Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
23. desember 2003 Nr. 130
Kunngerð um niðurberjing og eftirlit við ILA (Infectious Salmon Anaemia, ISA)
Við heimild í § 5, stk. 5, §§ 6-7, §§ 9-10, §§ 13-14, § 26, stk. 1, § 27, § 39, stk. 1, og § 48, stk. 2-3 í løgtingslóg nr. 16 frá 23. februar 2001 um djórasjúkur (um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá djórum og um marknaeftirlit við djórum og djóraúrdráttum) verður ásett:
Øki og allýsingar
§ 1 Kunngerðin fevnir um niðurberjing og eftirlit við ILA hjá laksafiski (Salmonidae) og øðrum fiski
Kunngerðin fevnir um niðurberjing og eftirlit við ILA hjá laksafiski (Salmonidae) og øðrum fiski. Stk. 2. ILA (Infectious Salmon Anaemia, ISA) merkir smitta við ILA-virus, sum hoyrir til Orthomyxoviridae. Stk. 3. Onnur alidýr í vatni enn fiskur, sum kunnu vera smittað við ILA virus, skulu viðgerðast eftir reglunum í hesi kunngerð við neyðugum tillagingum.
§ 2 Úrslit frá uppskurði, sum eru í samsvar við ILA, eru: fiskur við sjúkligum broytingum, sum eru í…
Úrslit frá uppskurði, sum eru í samsvar við ILA, eru: fiskur við sjúkligum broytingum, sum eru í samsvar við ásetingarnar í OIE Diagnostic Manual for Aquatic Animal diseases, íroknað fiskur við: 1) bløðingum í skræðuni, 2) bleikum táknum og/ella bleikum hjarta (blóðmangul), 3) myrkari hovnaði livur ella gulligari livur við bløðingum, 4) myrkum hovnum milti, 5) vesku í búkholu (ascites), 6) punktbløðingum á búkhinnu ella í feittvevnaði í búkholu, 7) myrkum ella blóðblandaðum innihaldi í gørnunum, og/ella 8) øktum felli, dólskum svimjilag (sveimarar) og/ella fiskur við óvanligari atferð. Stk. 2. Fiskaeind við kliniskum ILA er: eind har úrslit frá uppskurði vísa sjúkutekin í samsvar við stk. 1, har ILA er ávíst, sbr. § 6, og har dagliga fellið er: 1) størri enn 0,05 % hjá fiski, sum er minni enn 500 g og 2) størri enn 0,025 % hjá fiski, sum er størri enn 500 g. Stk. 3. Fiskaeind við subkliniskum ILA er: eind, har ILA er staðfest, sbr. § 6, og har dagliga fellið er: 1) minni enn 0,05 % hjá fiski, sum er minni enn 500 g og 2) minni enn 0,025 % hjá fiski, sum er størri enn 500 g.
§ 3 Tá kannað verður fyri ILA virus skulu hesir hættir verða nýttir
Tá kannað verður fyri ILA virus skulu hesir hættir verða nýttir: 1) staðfesting og eyðmerking (identifisering) av ILA virus í kyknukulturi, 2) staðfesting av ILA virus við RT-PCR háttinum, 3) staðfesting av ILA virus við IFAT háttinum ella 4) aðrir vísindaliga staðfestir hættir, sum hava sama ella hægri sensitivitet og spesifisitet enn hættirnir, nevndir eru í 1.-3. pkt. Hættirnir skulu vera góðkendir av Landsdjóralæknanum. Stk. 2. Talið av royndum, sum skulu verða tiknar til ILA kanning, er ásett í fylgiskjali 1. Stk. 3. Tøka, fyrireiking, sending og kanning av royndum eftir hættunum, nevndir eru í stk. 1, 1.-3. pkt., skulu verða gjørd, sum ásett í fylgiskjalinum til Kommissións Beslutningi 2003/466/EF.
§ 4 Í hesi kunngerð merkir
Í hesi kunngerð merkir: 1) Alifiskur: fiskur og onnur akvakulturdýr, sum verða ald í fangilsi og dýr av somu sløgum, sum liva vill. 2) Alibrúk: lívfiskastøðir, smoltstøðir, alistøðir og onnur virki, sum ala fisk ella onnur akvakulturdýr. 3) Alifjørður: ein fjørður, ein vík, eitt sund ella eitt annað avmarkað sjóøki, har ein ella fleiri alistøðir á sjónum hava aliloyvi til at ala matfisk eftir galdandi reglum um sjúkufyribyrgjandi rakstur á alistøðum. 4) Aliøki: eitt avmarkað øki á einum alifjørði, har ein alistøð á sjónum í tráð við aliloyvið hevur loyvið til at leggja flótandi alianlegg til aling av matfiski. 5) Flótandi alianlegg: aliringar, alibúður, fóðurflakar og tílíkt, sum verður brúkt til fiskaaling. 6) Rakstrareind: a. Eitt alibrúk á sjónum ella á vatni við einum ella fleiri aliøkjum, flótandi anleggum, landstøðum, fóðurbátum ella alibátum, sum verða rikin av felags manning ella b. Eitt alibrúk á landi við felags hølum og/ella við felags vatnveiting, sum verða rikin av felags manning. 7) Virki, sum hevur við alifisk at gera: a. Sláturvirki og virki, sum slátra og viðgera alifisk. b. Virki, sum flyta alifisk o.a., íroknað brunnbátar, lastbilar og aðrar flutningseindir, sbr. kunngerð um flutning av akvakulturdýrum v. m. c. Virki, sum framleiða og flyta fóður til alifisk. d. Virki, sum taka ímóti og viðgera deyðan fisk og fiskaslógv frá alibrúkum, sláturvirkjum og virkjum, sum viðgera alifisk. e. Virki, sum vaska nótir og onnur virki, sum vaksa, sóttreinsa, umvæla og/ella halda aliútgerð við líka. 8) Sanitetsslátur: slátur av fiski, sum stavar frá einari fyribils niðurberjingarsonu ella einari niðurberjingarsonu á einum góðkendum sláturvirki, sbr. §§ 34-37. Illgruni um ILA
§ 5 Orsøk er til at hava illgruna um ILA hjá fiski, um í minsta lagi eitt av hesum eyðkennum eru til…
Orsøk er til at hava illgruna um ILA hjá fiski, um í minsta lagi eitt av hesum eyðkennum eru til staðar: 1) Úrslit frá uppskurði, sum benda á ILA, uttan mun til um tekin eru um kliniska sjúku. 2) Staðfesting og eyðmerking (identifisering) av ILA virus í kyknukulturi í eini einstakari roynd, sum fevnir um ein ella fleiri fiskar. 3) Staðfesting av ILA virus við tveimum starvsstovuroyndum tiknar hvør sær, t.d. RT-PCR og IFAT. 4) Um tað, tá livandi fiskur verður fluttur til eitt alibrúk, er orsøk til illgruna um ILA í alibrúkinum, fiskurin varð fluttur frá, tá fiskurin varð fluttur. 5) Annað smittandi samband hevur verið við alibrúk, sum er undir illgruna fyri ILA, ella har ILA er staðfest. Staðfesting av ILA
§ 6 ILA er staðfest, um so er, at eitt av hesum trimum krøvum er lokið
