Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
16. mars 1999 Nr. 18
Kunngerð um tíðaravmarkað veiðubann á gýtingarleiðum
Við heimild í § 9, stk. 2, nr. 3 og § 9 a, stk. 2 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum verður fyrisett:
§ 1 Umframt tær ásetingar, sum eru gjørdar um stongdar leiðir í § 9 a í lógini um vinnuligan…
Umframt tær ásetingar, sum eru gjørdar um stongdar leiðir í § 9 a í lógini um vinnuligan fiskiskap og umframt ásetingarnar í kunngerð nr. 97 frá 10. juni 1996 við seinni broytingum um fiskiskapin á landleiðunum við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum, er ikki loyvt at veiða á leiðum við reiðskapi í tíðarskeiði, sum niðanfyri tilskilað: 1) Í tíðarskeiðinum frá 15. februar til 31. mars, báðir dagar íroknaðir, er ikki loyvt at veiða við nøkrum veiðihætti, veiða við snellu og garnaveiða eftir havtasku tó undantikin, innanfyri linjur drignar millum hesi støð: a) 61°40’00’’N, 08°25’00’’V b) 61°54’00’’N, 08°40’00’’V c) 61°54’00’’N, 07°25´30’’V d) 61°42’30’’N, 07°10’00’’V e) 61°40’00’’N, 07°16’00’’V 2) Í tíðarskeiðinum frá 15. februar til 15. apríl, báðir dagar íroknaðir, er fiskiførum størri enn 80 tons, fiskifør uttan egningarmaskinu tó undantikin, ikki loyvt at veiða við línu innanfyri linjur drignar millum hesi støð: a) 62°00’00’’N, 08°03’42’’V b) 62°00’00’’N, 07°46’24’’V c) 61°51’48’’N, 07°05´24’’V d) 61°42’30’’N, 07°10’00’’V e) 61°54’00’’N, 07°25’30’’V f) 61°54’00’’N, 07°55’00’’V 3) Í tíðarskeiðinum frá 15. februar til 15. apríl, báðir dagar íroknaðir, er fiskiførum størri enn 80 tons, fiskifør uttan egningarmaskinu tó undantikin, ikki loyvt at veiða við línu millum 270° rættvísandi úr Koltursnakki (62°00'00"N, 07°00'00"V ) og 3450 rættvísandi úr Mýlingi (62018’11”N, 07012’30”V) og millum 6 fjórðingar og 12 fjórðingar úr grundlinjunum. 4) Í tíðarskeiðinum frá 1. februar til 1. apríl, báðir dagar íroknaðir, er ikki loyvt at veiða við nøkrum veiðihætti, veiða við snellu og garnaveiða eftir havtasku tó undantikin, millum 315° rættvísandi úr Barðinum (62°08'48"N, 07°26'00"V) og 360° rættvísandi úr Mýlingi (62°18'11"N 07°12'30"V) frá 12 fjórðingum úr grundlinjunum og út á linjur drignar millum hesi støðini og í hesi raðfylgju: a) 62°32´00”N, 08°15’00”V b) 62°46’00”N, 07°12’30”V 5) Í tíðarskeiðinum frá 15. januar til 15. mai, báðir dagar íroknaðir, er ikki loyvt at veiða við troli millum 360° rættvísandi úr Mýlingi (62°18'11"N 07°12'30"V) og 360° rættvísandi úr Enniberg (62°23'49"N, 06°33'38"V) frá 12 fjórðingum úr grundlinjunum og út á linjur drignar millum hesi støðini og í hesi raðfylgju: a) 62°46’00”N, 07°12’30”V b) 62°48´00”N, 07°00’00”V c) 62°50’00”N, 06°33’38”V 6) Í tíðarskeiðinum frá 15. februar til 15. apríl, báðir dagar íroknaðir, er ikki loyvt at veiða við nøkrum veiðihætti millum 3450 rættvísandi úr Mýlingi (62018’11”N, 07012’30”V) og 3600 rættvísandi úr Kallinum (62022’15”N, 06048’20”V) og millum 6 fjórðingar og 12 fjórðingar úr grundlinjunum. 7) Í tíðarskeiðinum frá 15. februar til 15. apríl, báðir dagar íroknaðir, er ikki loyvt at veiða við nøkrum veiðihætti millum 360° rættvísandi úr Enniberg (62°23'49"N, 06°33'38"V) og longdarstigið 06°00’00’’V millum 16 fjórðingar úr grundlinjunum og út á eina linju drigin millum hesi støðini og í hesi raðfylgju: a) 62°45’00’’N, 06°33’38’’V b) 62°37’00’’N, 06°00’00’’V og millum 360° rættvísandi úr Enniberg (62°23'49"N, 06°33'38"V) og longdarstigið 6°15’00’’V millum 12 fjórðingar úr grundlinjunum og 16 fjórðingar úr grundlinjunum 8) Í tíðarskeiðinum frá 15. januar til 1. apríl, báðir dagar íroknaðir, er ikki loyvt at veiða við nøkrum veiðihætti, línuveiða undantikin, innanfyri linjur drignar millum hesi støðini og í hesi raðfylgju: a) 62°20'00"N 05°45'00"V b) 62°20'00"N 05°25'00"V c) 62°15'00"N 05°25'00"V d) 62°09'00"N 05°40'00"V e) 62°09'00"N 05°50'00"V
§ 2 Brot á hesa kunngerð verða revsað sambært lógini um vinnuligan fiskiskap
Brot á hesa kunngerð verða revsað sambært lógini um vinnuligan fiskiskap.
§ 3 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð…
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 8 frá 6. februar 1998. Fiskimálastýrið, 16. mars 1999 Jørgen Niclasen (sign.) landsstýrismaður / Andras Kristiansen (sign)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.