Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
6. februar 1998 Nr. 8
Kunngerð um tíðaravmarkað veiðubann á gýtingarleiðum
Við heimild í § 9, stk. 2, pkt. 3) og § 9 a, stk. 2 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum verður fyrisett:
§ 1 Umframt tær ásetingar, sum eru gjørdar um stongdar leiðir í § 9 a í løgtingslóg nr. 28 frá 10.…
Umframt tær ásetingar, sum eru gjørdar um stongdar leiðir í § 9 a í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum og umframt ásetingarnar í kunngerð nr. 97 frá 10. juni 1996 við seinni broytingum um fiskiskapin á landleiðunum við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum, er ikki loyvt at veiða á leiðum við reiðskapi í tíðarskeiði, sum niðanfyri tilskilað: I. Í tíðarskeiðinum frá 15. februar til 31. mars, báðir dagar íroknaðir, er ikki loyvt at veiða við nøkrum veiðihætti, garnaveiða eftir havtasku tó undantikin, innanfyri linjur drignar millum hesi støð: 1. 61°40’00’’N, 08°25’00’’V 2. 61°54’00’’N, 08°40’00’’V 3. 61°54’00’’N, 07°25´30’’V 4. 61°42’30’’N, 07°10’00’’V 5. 61°40’00’’N, 07°16’00’’V II. Í tíðarskeiðinum frá 15. februar til 15. apríl, báðir dagar íroknaðir, er ikki loyvt at veiða við línu við línuskipum í bólki III samb. § 28 í løgtingslóg nr. 28 frá 10 mars 1994 við seinni broytingum innanfyri linjur drignar millum hesi støð: 1. 62°00’00’’N, 08°03’42’’V 2. 62°00’00’’N, 07°46’24’’V 3. 61°51’48’’N, 07°05´24’’V 4. 61°42’30’’N, 07°10’00’’V 5. 61°54’00’’N, 07°25’30’’V 6. 61°54’00’’N, 07°55’00’’V III. Í tíðarskeiðinum frá 15. februar til 15. apríl, báðir dagar íroknaðir, er ikki loyvt at veiða við línu við línuskipum í bólki III smb § 28 í løgtingslóg nr. 28 frá 10 mars 1994 við seinni broytingum millum 270° rættvísandi úr Koltursnakki (62°00'00"N, 07°00'00"V ) og 3450 rættvísandi úr Mýlingi (62018’11”N, 07012’30”V) og millum 6 fjórðingar og 12 fjórðingar úr grundlinjunum. IV. Í tíðarskeiðinum frá 1. februar til 1. apríl, báðir dagar íroknaðir, er ikki loyvt at veiða við nøkrum veiðihætti, garnaveiða eftir havtasku tó undantikin, millum 315° rættvísandi úr Barðinum (62°08'48"N, 07°26'00"V) og 360° rættvísandi úr Mýlingi (62°18'11"N 07°12'30"V) frá 12 fjórðingum úr grundlinjunum og út á linjur drignar millum hesi støðini og í hesi raðfylgju: 1. 62°32´00”N, 08°15’00”V 2. 62°46’00’’N, 07°12’30’’V V. Í tíðarskeiðinum frá 15. januar til 15. mai, báðir dagar íroknaðir, er ikki loyvt at veiða við troli millum 360° rættvísandi úr Mýlingi (62°18'11"N 07°12'30"V) og 360° rættvísandi úr Enniberg (62°23'49"N, 06°33'38"V) frá 12 fjórðingum úr grundlinjunum og út á linjur drignar millum hesi støðini og í hesi raðfylgju: 1. 62°46’00’’N, 07°12’30’’V 2. 62°48´00”N, 07°00’00”V 3. 62°50’00’’N, 06°33’38’’V VI. Í tíðarskeiðinum frá 15. februar til 15. apríl, báðir dagar íroknaðir, er ikki loyvt at veiða við nøkrum veiðihætti millum 3450 rættvísandi úr Mýlingi (62018’11”N, 07012’30”V) og 3600 rættvísandi úr Kallinum (62022’15”N, 06048’20”V) og millum 6 fjórðingar og 12 fjórðingar úr grundlinjunum. VII. Í tíðarskeiðinum frá 15. februar til 15. apríl, báðir dagar íroknaðir, er ikki loyvt at veiða við nøkrum veiðihætti millum 360° rættvísandi úr Enniberg (62°23'49"N, 06°33'38"V) og longdarstigið 06°00’00’’V millum 16 fjórðingar úr grundlinjunum og út á eina linju drigin millum hesi støðini og í hesi raðfylgju: 1. 62°45’00’’N, 06°33’38’’V 2. 62°37’00’’N, 06°00’00’’V og millum 360° rættvísandi úr Enniberg (62°23'49"N, 06°33'38"V) og longdarstigið 6°15’00’’V millum 12 fjórðingar úr grundlinjunum og 16 fjórðingar úr grundlinjunum VIII. Í tíðarskeiðinum frá 15. januar til 1. apríl, báðir dagar íroknaðir, er ikki loyvt at veiða við nøkrum veiðihætti innanfyri linjur drignar millum hesi støðini og í hesi raðfylgju: 1. 62°20'00"N 05°45'00"V 2. 62°20'00"N 05°25'00"V 3. 62°15'00"N 05°25'00"V 4. 62°09'00"N 05°40'00"V 5. 62°09'00"N 05°50'00"V
§ 2 Brot á hesa kunngerð verða revsað sambært lógini um vinnuligan fiskiskap og kann haraftrat allur…
Brot á hesa kunngerð verða revsað sambært lógini um vinnuligan fiskiskap og kann haraftrat allur fiskireiðskapur, so sum net, lemmar, wirar, línur og uppstandarar v.m. og fongur koma undir konfiskatión. Fiskifarið kann eisini heftast til rindingar av bót og kostnað.
§ 3 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð…
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 40 frá 28. mars 1994 við seinni broytingum.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.