ILA er staðfest, um so er, at eitt av hesum trimum krøvum er lokið: 1) Klinisk sjúka og úrslit frá uppskurði, sum svara til ILA, skulu vera funnin, og ILA virus skal vera staðfest við einum ella fleiri av fylgjandi háttum: a) Staðfesting og eyðmerking (identifisering) av ILA virus í kyknukulturi. b) ILA virus skal vera staðfest við RT-PCR háttinum. c) ILA virus skal vera staðfest í vevnaðarroyndum við serligum andevnum, t.d. IFAT háttinum. 2) Staðfesting og eyðmerking er farin fram av ILA virus í kyknukulturi frá tveimum royndum frá einum ella fleiri fiskum, sum eru tiknir ymisk tíðarbil. 3) Staðfesting og eyðmerking er farin fram av ILA virus í kyknukulturi frá í minsta lagi einari fiskaroynd og samstundis staðfesting av ILA virus í vevnaðarroyndum frá fiski við RT-PCR ella IFAT hættunum. Stk. 2. Eitt alibrúk ella ein rakstrareind er smittað við ILA, tá diagnosan ILA er váttað, sbr. stk. 1, í eini fiskaeind á viðkomandi alibrúki ella rakstrareind. Avváttan av ILA
§ 7 Illgruni um ILA verður avváttaður, um so er, at eitt veterinert eftirlit og royndir tiknar í…
Illgruni um ILA verður avváttaður, um so er, at eitt veterinert eftirlit og royndir tiknar í minsta lagi einaferð um mánaðin í 6 mánaðir, sbr. § 19, ikki eru grundarlag fyri, at hildið verður fast um illgrunan um ILA eftir teimum eyðkennum, nevnd eru í § 5. Fráboðan um illgruna um ILA
§ 8 Eigarin av alibrúki skal beinavegin senda boð eftir djóralækna, um so er at
Eigarin av alibrúki skal beinavegin senda boð eftir djóralækna, um so er at: 1) eitt ella fleiri sjúkueyðkenni í § 2, stk. 1 síggjast hjá fiski, ella 2) fellið fer upp um 0,05% um døgnið. Stk. 2. Til boðsendi djóralæknin hevur gjørt av, um grundarlag er fyri illgruna um ILA, skal eigarin síggja til, at: 1) óviðkomandi fólk ikki hava atgongd til alibrúkið á landi og á sjónum, 2) fiskur ikki verður fluttur til ella frá alibrúkinum, 3) fiskur frá alibrúkinum ikki verður slátraður, 4) fóður- og alibátar ikki verða brúktir uttan fyri aliøkið og landstøðina hjá alibrúkinum, 5) aliútgerð ikki verður flutt frá alibrúkinum, og 6) hjól á akførum, sum fara eftir deyðum fiski ella koma við fóðri, verða sóttreinsað, áðrenn akførini fara frá alibrúkinum.
§ 9 Um klinisk kanning og uppskurður av fiski ikki kann útiloka illgruna um ILA, skal boðsendi…
Um klinisk kanning og uppskurður av fiski ikki kann útiloka illgruna um ILA, skal boðsendi djóralæknin síggja til, at: 1) royndir verða tiknar, sbr. fylgiskjali 1, og verða sendar til kanningar fyri ILA á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, 2) gjørt verður vart við reglurnar í § 8, stk. 2 og møgulig onnur smittuavmarkandi tiltøk, sum djóralæknin heldur vera neyðug, 3) Heilsufrøðiliga starvsstovan beinanvegin fær boð um illgrunan um telefonina, og 4) ein skrivlig frágreiðing um illgrunan verður send Heilsufrøðiligu starvsstovuni á elektroniskum rokniarki innan 24 tímar, sbr. fylgiskjal 2. Áseting av sonum
§ 10 Rundan um alibrúk, sum eru undir illgruna fyri ILA, ella har ILA er staðfest, skulu sonurnar,…
Rundan um alibrúk, sum eru undir illgruna fyri ILA, ella har ILA er staðfest, skulu sonurnar, nevndar eru í §§ 11-13, verða gjørdar. Stk. 2. Sonurnar skulu verða gjørdar við atliti at: 1) hvussu víðfevnd sjúkan er, írokna veruligan smittuvanda, 2) vatnfrøðiligum (hydrografiskum) og staðfrøðiligum (topografiskum) viðurskiftum og 3) rakstrar- og samferðsluviðurskiftum. Stk. 3. Øll alibrúk og virki, sum hava við alifisk at gera innanfyri sonurnar, kunnu verða áløgd treytir fyri at avmarka smittuna.
§ 11 Niðurberjingarsonan rundan um alibrúk, har ILA er staðfest, sbr. § 6, skal verða gjørd eftir…
Niðurberjingarsonan rundan um alibrúk, har ILA er staðfest, sbr. § 6, skal verða gjørd eftir hesum minstukrøvum: 1) Rundan um alibrúk á sjónum, skal niðurberjingarsonan fevna um: a) øll alibrúk á sjónum, sum liggja innanfyri ein sirkul, sum hevur sentrum í alibrúkinum og við einum radius svarandi til kilometurlongdina á einum sjóvarfalli og í minsta lagi 5 kilometrar á sjónum, ella eitt tilsvarandi øki, sum er grundað á hydrodynamisk eller epidemiologisk hagtøl, og b) øll alibrúk á landi, sum taka sjógv inn frá sjóøkinum, nevnt er undir pkt. a. 2) Rundan um alibrúk á landi skal niðurberjingarsonan fevna um: a) øll alibrúk á landi í øllum frárenningarøkinum (afvandingsområdet) og b) øll alibrúk á sjónum, sum liggja innanfyri ein sirkul, sum hevur sentrum har frárenningarvatnið rennur á sjógv og ein radius uppá í minsta lagi 5 kilometrar.
§ 12 Ein fyribils niðurberjingarsona rundan um alibrúk, sum er undir illgruna fyri ILA, sbr. § 5, skal…
Ein fyribils niðurberjingarsona rundan um alibrúk, sum er undir illgruna fyri ILA, sbr. § 5, skal verða gjørd eftir somu krøvum sum undir § 11.
§ 13 Ein eftirlitssona rundan um alibrúk, har ILA er staðfest, sbr. § 6, skal verða gjørd eftir hesum…
Ein eftirlitssona rundan um alibrúk, har ILA er staðfest, sbr. § 6, skal verða gjørd eftir hesum minstukrøvum: 1) rundan um alibrúk á sjónum skal eftirlitssonan fevna um: a) øll alibrúk á sjónum, sum liggja innanfyri ein sirkul, sum hevur sentrum á alibrúkinum og við einum radius svarandi til umskarandi sjóvarføll og í minsta lagi 10 kilometrar á sjónum, ella eitt tilsvarandi øki, sum er grundað á hydrodynamisk ella epidemiologisk hagtøl, og b) øll alibrúk á sjónum, sum taka sjógv inn frá sjóøkinum, nevnt er undir pkt. a. 2) Rundan um alibrúk á landi skal eftirlitssonan, um neyðugt, fevna um: a) alibrúk á landi, sum liggja uttanfyri frárenningarøkið (afvandingsområdet) og b) alibrúk á sjónum, sum liggja innanfyri ein sirkul, sum hevur sentrum har frárenningarøkið rennur á sjógv og ein radius uppá í minsta lagi 10 kilometrar.
