Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
16. februar 1998 Nr. 18
Kunngerð um tíðaravmarkað veiðubann á gýtingarleiðum fyri skip úr Noreg og úr ES-londum, sum broytt við kunngerð nr. 8 frá 26. januar 1999
Við heimild í § 25 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum verður fyrisett:
§ 1 1) Umframt tær ásetingar, sum eru gjørdar í kunngerð nr. 7 frá 26. januar 1999 um ES-fiskiskapin…
1) Umframt tær ásetingar, sum eru gjørdar í kunngerð nr. 7 frá 26. januar 1999 um ES-fiskiskapin á ytru landleiðini eftir botnfiski og í kunngerð nr. 34 frá 8. mars 1995 um norska fiskiveiðu á ytru landleiðini við seinni broytingum er ikki loyvt skipum úr ES-londum ella úr Noreg at veiða á leiðum við reiðskapi í tíðarskeiði, sum niðanfyri tilskilað: 1. Í tíðarskeiðinum frá 15. februar til 31. mars, báðir dagar íroknaðir, er ikki loyvt at veiða við nøkrum veiðihætti, innanfyri linjur drignar millum hesi støð: 1. 61°40’00’’N, 08°25’00’’V 2. 61°54’00’’N, 08°40’00’’V 3. 61°54’00’’N, 07°25´30’’V 4. 61°42’30’’N, 07°10’00’’V 5. 61°40’00’’N, 07°16’00’’V 2. Í tíðarskeiðinum frá 15. februar til 15. apríl, báðir dagar íroknaðir, er ikki loyvt at veiða við línu innanfyri linjur drignar millum hesi støð: 1. 62°00’00’’N, 08°03’42’’V 2. 62°00’00’’N, 07°46’24’’V 3. 61°51’48’’N, 07°05´24’’V 4. 61°42’30’’N, 07°10’00’’V 5. 61°54’00’’N, 07°25’30’’V 6. 61°54’00’’N, 07°55’00’’V 3. Í tíðarskeiðinum frá 15. februar til 15. apríl, báðir dagar íroknaðir, er ikki loyvt at veiða við línu við línuskipum í bólki III smb. § 28 í løgtingslóg nr. 28 frá 10 mars 1994 við seinni broytingum millum 270° rættvísandi úr Koltursnakka (62°00'00"N, 07°00'00"V) og 3450 rættvísandi úr Mýlingi (62018’11”N, 07012’30”V) og millum 6 fjórðingar og 12 fjórðingar úr grundlinjunum. 4. Í tíðarskeiðinum frá 1. februar til 1. apríl, báðir dagar íroknaðir, er ikki loyvt at veiða við nøkrum veiðihætti, millum 315° rættvísandi úr Barðinum (62°08'48"N, 07°26'00"V) og 360° rættvísandi úr Mýlingi (62°18'11"N 07°12'30"V) frá 12 fjórðingum úr grundlinjunum og út á linjur drignar millum hesi støðini og í hesi raðfylgju: 1. 62°32´00”N, 08°15’00”V 2. 62°46’00’’N, 07°12’30’’V 5. Í tíðarskeiðinum frá 15. januar til 15. mai, báðir dagar íroknaðir, er ikki loyvt at veiða við troli millum 360° rættvísandi úr Mýlingi (62°18'11"N 07°12'30"V) og 360° rættvísandi úr Ennibergi (62°23'49"N, 06°33'38"V) frá 12 fjórðingum úr grundlinjunum og út á linjur drignar millum hesi støðini og í hesi raðfylgju: 1. 62°46’00’’N, 07°12’30’’V 2. 62°48´00”N, 07°00’00”V 3. 62°50’00’’N, 06°33’38’’V 6. Í tíðarskeiðinum frá 15. februar til 15. apríl, báðir dagar íroknaðir, er ikki loyvt at veiða við nøkrum veiðihætti millum 3450 rættvísandi úr Mýlingi (62018’11”N, 07012’30”V) og 3600 rættvísandi úr Kallinum (62022’15”N, 06048’20”V) og millum 6 fjórðingar og 12 fjórðingar úr grundlinjunum. 7. Í tíðarskeiðinum frá 15. februar til 15. apríl, báðir dagar íroknaðir, er ikki loyvt at veiða við nøkrum veiðihætti millum 360° rættvísandi úr Ennibergi (62°23'49"N, 06°33'38"V) og longdarstigið 06°00’00’’V millum 16 fjórðingar úr grundlinjunum og út á eina linju drigin millum hesi støðini og í hesi raðfylgju: 1. 62°44’00’’N, 06°30’00’’V 2. 62°37’00’’N, 06°00’00’’V og millum 360° rættvísandi úr Ennibergi (62°23'49"N, 06°33'38"V) og longdarstigið 6°15’00’’V millum 12 fjórðingar úr grundlinjunum og 16 fjórðingar úr grundlinjunum. 8. Í tíðarskeiðinum frá 15. januar til 1. apríl, báðir dagar íroknaðir, er ikki loyvt at veiða við nøkrum veiðihætti innanfyri linjur drignar millum hesi støðini og í hesi raðfylgju: 1. 62°20'00"N 05°45'00"V 2. 62°20'00"N 05°25'00"V 3. 62°15'00"N 05°25'00"V 4. 62°09'00"N 05°40'00"V 5. 62°09'00"N 05°50'00"V
§ 2 Brot á hesa kunngerð verða revsað sambært § 40 í lógini um vinnuligan fiskiskap
Brot á hesa kunngerð verða revsað sambært § 40 í lógini um vinnuligan fiskiskap.
§ 3 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fara úr gildi…
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fara úr gildi kunngerð nr. 22 og nr. 23 frá 11. mars 1992 við seinni broytingum. 1) Broytt við kunngerð nr. 8 frá 26. januar 1999.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.