ii) nummar á sláturvirki, har fiskurin verður slátraður. 8) Eru tekin um sjúku ella økt felli, skal fylgjandi skrásetast: a. dato, b. sjúkueyðkenni. 9) Verður viðgjørt við heilivági ella koppseting skal fylgjandi skrásetast: a. dato, tá viðgerðin byrjar, b. dato, tá viðgerðin endar, c. sjúkugreining (orsøk/diagnosa), d. navn á heilivági ella koppingarevni, e. skamtur. 10) Sleppur fiskur, skal fylgjandi skrásetast: a. dato, b. tal á fiski, sum er sloppin, c. miðalvekt á slopnum fiski, d. biomassi á slopnum fiski, e. orsøk til, at fiskur er sloppin. B. Fyri alt alibrúkið. 1) Tí dagligu sendingini av deyðum og avlívaðum fiski til burturbeining: a. kilo "há-vanda" súrløgu, b. navn á virki, sum tekur ímóti "há-vanda" súrløguni. 4. Sanitetssláturrapport Sláturvirki, sum slátra fisk frá alibrúki í fyribils eftirlitssonu og eftirlitssonu, sbr. §§ 34-35, skulu hvørja viku senda Heilsufrøðiligu starvsstovuni sanitetssláturrapport, sbr. § 36, við hesum upplýsingum: 1) nummar á lívfiskastøð, smoltstøð ella alistøð, 2) nummar á lívfiskaøki, smoltøki ella aliøki, 3) fiskaeindarnummar, 4) fiskaslag, 5) vikunummar, 6) dagliga skráseta hesar upplýsingar (data): a. tal á livandi fiski, sum tikið er ímóti, b. tal á deyðum og vrakaðum fiski, c. tal á slátraðum fiski, d. kilo livandi fiskur, tikið er ímóti, e. kilo deyður og vrakaður fiskur, f. kilo slátraður fiskur, g. kilo "há-vanda" súrløga, 7) hvørja viku skráseta hesi data: a. kilo "há-vanda" súrløga, b. navn á virki, sum tekur ímóti "há-vanda" súrløguni. 1) Broytt við kunngerð nr. 60 frá 18. juni 2026.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(3)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
3 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.