§ 14 Heilsufrøðiliga starvsstovan kann gera av, at øll alibrúk í einum alifjørði, har ILA er staðfest,…
Heilsufrøðiliga starvsstovan kann gera av, at øll alibrúk í einum alifjørði, har ILA er staðfest, sbr. § 6, skulu vera fevnd av niðurberjingarsonuni ella eftirlitssonuni. Avtøka av sonum
§ 15 Fyribils niðurberjingarsona skal ikki verða avtikin, fyrrenn illgrunin um ILA er avvístur, sbr. §…
Fyribils niðurberjingarsona skal ikki verða avtikin, fyrrenn illgrunin um ILA er avvístur, sbr. § 7, fyri øll alibrúkini í fyribils sonuni.
§ 16 Niðurberjingarsona skal ikki verða avtikið fyrrenn øll alibrúk í niðurberjingarsonuni hava ligið…
Niðurberjingarsona skal ikki verða avtikið fyrrenn øll alibrúk í niðurberjingarsonuni hava ligið still (brakkløgd), sbr. § 31. Stk. 2. Er talan um alibrúk á landi, sum ikki pumpa sjógv inn ella sum reinsa og sóttreinsa sjógvin, ið verður tikin inn ella latin út eftir reglunum í kunngerð um rakstur á alistøðum, kann niðurberjingarsonan avtakast áðrenn niðurberjingarsonan fyri alibrúk á sjónum verður avtikin. Stk. 3. Tá niðurberjingarsona verður avtikið, skal hon gerast um til eftirlitssonu.
§ 17 Eftirlitssonan skal í fyrsta lagi verða avtikin tvey ár eftir, at niðurberjingarsonan er avtikin,…
Eftirlitssonan skal í fyrsta lagi verða avtikin tvey ár eftir, at niðurberjingarsonan er avtikin, sbr. § 16. Avmarkingar í fyribils niðurberjingarsonu og niðurberjingarsonu
§ 18 Øll alibrúk í fyribils niðurberjingarsonu og niðurberjingarsonu eru áløgd hesar avmarkingar
Øll alibrúk í fyribils niðurberjingarsonu og niðurberjingarsonu eru áløgd hesar avmarkingar: 1) Forboð móti at seta nýggjan fisk út. 2) Forboð móti at livandi ella deyður fiskur, rogn ella sil verða flutt. 3) Forboð móti at fiskur verður slátraður. 4) Forboð móti at aliútgerð og onnur útgerð, sum kann føra smittu við sær, verður flutt. 5) Forboð móti at taka arbeiðsklæðir og fótbúnað, sum verða nýtt á alibrúkinum, við sær av brúkinum. 6) Forboð móti at fóður- og alibátar hjá alibrúkinum sigla uttanfyri aliøkið og landstøðina hjá alibrúkinum. Tó er loyvt at sigla millum landstøðina og aliøkið hjá alibrúkinum. 7) Forboð móti at óviðkomandi persónar hava atgongd til anlegg hjá alibrúkinum, tað verið seg á landi ella á sjónum. 8) Forboð móti at fiskað verður innanfyri 1000 metrar frá flótandi alianleggi hoyrandi til alibrúkið. 9) Forboð móti at siglt verður innanfyri 500 metrar frá flótandi alianleggi hoyrandi til alibrúkið. Tó er loyvt at sigla framvið alibrúki á sjónum, um so stór frástøða sum gjørligt verður havd frá brúkinum. 10) Forboð móti at skip pumpa vatn inn ella út innanfyri 2,5 kilometrar frá viðkomandi alibrúki. 11) Forboð móti at sandur ella grús o.a. verður upp- ella útpumpað innanfyri 2,5 kilometrar frá viðkomandi alibrúki. Stk. 2. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann geva skrivligt undantaksloyvi frá forboðunum í stk. 1, 2.-10. pkt. og áseta treytir fyri undantaksloyvum. Veterinert eftirlit
§ 19 Alibrúk í fyribils niðurberjingarsonu, niðurberjingarsonu og eftirlitssonu skulu verða undir…
Alibrúk í fyribils niðurberjingarsonu, niðurberjingarsonu og eftirlitssonu skulu verða undir veterinerum eftirliti av Heilsufrøðiligu starvsstovuni: 1) Øll alibrúk í fyribils niðurberjingarsonu skulu sýnast (inspiserast) skjótast gjørligt, tó í seinasta lagi 1 viku eftir, at sonan er ásett. Eftir tað skal regluligt sýni vera 1 ferð um mánaðin í minsta lagi í 6 mánaðir, ella til sonan er avtikin. 2) Øll alibrúk í niðurberjingarsonu skulu sýnast skjótast gjørligt, tó í seinasta lagi 1 viku eftir, at sonan er ásett. Eftir tað skal regluligt sýni vera í minsta lagi 12 ferðir árliga, til sonan verður gjørd til eftirlitssonu. 3) Øll alibrúk í eftirlitssonuni skulu sýnast skjótast gjørligt, tó í seinasta lagi 2 vikur eftir, at sonan er ásett. Eftir tað skal regluligt sýni vera í minsta lagi 6 ferðir árliga, til sonan er avtikin. Stk. 2. Tá fyrsta eftirlitið verður gjørt á einum alibrúki eftir at fyribils niðurberjingarsona, niðurberjingarsona ella eftirlitssona er ásett, skal Heilsufrøðiliga starvsstovan skráseta, hvat slag av fiski er á viðkomandi brúki og hvussu nógvan fisk, talan er um, o.a., sbr. fylgiskjal 2. Eisini skal ein kanning verða gjørd av møguligum smittuvegum, t.d. nýtslu av brunnbátum, fóðurbátum ella øðrum smittandi sambandi við onnur alibrúk.
§ 20 Veterinera eftirlitið við alibrúki í fyribils niðurberjingasonu, niðurberjingarsonu og…
Veterinera eftirlitið við alibrúki í fyribils niðurberjingasonu, niðurberjingarsonu og eftirlitssonu skal fevna um: 1) sýni av øllum fiskaeindum, sum hoyra til viðkomandi alibrúk/rakstrareind, 2) tøku av royndum til kanning fyri ILA, sbr. fylgiskjal 1 og 3) eina skrivliga sýnisrapport.
§ 21 Virki, sum hava við alifisk at gera, í fyribils niðurberjingarsonu, niðurberjingarsonu og…
Virki, sum hava við alifisk at gera, í fyribils niðurberjingarsonu, niðurberjingarsonu og eftirlitssonu skulu verða sett undir veterinert eftirlit. Ein váðameting (risikovurdering) skal gera av, hvussu víðfevnt veterinera eftirlitið skal vera.
