Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

26. november 2025 Nr. 188

Kunngerð um gjøld fyri skráseting o.a. í skipaskránni

Við heimild í § 8, stk. 1-3, og § 43, stk. 2, í løgtingslóg nr. 9 frá 5. mars 1970 um skráseting av skipum, sum broytt við løgtingslóg nr. 63 frá 15. mai 2014, verður ásett:

Skip, sum eru 15 bt ella størri

§ 1 Gjaldið fyri at skráseta skipsskeyti, sølusáttmála, leigusáttmála ella byggiváttan fyri skip, sum…

Gjaldið fyri at skráseta skipsskeyti, sølusáttmála, leigusáttmála ella byggiváttan fyri skip, sum eru 15 bt ella størri, er 6.000 kr.

§ 2 Gjaldið fyri ávikavist at skráseta veð í skipi, fyri at hækka veðupphædd í skipi og fyri at…

Gjaldið fyri ávikavist at skráseta veð í skipi, fyri at hækka veðupphædd í skipi og fyri at skráseta transport í skipi, sum er 15 bt ella størri, er 6.000 kr. Stk. 2. Gjaldið fyri at skráseta ræðisavmarking í skipi, fevnt av stk. 1, er 2.500 kr.

§ 3 Gjaldið fyri at geva út tjóðskaparbræv til skip, sum er 15 bt ella størri, er 5.000 kr

Gjaldið fyri at geva út tjóðskaparbræv til skip, sum er 15 bt ella størri, er 5.000 kr. Stk. 2. Gjaldið fyri at geva út fyribils tjóðskaparbræv er 4.200 kr.

§ 4 Gjaldið fyri at strika skip, ið verður selt, er 500 kr

Gjaldið fyri at strika skip, ið verður selt, er 500 kr. Stk. 2. Einki gjald verður kravt fyri at strika skip, ið verður selt til upphøggingar. Bátar ella før, sum eru millum 5 og 15 bt

§ 5 Gjaldið fyri ávikavist at skráseta veð í báti ella fari, fyri at hækka veðupphædd og fyri at…

Gjaldið fyri ávikavist at skráseta veð í báti ella fari, fyri at hækka veðupphædd og fyri at skráseta transport í báti ella skipi, sum er millum 5 og 15 bt, er 3.000 kr. Stk. 2. Gjaldið fyri at skráseta ræðisavmarking í báti ella fari, fevnt av stk. 1, er 1.750 kr. At skráseta arrest, úttøku ella dóm

§ 6 Einki gjald verður kravt fyri at skráseta arrest, úttøku ella dóm, sum viðkemur skipi, báti ella…

Einki gjald verður kravt fyri at skráseta arrest, úttøku ella dóm, sum viðkemur skipi, báti ella fari. Gjøld fyri avrit

§ 7 Gjaldið fyri avrit av skipsblaði er 300 kr. fyri hvørt avrit

Gjaldið fyri avrit av skipsblaði er 300 kr. fyri hvørt avrit. Gjaldsfreist

§ 8 Gjøld, ásett í hesi kunngerð, skulu vera goldin, áðrenn skjølini verða útflýgjað

Gjøld, ásett í hesi kunngerð, skulu vera goldin, áðrenn skjølini verða útflýgjað. Gildiskoma

§ 9 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi…

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 45 frá 9. apríl 2003 um gjøld fyri skráseting í skipaskránni v.m. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 26. november 2025 Sirið Stenberg (sign.) landsstýriskvinna / Herálvur Joensen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
gjøld fyri skráseting í skipaskránni v.m. · innanhýsis
Áður galdandi · 9. apríl 2003

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