Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

20. desember 2023 Nr. 164

Kunngerð um samsýning til fosturforeldur í 2024

Við heimild í § 29, stk. 5 í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd (Barnaverndarlógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 166 frá 12. desember 2020, verður ásett:

Javningarprosent 2024

§ 1 Sambært kunngerð um javningarprosent til almannaveitingar 2024 er javningarprosentið 3,8%

Sambært kunngerð um javningarprosent til almannaveitingar 2024 er javningarprosentið 3,8%. Samsýning

§ 2 Fosturforeldur fáa eina samsýning áljóðandi 128,77 kr. um samdøgrið fyri hvørt fosturbarn

Fosturforeldur fáa eina samsýning áljóðandi 128,77 kr. um samdøgrið fyri hvørt fosturbarn. Vistarhald og klæði

§ 3 Eitt fast gjald um samdøgrið verður rindað til vistarhald og klæði til barnið. Tá upp til 2 børn…

Eitt fast gjald um samdøgrið verður rindað til vistarhald og klæði til barnið. Tá upp til 2 børn eru í somu fosturfamilju, er gjaldið fyri hvørt barnið ávikavist 169,55 kr. til børn undir 10 ár, og 178,48 kr. til børn 10 ár og eldri. Tá fleiri enn 2 børn eru í somu fosturfamilju, er gjaldið 158,08 kr. fyri hvørt barnið. Lummapeningur

§ 4 Eitt fast gjald verður um vikuna rindað til lummapening til barnið. Tá barnið er

Eitt fast gjald verður um vikuna rindað til lummapening til barnið. Tá barnið er: 1) 3-6 ár er gjaldið 42,90 kr. 2) 7-10 ár er gjaldið 91,16 kr. 3) 11-13 ár er gjaldið 117,98 kr. 4) 14-15 ár er gjaldið 187,69 kr. 5) 16 ár og eldri er gjaldið 294,94 kr. Útreiðslur til stovnan og útbúnað

§ 5 Útreiðslur til stovnan og útbúnað í sambandi við fosturuppihald kunnu rindast fosturforeldrum, tá…

Útreiðslur til stovnan og útbúnað í sambandi við fosturuppihald kunnu rindast fosturforeldrum, tá ið barnið verður latið teimum, við upp til 8.906,22 kr. Fosturforeldur í Danmark

§ 6 Um barn verður sent til fosturforeldur í Danmark, eru donsku upphæddirnar fyri samsýning,…

Um barn verður sent til fosturforeldur í Danmark, eru donsku upphæddirnar fyri samsýning, lummapening, stovnan og útbúnað galdandi. Ymisk arbeiðsmarknaðargjøld

§ 7 Afturat samsýningini í § 2 verður lagt gjald til arbeiðsloysisskipanina, gjald til…

Afturat samsýningini í § 2 verður lagt gjald til arbeiðsloysisskipanina, gjald til barsilsgrunnin, gjald til arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin og bundna eftirlønargjaldið sambært § 2 í løgtingslóg um eftirløn. Trupul børn og pinkubørn

§ 8 Um talan er um eitt sera trupult barn, kunnu fosturforeldrini samsýnast við upp til tríggjar…

Um talan er um eitt sera trupult barn, kunnu fosturforeldrini samsýnast við upp til tríggjar ferðir samsýningini sambært § 2, umframt eina ferð føstu gjøldini í §§ 3 og 4. Stk. 2. Um talan er um eitt óvanliga trupult barn, sum tí krevur heilt serliga røkt frá fosturforeldrunum, kunnu fosturforeldrini samsýnast við upp til sjey ferðir samsýningini sambært § 2, umframt eina ferð føstu gjøldini í §§ 3 og 4.

§ 9 Um talan er um eitt pinkubarn undir eitt ár, kunnu fosturforeldrini samsýnast við upp til sjey…

Um talan er um eitt pinkubarn undir eitt ár, kunnu fosturforeldrini samsýnast við upp til sjey ferðir samsýningini sambært § 2, umframt eina ferð føstu gjøldini í §§ 3 og 4.

§ 10 Samsýning sambært §§ 8 og 9 kann bert veitast í 3 mánaðir í senn. Eftir hetta tíðarskeið skal…

Samsýning sambært §§ 8 og 9 kann bert veitast í 3 mánaðir í senn. Eftir hetta tíðarskeið skal metast, um tiltakið virkar eftir ætlan, og um ráðiligt er at halda áfram við tiltakinum. Gildiskoma og úrgildisseting

§ 11 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi fyri útgjald av…

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi fyri útgjald av veitingum frá og við januar mánað 2024. Stk. 2. Kunngerð nr. 150 frá 14. desember 2022 um samsýning til fosturforeldur í 2023 fer úr gildi 1. januar 2024. Barna- og útbúgvingarmálaráðið, 20. desember 2023 Djóni Nolsøe Joensen (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
samsýning til fosturforeldur í 2025 · innanhýsis
Áður galdandi · 10. desember 2024
Avtøkur
samsýning til fosturforeldur í 2023 · innanhýsis
Áður galdandi · 14. desember 2022

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