§ 22 Heilsufrøðiliga starvsstovan kann lata privatum djóralæknum upp í hendi at hava veterinert…
Heilsufrøðiliga starvsstovan kann lata privatum djóralæknum upp í hendi at hava veterinert eftirlit við alibrúkum og virkjum, sum hava við alifisk at gera, í eftirlitssonuni. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur ábyrgdina av hesum.
§ 23 Heilsufrøðiliga starvsstovan kann geva boð um, at neyðug smittuavmarkandi tiltøk, sbr. § 9 í…
Heilsufrøðiliga starvsstovan kann geva boð um, at neyðug smittuavmarkandi tiltøk, sbr. § 9 í djórasjúkulógini, skulu setast í verk á alibrúkum og virkjum, sum hava við alifisk at gera, í fyribils niðurberjingarsonu, niðurberjingarsonu og eftirlitssonu.
§ 24 Eigarin av alibrúki í fyribils niðurberjingarsonu, niðurberjingarsonu og eftirlitssonu skal…
Eigarin av alibrúki í fyribils niðurberjingarsonu, niðurberjingarsonu og eftirlitssonu skal hvørja viku senda inn eina framleiðslufrágreiðingtil Heilsufrøðiligu starvsstovuna. Hetta skal verða gjørt á einum elektroniskum rokniarki, sbr. fylgiskjal 2. Tíðarætlan fyri burturbeining, slátur, reingerð, sóttreinsing og fyri at leggja alibrúk still (brakklegging)
§ 25 Alibrúk/rakstrareindir, har ILA er staðfest, sbr. § 6, skulu gera eina tíðarætlan, sum skal fevna um
Alibrúk/rakstrareindir, har ILA er staðfest, sbr. § 6, skulu gera eina tíðarætlan, sum skal fevna um: 1) Burturbeining av rognum, sili og deyðum fiski. 2) Slátri og burturbeining av fiski, sum hevur klinisk sjúkutekin. 3) Burturbeining ella slátur av øllum livandi fiski,sbr. § 28. 4) Reingerð og sóttreinsing av anleggi og útgerð hjá alibrúkinum eftir burturbeining og slátur av øllum fiskinum, sbr. § 30. 5) At leggja brúkið stilt (brakklegging) eftir reingerð og sóttreinsing, sbr. § 31.
§ 26 Alibrúk/rakstrareindir í niðurberjingarsonu, har ILA ikki er staðfest, sbr. § 6, og alibrúk í…
Alibrúk/rakstrareindir í niðurberjingarsonu, har ILA ikki er staðfest, sbr. § 6, og alibrúk í eftirlitssonu skulu gera eina tíðarætlan, sum skal fevna um: 1) Nær fiskurin á viðkomandi alibrúki væntandi verður slátraður. 2) Reingerð og sóttreinsing av anleggi og útgerð hjá alibrúkinum eftir at allur fiskur á brúkinum er slátraður, sbr. § 30. 3) At leggja brúkið stilt (brakklegging), sbr. § 31.
§ 27 Tíðarætlanirnar í §§ 25-26 verða sendar til og góðkendar av Heilsufrøðiligu starvsstovuni í…
Tíðarætlanirnar í §§ 25-26 verða sendar til og góðkendar av Heilsufrøðiligu starvsstovuni í seinasta lagi 1 viku eftir, at niðurberjingarsonan og eftirlitssonan eru ásettar. Stk. 2. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann krevja, at tíðarætlanirnar verða samskipaðar. Tíðarfreistir fyri burturbeining og slátri
§ 28 Allar fiskaeindir í alibrúkum/rakstrareindum, har ILA er staðfest, sbr. § 6, skulu verða…
Allar fiskaeindir í alibrúkum/rakstrareindum, har ILA er staðfest, sbr. § 6, skulu verða slátraðar ella burturbeindar innan tíðarfreistirnar í stk. 2-4. Stk. 2. Fiskaeindir við kliniskum ILA: 1) Fiskaeindir við einari miðalvekt, sum er minni enn 500 g, og har dagliga fellið er størri enn 0,05 %, tá ILA verður staðfest, skulu verða burturbeindar ella slátraðar í seinasta lagi 14 dagar eftir, at ILA er staðfest. 2) Fiskaeindir við einari miðalvekt, sum er størri enn 500 g, og har dagliga fellið er størri enn 0,025 %, tá ILA verður staðfest, skulu verða burturbeindar ella slátraðar í seinasta lagi 14 dagar eftir, at ILA er staðfest. Stk. 3. Fiskaeindir við subkliniskum ILA: 1) Fiskaeindir við einari miðalvekt undir 500 g, og har dagliga fellið er undir 0,05 %, tá ILA verður staðfest, skulu verða burturbeindar ella slátraðar í seinasta lagi 1 mánað eftir, at ILA er staðfest. 2) Fiskaeindir við einari miðalvekt millum 500 g og 1000 g og har dagliga fellið er undir 0,025 %, tá ILA verður staðfest, skulu verða burturbeindar ella slátraðar í seinasta lagi 6 mánaðir eftir, at ILA er staðfest. 3) Fiskaeindir við einari miðalvekt millum 1000 g og 2500 g og har dagliga fellið er undir 0,025 %, tá ILA verður staðfest, skulu verða burturbeindar ella slátraðar í seinasta lagi 5 mánaðir eftir, at ILA er staðfest. 4) Fiskaeindir við einari miðalvekt millum 2500 g og 3500 g og har dagliga fellið er undir 0,025 %, tá ILA verður staðfest, skulu verða burturbeindar ella slátraðar í seinasta lagi 3 mánaðir eftir, at ILA er staðfest. 5) Fiskaeindir við einari miðalvekt yvir 3500 g og har dagliga fellið er undir 0,025 %, tá ILA verður staðfest, skulu verða burturbeindar ella slátraðar í seinasta lagi 1 mánaðir eftir, at ILA er staðfest. Stk. 4. Fiskaeindir, har ILA ikki er staðfest við regluligari kanning fyri ILA: 1) Fiskaeindir við einari miðalvekt undir 300 g, tá ILA er staðfest í viðkomandi alibrúki, skulu verða burturbeindar ella slátraðar í seinasta lagi 1 mánað eftir, at ILA er staðfest í viðkomandi brúki. 2) Fiskaeindir við einari miðalvekt millum 300 g og 1000 g, tá ILA er staðfest í viðkomandi alibrúki, skulu verða burturbeindar ella slátraðar í seinasta lagi 9 mánaðir eftir, at ILA er staðfest í viðkomandi brúki. 3) Fiskaeindir við einari miðalvekt millum 1000 g og 2500 g, tá ILA er staðfest í viðkomandi alibrúki, skulu verða burturbeindar ella slátraðar í seinasta lagi 6 mánaðir eftir, at ILA er staðfest í viðkomandi brúki. 4) Fiskaeindir við einari miðalvekt yvir 2500 g, tá ILA er staðfest í viðkomandi alibrúki, skulu verða burturbeindar ella slátraðar í seinasta lagi 3 mánaðir eftir, at ILA er staðfest í viðkomandi brúki. Stk. 5. Verður klinisk ILA staðfest í fiskaeindum, nevndar eru í stk. 3 og 4, skal tíðarfreistin fyri slátri ella burturbeining av viðkomandi eindum skerjast til tær í stk. 2 nevndu tíðarfreistir. Stk. 6. Verður subklinisk ILA staðfest í fiskaeindum, nevndar eru í stk. 4, skal tíðarfreistin fyri slátri ella burturbeining av viðkomandi eindum skerjast til tær í stk. 3 nevdu tíðarfreistir.
