Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

14. desember 2022 Nr. 150

Kunngerð um samsýning til fosturforeldur í 2023

Við heimild í § 29, stk. 5 í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd (Barnaverndarlógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 166 frá 12. desember 2020, verður ásett:

Javningarprosent 2023

§ 1 Sambært kunngerð um javningarprosent til almannaveitingar 2023 er javningarprosentið 1,25%

Sambært kunngerð um javningarprosent til almannaveitingar 2023 er javningarprosentið 1,25%. Samsýning

§ 2 Fosturforeldur fáa eina samsýning áljóðandi 124,05 kr. um samdøgrið fyri hvørt fosturbarn

Fosturforeldur fáa eina samsýning áljóðandi 124,05 kr. um samdøgrið fyri hvørt fosturbarn. Vistarhald og klæði

§ 3 Eitt fast gjald um samdøgrið verður rindað til vistarhald og klæði til barnið. Tá upp til 2 børn…

Eitt fast gjald um samdøgrið verður rindað til vistarhald og klæði til barnið. Tá upp til 2 børn eru í somu fosturfamilju, er gjaldið fyri hvørt barnið ávikavist 163,35 kr. til børn undir 10 ár, og 171,94 kr. til børn 10 ár og eldri. Tá fleiri enn 2 børn eru í somu fosturfamilju, er gjaldið 152,29 kr. fyri hvørt barnið. Lummapeningur

§ 4 Eisini verður eitt fast gjald um vikuna rindað til lummapening til barnið. Tá barnið er

Eisini verður eitt fast gjald um vikuna rindað til lummapening til barnið. Tá barnið er: 1) 3-6 ár er gjaldið 41,33 kr. 2) 7-10 ár er gjaldið 87,83 kr. 3) 11-13 ár er gjaldið 113,66 kr. 4) 14-15 ár er gjaldið 180,82 kr. 5) 16 ár og eldri er gjaldið 284,15 kr. Útreiðslur til stovnan og útbúnað

§ 5 Útreiðslur til stovnan og útbúnað í sambandi við fosturuppihald kunnu rindast fosturforeldrum, tá…

Útreiðslur til stovnan og útbúnað í sambandi við fosturuppihald kunnu rindast fosturforeldrum, tá ið barnið verður latið teimum, við upp til 8.580,17 kr. Fosturforeldur í Danmark

§ 6 Um barn verður sent til fosturforeldur í Danmark, eru donsku upphæddirnar fyri samsýning,…

Um barn verður sent til fosturforeldur í Danmark, eru donsku upphæddirnar fyri samsýning, lummapening, stovnan og útbúnað galdandi. Ymisk arbeiðsmarknaðargjøld

§ 7 Afturat samsýningini í § 2 verður lagt gjald til arbeiðsloysisskipanina, gjald til…

Afturat samsýningini í § 2 verður lagt gjald til arbeiðsloysisskipanina, gjald til barsilsgrunnin, gjald til arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin og bundna eftirlønargjaldið sambært § 2 í løgtingslóg um eftirløn. Trupul børn og pinkubørn

§ 8 Um talan er um eitt sera trupult barn, kunnu fosturforeldrini samsýnast við upp til tríggjar…

Um talan er um eitt sera trupult barn, kunnu fosturforeldrini samsýnast við upp til tríggjar ferðir samsýningini sambært § 2, umframt eina ferð føstu gjøldini í §§ 3 og 4. Stk. 2. Um talan er um eitt óvanliga trupult barn, sum tí krevur heilt serliga røkt frá fosturforeldrunum, kunnu fosturforeldrini samsýnast við upp til sjey ferðir samsýningini sambært § 1, umframt eina ferð føstu gjøldini í §§ 3 og 4.

§ 9 Um talan er um eitt pinkubarn undir eitt ár, kunnu fosturforeldrini samsýnast við upp til sjey…

Um talan er um eitt pinkubarn undir eitt ár, kunnu fosturforeldrini samsýnast við upp til sjey ferðir samsýningini sambært § 2, umframt eina ferð føstu gjøldini í §§ 3 og 4.

§ 10 Samsýning sambært §§ 8 og 9 kann bert veitast í 3 mánaðir í senn. Eftir hetta tíðarskeið skal…

Samsýning sambært §§ 8 og 9 kann bert veitast í 3 mánaðir í senn. Eftir hetta tíðarskeið skal metast, um tiltakið virkar eftir ætlan, og um ráðiligt er at halda áfram við tiltakinum. Gildiskoma og úrgildisseting

§ 11 Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi fyri útgjald av…

Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi fyri útgjald av veitingum frá og við januar mánað 2023. Stk. 2. Kunngerð nr. 69 frá 19. mai 2006 um samsýning til fosturforeldur fer úr gildi 1. janaur 2023. Almannamálaráðið, 14. desember 2022 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður / Eyðun Mohr Hansen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
samsýning til fosturforeldur í 2024 · innanhýsis
Áður galdandi · 20. desember 2023

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