Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
19. desember 2013 Nr. 164
Kunngerð um hvussu eftirløn og eftirlønarskattur verða rindað, sum broytt við kunngerð nr. 16 frá 14. mars 2017
Við heimild í § 12, stk. 10 í løgtingslóg nr. 49 frá 14. mai 2013 um eftirløn verður ásett:
Eftirlønargjald í sambandi við lønarflyting frá føroyskum arbeiðsgevara
§ 1 Tað áliggur arbeiðsgevara, ið flytur løn til persón, sum hevur skyldu at rinda til eftirløn sbrt.…
Tað áliggur arbeiðsgevara, ið flytur løn til persón, sum hevur skyldu at rinda til eftirløn sbrt. eftirlønarlógini, at flutt verður í samsvari við ásetingarnar í eftirlønarlógini. Stk. 2. 1) Saman við hvørjari lønarflyting skal verða flutt eitt eftirlønargjald, sum í minsta lagi samsvarar við tann niðanfyri standandi prosentpartin av A-inntøkuni: 1) Frá 1. januar 2014: 1 prosent. 2) Frá 1. januar 2015: 2 prosent. 3) Frá 1. januar 2016: 2 prosent. 4) Frá 1. januar 2017: 3 prosent. 5) Frá 1. januar 2018: 4 prosent. 6) Frá 1. januar 2019: 5 prosent. 7) Frá 1. januar 2020: 6 prosent. 8) Frá 1. januar 2021: 7 prosent. 9) Frá 1. januar 2022: 8 prosent. 10) Frá 1. januar 2023: 9 prosent. 11) Frá 1. januar 2024: 10 prosent. 12) Frá 1. januar 2025: 11 prosent. 13) Frá 1. januar 2026: 12 prosent. 14) Frá 1. januar 2027: 13 prosent. 15) Frá 1. januar 2028: 14 prosent. 16) Frá 1. januar 2029: 15 prosent. Stk. 3. Løn, ið verður flutt uttan nøktandi eftirlønargjald, verður afturvíst og fer sostatt ikki gjøgnum afturhaldsskipanina hjá TAKS. Hetta er tó ikki galdandi fyri §§ 2 og 3. Lønarflytingar, sum kunnu fara fram umvegis afturhaldsskipanina hjá TAKS uttan nøktandi eftirlønargjald
§ 2 1) Niðanfyri nevndu flytingar kunnu fara gjøgnum afturhaldsskipanina hjá TAKS uttan tað í § 1,…
1) Niðanfyri nevndu flytingar kunnu fara gjøgnum afturhaldsskipanina hjá TAKS uttan tað í § 1, stk. 2 ásetta minsta inngjald: 1) Lønarflyting til persón, sum er føddur fyri 1. januar 1954. 2) Lønarflyting til persón í starvi, har hann vinnur rætt til tænastumannaeftirløn. 3) Lønarflyting til persón, ið hevur nátt fólkapensjónsaldur sbrt. lóg um almannapensjónir. 4) Lønarflyting til persón, ið er yngri enn 21 ár. 5) Flyting til persón, sum longu hevur rindað samanlagt 150.000 kr. í eftirlønargjaldi í árinum. 6) Lønarflyting, ið hevur við sær eftirlønargjald, sum er minni enn 30 kr., tað vil siga lønarflyting, har samlaða upphæddin, ið flutt verður, er minni enn tann niðanfyri ásetta minstaupphædd: a) Frá 1. januar 2014: 3.000 kr. b) Frá 1. januar 2015: 1.500 kr. c) Frá 1. januar 2016: 1.500 kr. d) Frá 1. januar 2017: 1.000 kr. e) Frá 1. januar 2018: 750 kr. f) Frá 1. januar 2019: 600 kr. g) Frá 1. januar 2020: 500 kr. h) Frá 1. januar 2021: 429 kr. i) Frá 1. januar 2022: 375 kr. j) Frá 1. januar 2023: 334 kr. k) Frá 1. januar 2024: 300 kr. l) Frá 1. januar 2025: 273 kr. m) Frá 1. januar 2026: 250 kr. n) Frá 1. januar 2027: 231 kr. o) Frá 1. januar 2028: 215 kr. p) Frá 1. januar 2029: 200 kr. Lønarflytingar, sum skulu fara fram umvegis afturhaldsskipanina hjá TAKS uttan eftirlønargjald
§ 3 Niðanfyri nevndu flytingar skulu fara gjøgnum afturhaldsskipanina hjá TAKS uttan eftirlønargjald…
Niðanfyri nevndu flytingar skulu fara gjøgnum afturhaldsskipanina hjá TAKS uttan eftirlønargjald sbrt. eftirlønarlógini: 1) Lønarflyting til persón, sum fær fólkapensjón sbrt. lóg um almannapensjónir. 2) Lønarflyting til persón, sum ikki hevur fulla skattskyldu til Føroyar. 3) Lønarflyting til persón í tíðaravmarkaðum starvi, har TAKS hevur játtað umsókn um frítøku sbrt. § 1, stk. 5 í eftirlønarlógini. 4) Lønarflyting til persón, sum vegna sjúku er undantikin eftirlønargjaldi sbrt. § 9, stk. 5 í eftirlønarlógini. 5) Allar peningaupphæddir, nevndar í § 3 í eftirlønarlógini. 6) Lønarflyting til persón, sum fær útgoldið eftirløn sbrt. eftirlønarlógini. Stk. 2. Verður eftirlønargjald sbrt. eftirlønarlógini flutt teimum í stk. 1. nevndu persónum, verður flytingin afturvíst av TAKS. Eftirlønargjald av B-inntøku
§ 4 Persónur við B-inntøku skal rinda eftirlønargjald sbrt. eftirlønarlógini
Persónur við B-inntøku skal rinda eftirlønargjald sbrt. eftirlønarlógini. Stk. 2. Hevur persónur við B-inntøku einans skyldu til at rinda eftirlønargjald ein part av árinum, verður bundna eftirlønargjaldið, ið skal rindast av B-inntøkuni, lækkað við einum prosentparti, ið samsvarar við lutfallið millum samlaða dagatalið uttan eftirlønarskyldu og 365. Stk. 3. Í sambandi við ársuppgerð verður staðfest, um nøktandi eftirlønarinngjald er goldið. Manglandi eftirlønarinngjald skal rindast í seinasta lagi 1. november árið eftir inntøkuárið. Verður eftirlønargjald ikki rindað rættstundis, kann TAKS fara fram eftir § 2, stk. 7 í eftirlønarlógini. Stk. 4. Um eftirlønarsamansparari ikki kann vísa á eina eftirlønaravtalu, verður eftirlønarupphæddin sett á depotkontu hjá TAKS, og farið verður fram sbrt. § 16 A í eftirlønarlógini. Lækking fyri útlendskan skatt
§ 5 Er skattur rindaður uttanlands av inntøku, sum eftirlønargjald er rindað av, verður…
Er skattur rindaður uttanlands av inntøku, sum eftirlønargjald er rindað av, verður eftirlønarskattaprosentið sbrt. § 12, stk. 2 í eftirlønarlógini lækkað við lutfallinum millum samlaða skattin, sum er rindaður uttanlands, og samlaðu uttanlandsinntøkuna. Lækkingin kann tó í mesta lagi samsvara við eftirlønarskattaprosentið sbrt. § 12, stk. 2 í eftirlønarlógini. Gildiskoma
§ 6 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2014
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2014. Fíggjarmálaráðið, 19. desember 2013 Jørgen Niclasen (sign.) landsstýrismaður / Bjarni Askham Bjarnason (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 16 frá 14. mars 2017.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.