§ 29 Eftir umsókn kann Heilsufrøðiliga starvsstovan leingja tíðarfreistirnar, nevndar eru í § 28, stk.…
Eftir umsókn kann Heilsufrøðiliga starvsstovan leingja tíðarfreistirnar, nevndar eru í § 28, stk. 4, 2.-4. pkt. við 3 mánaðum, um so er, at allar fiskaeindir við kliniskum og subkliniskum ILA eru slátraðar ella burturbeindar. Stk. 2. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann krevja burturbeining og/ella slátur av fiski á alibrúki, har ILA er staðfest, um so er, at tíðarfreistirnar í § 28 fyri burturbeining og slátur ikki eru hildnar. Tað almenna skal ikki hava útreiðslur av hesum. Stk. 3. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann áleggja góðkendum sláturvirkjum at taka ímóti og slátra fisk frá alibrúki, har ILA er staðfest. Reingerð og sóttreinsing
§ 30 Eftir at allur fiskur á alibrúki í niðurberjingarsonu er burturbeindur og/ella slátraður, skal…
Eftir at allur fiskur á alibrúki í niðurberjingarsonu er burturbeindur og/ella slátraður, skal viðkomandi alibrúk og øll aliútgerð reingerast og sóttreinsast eftir leiðbeining frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. At leggja alibrúk still (brakkleggja)
§ 31 Øll alibrúk í niðurberjingarsonuni skulu leggjast still (brakk), eftir at allur fiskur er beindur…
Øll alibrúk í niðurberjingarsonuni skulu leggjast still (brakk), eftir at allur fiskur er beindur burtur, og neyðug reingerð og sóttreinsing er framd. Stk. 2. Tíðarskeiðið, har alibrúk/rakstrareindir, har ILA er staðfest, skulu liggja still, sbr. § 6, skal í minsta lagi vera 6 mánaðir. Stk. 3. Tíðarskeiðið, har ikki ILA rakt alibrúk/rakstrareindir í niðurberjingarsonuni skulu liggja still, skal í minsta lagi vera 3 mánaðir. Stk. 4. Øll alibrúk í niðurberjingarsonuni skulu liggja still samstundis í minsta lagi 6 vikur. Stk. 5. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann leingja tíðarskeiðið, nevnt er í stk. 2-4, har alibrúk/rakstrareindir skulu liggja still.
§ 32 Ikki er loyvt at seta út fisk í alibrúk í niðurberjingarsonu fyrrenn øll alibrúk í sonuni hava…
Ikki er loyvt at seta út fisk í alibrúk í niðurberjingarsonu fyrrenn øll alibrúk í sonuni hava ligið still (brakk), smb. § 31, og niðurberjingarsonan er avtikið, sbr. § 16. Sanitetsslátur
§ 33 Flutningur av fiski til slátur frá alibrúki, sum liggur í fyribils niðurberjingarsonu ella í…
Flutningur av fiski til slátur frá alibrúki, sum liggur í fyribils niðurberjingarsonu ella í niðurberjingarsonu, skal bert fara fram eftir skrivligum loyvi frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Stk. 2. Flutningur við bunnbáti skal altíð fara fram við afturlatnum botnventilum. Stk. 3. Flutningur við lastbili skal fara fram uttan at flutningsvatn rennur frá. Stk. 4. Flutningsvatn frá brunnbátum og lastbilum skal verða samlað upp og sóttreinsað, áðrenn tað verður latið út.
§ 34 Slátur av fiski frá alibrúki, sum liggur í fyribils niðurberjingarsonu ella í niðurberjingarsonu,…
Slátur av fiski frá alibrúki, sum liggur í fyribils niðurberjingarsonu ella í niðurberjingarsonu, skal bert fara fram á sláturvirki, sum er góðkent til sanitetsslátur av Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Stk. 2. Tá sláturvirki verður góðkent sum sanitetssláturvirki, skal Heilsufrøðiliga starvsstovan seta krøv um, at spjaðing av smittu ikki fer fram í sambandi við móttøku, slátur og viðgerð av fiski. Serligur dentur skal leggjast á: 1) Uppsamling og sóttreinsing av flutningsvatni áðrenn tað verður leitt út. 2) Reinsing og sóttreinsing av blóð- og framleiðsluvatni. 3) Burturbeining av sjálvdeyðum fiski og fiski við sjúkuteknum. 4) Súrlig framleiðsla (ensilering) og burturbeining av burturkasti fer fram eftir galdandi reglum um viðger og burturbeining av animalskari hjáframleiðslu (biprodukt). 5) Dagliga reingerð av hølum og útgerð á sláturvirkinum og serliga reingerð, tá sanitetsslátur er liðugur. Stk. 3. Fiskur skal ikki verða havdur í ringum ella búrum á sjónum (bíðinót/tøkunót) frammanfyri sanitetssláturvirki. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann geva loyvi til nýtslu av ringum ella búrum, um so er, at sláturvirkið og ILA rakta alibrúkið liggja í sama alifjørði. Stk. 4. Sanitetssláturvirki skal ikki sama dag taka ímóti og slátra fisk, sum stavar frá alibrúki uttan fyri fyribils niðurberjingarsonu ella niðurberjingarsonu. Stk. 5. Eftir at fiskur frá alibrúki í fyribils niðurberjingarsonu og niðurberjingarsonu er slátraður, skal sláturvirki reingerast og sóttreinsast eftir ávísing frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
§ 35 Í sambandi við sanitetsslátur skulu garnarnir beinast burtur, og bert fiskur, sum ikki hevur…
Í sambandi við sanitetsslátur skulu garnarnir beinast burtur, og bert fiskur, sum ikki hevur tekin um ILA, sbr. § 2, stk. 1, ella aðra sjúku má verða nýttur og seldur til matna. Stk. 2. Sjálvdeyður fiskur, garnar, slógv og fiskur, sum hevur tekin um ILA ella aðra sjúku, skal burturbeinast samsvarandi galdandi reglum um animalsk biprodukt.
§ 36 Sláturvirkir, sum sanitetsslátra, skulu hvørja viku senda inn eina sanitetssláturrapport til…
Sláturvirkir, sum sanitetsslátra, skulu hvørja viku senda inn eina sanitetssláturrapport til Heilsufrøðiligu starvsstovuna. Stk. 2. Sanitetsláturrapportin skal verða send inn á elektroniskum rokniarki og við teim upplýsingum, sum standa í fylgiskjali 2.
