Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
26. januar 1999 Nr. 8
Kunngerð um broyting í kunngerð um tíðaravmarkað veiðubann á gýtingarleiðum fyri skip úr Noreg og ES-londum
§ 1 Í kunngerð nr. 18 frá 16. februar 1998 um tíðaravmarkað veiðubann á gýtingarleiðum fyri skip úr…
Í kunngerð nr. 18 frá 16. februar 1998 um tíðaravmarkað veiðubann á gýtingarleiðum fyri skip úr Noreg og ES-londum verður § 1, 1. punktum orðað soleiðis: “Umframt tær ásetingar, sum eru gjørdar í kunngerð nr. 7 frá 26. januar 1999 um ES-fiskiskapin á ytru landleiðini eftir botnfiski og í kunngerð nr. 34 frá 8. mars 1995 um norska fiskiveiðu á ytru landleiðini við seinni broytingum er ikki loyvt skipum úr ES-londum ella úr Noreg at veiða á leiðum við reiðskapi í tíðarskeiði, sum niðanfyri tilskilað.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fiskimálastýrið, 26. januar 1999 Jørgen Niclasen (sign.) landsstýrismaður / Heðin Weihe (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.