Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

9. apríl 2003 Nr. 45

Kunngerð um gjøld fyri skráseting í skipaskránni v.m.

Við heimild í § 8 í løgtingslóg nr. 9 frá 5. mars 1970 um skráseting av skipum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 75 frá 23. mai 1997, verður ásett:

§ 1 Endamálið við kunngerðini er at áseta gjøld fyri veitan av tænastum og skrásetingum í Føroya…

Endamálið við kunngerðini er at áseta gjøld fyri veitan av tænastum og skrásetingum í Føroya Skipaskráseting.

§ 2 Gjøldini sambært §§ 3, 4, 5 og 6 eru galdandi fyri skip við eini bruttoregistar-tonsatali ella…

Gjøldini sambært §§ 3, 4, 5 og 6 eru galdandi fyri skip við eini bruttoregistar-tonsatali ella bruttotonsatali uppá 15 ella yvir, sum eru skrásett í Føroya Skipaskráseting, ella sum skulu skrásetast í Føroya Skipaskráseting.

§ 3 Fyri skráseting av veðbrævi, ognarveðbrævi, skaðaloysisbrævi v.m. verður at gjalda kr. 2.200,00

Fyri skráseting av veðbrævi, ognarveðbrævi, skaðaloysisbrævi v.m. verður at gjalda kr. 2.200,00. Stk. 2. Fyri skráseting av arrest, úttøku ella dómi, sum viðkemur skipi, verður einki at gjalda.

§ 4 Fyri skráseting av skipsskeyti, sølusáttmála ella byggiváttan verður at gjalda kr. 2.800,00

Fyri skráseting av skipsskeyti, sølusáttmála ella byggiváttan verður at gjalda kr. 2.800,00.

§ 5 Fyri útflýggjan av tjóðskaparbrævi verður at gjalda kr. 3.000,00

Fyri útflýggjan av tjóðskaparbrævi verður at gjalda kr. 3.000,00. Stk. 2. Fyri rættingar gjørdar á tjóðskaparbræv verður at gjalda kr. 2.000,00.

§ 6 Fyri útflýggjan av fyribils tjóðskaparbrævi verður at gjalda kr. 3.000,00

Fyri útflýggjan av fyribils tjóðskaparbrævi verður at gjalda kr. 3.000,00.

§ 7 Fyri ljósavrit av skipsblaði verður at gjalda kr. 200,00

Fyri ljósavrit av skipsblaði verður at gjalda kr. 200,00.

§ 8 Ásettu gjøldini sambært §§ 3, 4, 5, 6 og 7 skulu vera goldin til Føroya Skipaskráseting, áðrenn…

Ásettu gjøldini sambært §§ 3, 4, 5, 6 og 7 skulu vera goldin til Føroya Skipaskráseting, áðrenn skjølini verða útflýggjað.

§ 9 Henda kunngerð kemur í gildi 1. mai 2003

Henda kunngerð kemur í gildi 1. mai 2003. Fiskimálaráðið, 9. apríl 2003 Jacob Vestergaard (sign.) landsstýrismaður / Kaj P. Mortensen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
gjøld fyri skráseting o.a. í skipaskránni · innanhýsis
Galdandi · 26. november 2025

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