§ 37 Heilsufrøðiliga Starvsstovan skal javnan hava veterinert eftirlit við sanitetsslátri
Heilsufrøðiliga Starvsstovan skal javnan hava veterinert eftirlit við sanitetsslátri. Stk. 2. Áðrenn byrjað verður uppá sanitetsslátur av fiski, skal Heilsufrøðiliga Starvsstovan gjøgnumganga mannagongdirnar fyri sanitetsslátur á virkinum, sbr. § 34, stk. 2. ILA eftirlitsskipan (program)
§ 38 Øll alibrúk skulu vera fevnd av einari ILA eftirlitsskipan
Øll alibrúk skulu vera fevnd av einari ILA eftirlitsskipan. Stk. 2. Er talan um alibrúk, sum ala fisk á sjónum ella á landi í innpumpaðum sjógvi, skal ILA eftirlitsskipanin fevna um: 1) Veterinera eftirlitsvitjan á øllum fiskaeindum á hvørjari rakstrareind í minsta lagi 4 ferðir árliga. 2) Uppskurð av í minsta lagi 10 nýliga deyðum, veikum ella avlívaðum fiskum frá hvørjum aliøki í sambandi við hvørja eftirlitsvitjan. 3) Royndartøku til kanning fyri ILA, sbr. fylgiskjal 1. Stk. 3. Er talan um alibrúk, sum bert elur fisk í feskum vatni, skal ILA eftirlitsskipanin fevna um: 1) Veterinera eftirlitsvitjan á øllum fiskaeindum á hvørjari rakstrareind í minsta lagi 2 ferðir árliga. 2) Uppskurð av í minsta lagi 10 nýliga deyðum, veikum ella avlívaðum fiskum frá hvørjari rakstrareind. 3) Royndartøku til kanning fyri ILA, sbr. fylgiskjal 1. Stk. 4. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann lata privatum djóralæknum upp í hendi at hava veterinert eftirlit í sambandi við ILA eftirlitsskipanina. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur ábyrgdina av hesum. Umskiftisásetingar
§ 39 Allur fiskur á alibrúkum, har ILA er staðfest, áðrenn hendan kunngerð kemur í gildi, skal verða…
Allur fiskur á alibrúkum, har ILA er staðfest, áðrenn hendan kunngerð kemur í gildi, skal verða slátraður ella burturbeindur eftir reglunum í § 28. Stk. 2. Eftir umsókn kann Heilsufrøðiliga starvsstovan leingja tíðarfreistirnar í § 28, stk. 3-4 við í mesta lagi 3 mánaðum. Gjald og endurgjald
§ 40 Eigarin av alibrúki ella virki, sum hevur við alifisk at gera, skal, uttan at tað almenna skal…
Eigarin av alibrúki ella virki, sum hevur við alifisk at gera, skal, uttan at tað almenna skal hava útreiðslur av tí, koma við manning, alibátum og aðrari útgerð í sambandi við veterinera eftirlitið o.a., sum hevur heimild í kunngerðini.
§ 41 Fíggjarligt tap, sum alibrúk, virki, sum hevur við alifisk at gera, ella annað virki hevur í…
Fíggjarligt tap, sum alibrúk, virki, sum hevur við alifisk at gera, ella annað virki hevur í sambandi við niðurberjing og eftirlit við ILA eftir hesi kunngerð, verður ikki endurgoldið av tí almenna. Stk. 2. Eigarin rindar fyri eftirlit, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan ger og fyri tøku og kanning av royndum. Hetta verður gjørt eftir galdandi takstum. Stk. 3. Eigarin rindar fyri eftirlit, sum privatur djóralækni hevur eftir takstum djóralæknans. Kæra
§ 42 Avgerð tikin av Heilsufrøðiligu starvsstovuni kann kærast til Vinnumálaráðið, Veterinerdeildina
Avgerð tikin av Heilsufrøðiligu starvsstovuni kann kærast til Vinnumálaráðið, Veterinerdeildina. Revsireglar
§ 43 Við bót verður tann revsaður, sum
Við bót verður tann revsaður, sum: - brýtur reglarnar í § 8, § 18, §§ 24-26, § 27, stk. 1, § 28, §§ 31-33, § 34, stk. 1 og stk. 3-4, §§ 35-36, § 39, stk. 1 og § 40, - ikki fylgir boðunum í § 23, § 27, stk. 2, § 29, stk. 2-3, § 30, § 31, stk. 5, § 34, stk. 2 og 5. Stk. 2. Fyri brot, sum verða framd av løgfrøðiligum persóni, sum t.d. partafelag ella lutafelag, kann tann løgfrøðiligi persónurin verða sektaður sum slíkur. Gildiskoma
§ 44 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Samstundis fer kunngerð nr. 97 frá 8. juli 2003 um niðurberjing av ILA (Infectious Salmon Anaemia, ISA) úr gildi. Vinnumálaráðið, 23. desember 2003 Bjarni Djurholm (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.) Fylgiskjal Tøka av royndum ILA kanningar Royndir til ILA kanningar skulu verða tiknar av nýliga deyðum fiski, veikum fiski, fiski við óvanligari atferð ella avlívaðum fiski, sum hevur týðilig sjúkueyðkenni, ið eru í tráð við ILA, sbr. § 2, stk. 1, tá hann er skorðin sundur. 1. Royndartøka, tá illgruni um ILA verður fráboðaður Tá illgruni um ILA verður fráboðaður, sbr. § 9, skal boðsendi djóralæknin taka hesar royndir: A. Frá eindum við kliniskari sjúku, sum er í tráð við ILA, sbr. § 2, stk. 2, skulu hesar roynir verða tiknar av 10 fiskum frá hvørjari eind: 1) Dupultar vevnaðarroyndir av livur, framnýra, hjarta og milt í transportmedium til dyrking í kyknukulturi. 2) Vevnaðarroyndir av fram- og/ella millumnýra í RNA konserveringsløgi til RT-PCR kanning. 3) Sýnisfyrireiking (avtrykkspreparat) av millumnýra til IFAT kanning. 4) Hepariniserað blóð til kanning av hæmatokrit. 5) Vevnaðarroyndir av livur, millumnýra, hjarta og milt í 10 % bufferað formalin til vevnaðarfrøðiliga (histologiska) kanning. B. Frá øðrum eindum skulu hesar royndir verða tiknar av 5 fiskum frá hvørjari eind, tó í mesta lagi av 50 fiskum íalt: 1) Vevnaðarroyndir av fram- og/ella millumnýra í RNA konserveringsvesku til RT-PCR kanning. 2) Hepariniserað blóð til kanning av hæmatokrit. Royndirnar undir punkt A skulu verða tiknar beinavegin. Royndirnar undir punkt B skulu verða tiknar í seinasta lagi innan eina viku. 2. Royndartøka frá alibrúki í fyribils niðurberjingarsonu Frá alibrúki, sum liggur í fyribils niðurberjingarsonu, sbr. § 12, skal Heilsufrøðiliga starvsstovan, í sambandi við veterinera eftirlitið, sbr. § 19, taka hesar royndir: A. Frá fiskaeindum við eini miðalvekt undir 500 g og einum dagligum felli yvir 0,05 % og frá fiskaeindum við eini miðalvekt yvir 500 g og einum dagligum felli yvir 0,025 % skulu hesar royndir verða tiknar av 10 fiskum frá hvørjari eind: 1) Dupultar vevnaðarroyndir av livur, framnýra, hjarta og milt í transportmedium til dyrking í kyknukulturi. 2) Vevnaðarroyndir av fram- og/ella millumnýra í RNA konserveringsvesku til RT-PCR kanning. 3) Sýnisfyrireiking (avtrykkspreparat) av millumnýra til IFAT kanning. 4) Hepariniserað blóð til kanning av hæmatokrit. 5) Vevnaðarroyndir av livur, millumnýra, hjarta og milt í 10 % bufferað formalin til vevnaðarfrøðiliga (histologiska) kanning. B. Frá øðrum fiskaeindum skulu hesar royndir verða tiknar av 5 fiskum frá hvørjari eind, tó í mesta lagi 50 fiskum íalt: 1) Vevnaðarroyndir av fram- og/ella millumnýra í RNA konserveringsvesku til RT-PCR kanning. 2) Hepariniserað blóð til kanning av hæmatokrit. 3. Royndartøka av alibrúki í niðurberjingarsonu Frá alibrúki, sum liggur í niðurberjingarsonu, sbr. § 11, skal Heilsufrøðiliga starvsstovan, í sambandi við veterinera eftirlitið, sbr. § 19, taka hesar royndir: A. Frá alibrúki, har ILA ikki er staðfest, sbr. § 6, skulu hesar royndir verða tiknar: 1) Frá fiskaeindum við eini miðalvekt undir 500 g og einum dagligum felli yvir 0,05 % og frá fiskaeindum við eini miðalvekt yvir 500 g og einum dagligum felli yvir 0,025 % skulu hesar royndir verða tiknar av 10 fiskum frá hvørjari eind: a) Dupultar vevnaðarroyndir av livur, framnýra, hjarta og milt í transportmedium til dyrking í kyknukulturi. b) Vevnaðarroyndir av fram- og/ella millumnýra í RNA konserveringsvesku til RT-PCR kanning. c) Sýnisfyrireiking (avtrykkspreparat) av millumnýra til IFAT kanning. d) Hepariniserað blóð til kanning av hæmatokrit. e) Vevnaðarroyndir av livur, millumnýra, hjarta og milt í 10 % bufferað formalin til vevnaðarfrøðiliga (histologiska) kanning. 2) Frá øðrum eindum skulu hesar royndir verða tiknar av 5 fiskum frá hvørjari eind: a) Vevnaðarroyndir av fram- og/ella millumnýra í RNA konserveringsvesku til RT-PCR kanning. b) Hepariniserað blóð til kanning av hæmatokrit. B. Frá alibrúki, har ILA er staðfest, sbr. § 6, kann Heilsufrøðiliga starvsstovan gera av, um grundarlag er fyri fleiri royndartøkum. 4. Royndartøka frá alibrúki í eftirlitssonu Frá alibrúki, sum liggur í eftirlitssonu, sbr. § 13, skal Heilsufrøðiliga starvsstovan í sambandi við veterinera eftirlitið, sbr. § 19, taka hesar royndir: A. Frá alibrúki, har sjúkutekin eru funnin í sambandi við uppskurð av fiski, ella har klinisk sjúka eru staðfest, sbr. § 2, skulu hesar royndir verða tiknar: 1. Frá fiskaeindum við eini miðalvekt undir 500 g og einum dagligum felli yvir 0,05 % og frá fiskaeindum við eini miðalvekt yvir 500 g og einum dagligum felli yvir 0,025 % skulu hesar royndar verða tiknar av 10 fiskum frá hvørjari eind: a) Dupultar vevnaðarroyndir av livur, framnýra, hjarta og milt í transportmedium til dyrking í kyknukulturi. b) Vevnaðarroyndir av fram- og/ella millumnýra í RNA konserveringsvesku til RT-PCR kanning. c) Sýnisfyrireiking (avtrykkspreparat) av millumnýra til IFAT kanning. d) Hepariniserað blóð til kanning av hæmatokrit. e) Vevnaðarroyndir av livur, millumnýra, hjarta og milt í 10 % bufferað formalin til vevnaðarfrøðiliga (histologiska) kanning. 2. Frá øðrum eindum skulu hesar royndir verða tiknar av 5 fiskum frá hvørjari eind: a) Vevnaðarroyndir av fram- og/ella millumnýra í RNA konserveringsvesku til RT-PCR kanning. b) Hepariniserað blóð til kannning av hæmatokrit. B. Frá alibrúkum, har sjúkutekin ikki eru funnin í sambandi við sundurskurð av fiski, ella har klinisk sjúka ikki eru funnin, sbr. § 2, skulu hesar royndir verða tiknar av 5 fiskum frá hvørjari eind, tó í mesta lagi av 25 fiskum íalt: 1) Vevnaðarroyndir av for- og/ella millumnýra í RNA konserveringsvesku til RT-PCR kanning. 2) Hepariniserað blóð til kanning av hæmatokrit. 5. Royndartøka í sambandi við ILA eftirlitsskipan (program) Í sambandi við veterinera eftirlitsprogrammið í sambandi við ILA, sbr. § 38, skulu hesar royndir verða tiknar til kanningar fyri ILA: A. Frá alibrúkum, sum ala fisk á sjónum, ella sum ala fisk í innpumpaðum sjógvi, skulu hesar royndir verða tiknar 4 ferðir árliga av 10 fiskum, sbr. § 38, stk. 2, 3. pkt.: 1) Dupultar vevnaðarroyndir av livur, framnýra, hjarta og milt í transportmedium til dýrking í kyknukulturi. 2) Vevnaðarroyndir av fram- og/ella millumnýra í RNA konserveringsvesku til RT-PCR kanning. 3) Sýnisfyrireiking (avtrykkspreparat) av millumnýra til IFAT kanning. 4) Hepariniserað blóð til kanning av hæmatokrit. 5) Vevnaðarroyndir av livur, millumnýra, hjarta og milt í 10 % bufferað formalin til vevnaðarfrøðiliga (histologiska) kanning: B. Frá alibrúki, sum bert alir fisk í feskum vatni, skulu hesar royndir verða tiknar 2 ferðir árliga av 10 fiskum, sbr. § 38, stk. 3, 3. pkt.: 1) Vevnaðarroyndir av fram- og/eller millumnýra í RNA konserveringsvesku til RT-PCR kanning. 2) Hepariniserað blóð til kanning av hæmatokrit. 6. Merking av royndum til ILA kanning Royndir, sum eru tiknar til ILA kanning, skulu verða merktar við: 1) Dato, tá royndin varð tikin. 2) Fiskaslag. 3) Nummar á alibrúki. 4) Nummar á aliøki. 5) Eindarnummar (nummar á eindini, fiskurin kemur frá). 6) Fiskanummar (raðnummar). 7. Fyrireiking, flutningur og kanning av royndum Fyrireiking, flutningur og kanning av royndum skal verða gjørd í tráð við ásetingarnar í fylgiskjalinum í Kommissións Beslutningi 2003/466/EF. 8. Uppskurðarskema til innsending av royndum Saman við innsendu royndunum skulu úrslit frá uppskurði fyri hvønn einkultan fisk, sum roynd er tikin av, eisini sendast inn. Úrslitini frá uppskurði skulu verða send Heilsufrøðiligu starvsstovuni á einum elektroniskum rokniarki (Excel) við hesum upplýsingum: 1) Dato, tá royndin varð tikin. 2) Fiskaslag. 3) Nummar á alibrúki. 4) Nummar á aliøki. 5) Eindarnummar (nummarið á eindini, fiskurin kemur frá). 6) Bløðingar í skræðuni. 7) Bleikar táknir. 8) Myrk livur. 9) Svullin livur. 10) Myrk milt. 11) Svullin milt. 12) Veska í búkholu (ascites). 13) Punktbløðingar í búkhinnu og í feitthinnu í búkholu. 14) Myrkt ella blóðblandað garnainnihald. 15) Onnur fund í sambandi við uppskurðin (lýsing/frágreiðing) Punktini 6-14 skulu stigbýtast eftir einum skala frá 0 til 5, har 0 = eingin broyting og 5 = sera nógv broyting. Samsvar skal vera millum royndarmerkingina (6. brot) og uppskurðarskemaðið (8. brot). Fylgiskjal 2. Fráboðan í sambandi við ILA Fráboðanir, rapportir o.l. í sambandi við ILA skulu verða gjørdar á elektroniskt rokniark (t.d. Excel), sum Heilsufrøðiliga starvsstovan ger. Fráboðanir skulu í minsta lagi fevna um hesar upplýsingar: 1. Fráboðan í sambandi við illgruna um ILA Tá illgruni er um ILA, sbr. §§ 8-9, skal skrivliga fráboðan djóralæknans til Heilsufrøðiligu starvsstovuna, sbr. § 9, stk. 1, 4. pkt., hava hesar upplýsingar um hvørja fiskaeind sær í viðkomandi alibrúki: 1) Nummar á alibrúki. 2) Nummar á aliøki. 3) Eindarnummar. 4) Dato, tá fiskur varð settur út. 5) Fiskaslag. 6) Miðalvekt. 7) Biomassi. 8) Dagligt felli í síðstu viku. 9) Møgulig tekin um ILA 10) Aðrar týðandi upplýsingar. 2. Skráseting (rapport) í sambandi við stovnan av økjum Tá fyrsta veterinera eftirlitið verður framt, eftir at økini eru ásett, sbr. § 19, stk. 2, skal Heilsufrøðiliga starvsstovan skráseta fylgjandi upplýsingar um hvørja einkulta fiskaeind í viðkomandi alibrúki: 1) Nummar á alibrúki. 2) Nummar á aliøki. 3) Eindarnummar. 4) Dato, tá fiskur varð settur út. 5) Fiskaslag. 6) Miðalvekt, tá fiskur varð settur út. 7) Hvussu nógvur fiskur varð settur út. 8) Fiskaútvegari (nummar á alibrúki) 9) Hvør flutningsháttur varð nýttur, tá fiskurin varð settur út (nummar á brunnbáti/nummar á flutningseind). 10) Tá eftirlit er, skal fylgjandi skrásetast: a) Tal á livandi fiski. b) Biomassi á livandi fiski. c) Miðalvekt á livandi fiski. d) Tal á deyðum fiski síðsta samdøgnið. 11) Møgulig tekin um ILA. 12) Aðrir viðkomandi upplýsingar, íroknað upplýsingar um møguligar smittuvegir. 3. Framleiðslufrágreiðing frá alibrúki Alibrúk í fyribils niðurberjingarsonu, niðurberjingarsonu og eftirlitssonu, sbr. §§ 11-13, skulu hvørja viku senda Heilsufrøðiligu starvsstovuni eina frágreiðing, sbr. § 24, sum skal fevna um hesar upplýsingar: A. Fyri hvørja fiskaeind á alibrúkinum. 1) Nummar á alibrúki. 2) Nummar á aliøki. 3) Eindarnummar. 4) Fiskaslag. 5) Vikunummar. 6) Dagliga skráseting av rakstrarhagtølum: a) Dato b) Tal á livandi fiski, tá dagurin byrjar c) Miðalvekt á livandi fiski d) Biomassa á livandi fiski e) Fóðurnýtsla f) Tal á deyðum ella avlívaðum fiski g) Miðalvekt á deyðum ella avlívaðum fiski h) Biomassi á deyðum ella avlívaðum fiski 7) Tá fiskur verður fluttur til aðra eind ella til slátur skal fylgjandi verða skrásett: a) Dato b) Tal á fiski, sum er flutt ella slátrað c) Miðalvekt á fiski, sum er fluttur ella slátraður d) Biomassa á fiski, sum er fluttur ella slátraður e) Nummar á: (i) Fiskaeindin, har fiskur verður fluttur frá og til (ii) Nummar á sláturvirki, har fiskurin verður slátraður 8) Eru tekin um sjúku ella økt felli, skal fylgjandi skrásetast: a) Dato b) Sjúkueyðkenni 9) Verður viðgjørt við heilivági ella koppseting skal fylgjandi skrásetast: a) Dato, tá viðgerðin byrjar b) Dato, tá viðgerðin endar c) Sjúkugreining (orsøk/diagnosa) d) Navn á heilivági ella koppingarevni e) Skamtur 10) Sleppur fiskur, skal fylgjandi skrásetast: a) Dato b) Tal á fiski, sum er sloppin c) Miðalvekt á slopnum fiski d) Biomassi á slopnum fiski e) Orsøk til, at fiskur er sloppin B. Fyri alt alibrúkið. 1) Tí dagligu sendingini av deyðum og avlívaðum fiski til burturbeining: a) Kilo “há-vanda” súrløgi. b) Navn á virki, sum tekur ímóti ”há-vanda” súrløguni. 4. Sanitetssláturrapport Sláturvirki, sum slátra fisk frá alibrúki í fyribils eftirlitssonu og eftirlitssonu, sbr. §§ 34-35, skulu hvørja viku senda inn sanitetssláturrapport til Heilsufrøðiligu starvsstovuna , sbr. § 36, við hesum upplýsingum: 1) Nummar á alibrúki. 2) Nummar á aliøki. 3) Eindarnummar. 4) Fiskaslag. 5) Vikunummar. 6) Dagliga skráseta hesar upplýsingar (data): a) Tal á livandi fiski, sum tikið er ímóti. b) Tal á deyðum og vrakaðum fiski. c) Tal á slátraðum fiski. d) Kilo livandi fiskur, tikið er ímóti. e) Kilo deyður og vrakaður fiskur. f) Kilo slátraður fiskur. g) Kilo “há-vanda” súrløga. 7) Hvørja viku skráseta hesi data: a) Kilo “há-vanda” súrløga. b) Navn á virki, sum tekur ímóti ”há-vanda” súrløguni.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.