Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
14. mars 2017 Nr. 16
Kunngerð um broyting í kunngerð um hvussu eftirløn og eftirlønarskattur verða rindað
(Broyting í prosentstigum)
§ 1 Í kunngerð nr. 164 frá 19. desember 2013 um hvussu eftirløn og eftirlønarskattur verða rindað…
Í kunngerð nr. 164 frá 19. desember 2013 um hvussu eftirløn og eftirlønarskattur verða rindað verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 1, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Saman við hvørjari lønarflyting skal verða flutt eitt eftirlønargjald, sum í minsta lagi samsvarar við tann niðanfyri standandi prosentpartin av A-inntøkuni: 1) Frá 1. januar 2014: 1 prosent. 2) Frá 1. januar 2015: 2 prosent. 3) Frá 1. januar 2016: 2 prosent. 4) Frá 1. januar 2017: 3 prosent. 5) Frá 1. januar 2018: 4 prosent. 6) Frá 1. januar 2019: 5 prosent. 7) Frá 1. januar 2020: 6 prosent. 8) Frá 1. januar 2021: 7 prosent. 9) Frá 1. januar 2022: 8 prosent. 10) Frá 1. januar 2023: 9 prosent. 11) Frá 1. januar 2024: 10 prosent. 12) Frá 1. januar 2025: 11 prosent. 13) Frá 1. januar 2026: 12 prosent. 14) Frá 1. januar 2027: 13 prosent. 15) Frá 1. januar 2028: 14 prosent. 16) Frá 1. januar 2029: 15 prosent.” 2. § 2, nr. 6 verður orðað soleiðis: “6) Lønarflyting, ið hevur við sær eftirlønargjald, sum er minni enn 30 kr., tað vil siga lønarflyting, har samlaða upphæddin, ið flutt verður, er minni enn tann niðanfyri ásetta minstaupphædd: a) Frá 1. januar 2014: 3.000 kr. b) Frá 1. januar 2015: 1.500 kr. c) Frá 1. januar 2016: 1.500 kr. d) Frá 1. januar 2017: 1.000 kr. e) Frá 1. januar 2018: 750 kr. f) Frá 1. januar 2019: 600 kr. g) Frá 1. januar 2020: 500 kr. h) Frá 1. januar 2021: 429 kr. i) Frá 1. januar 2022: 375 kr. j) Frá 1. januar 2023: 334 kr. k) Frá 1. januar 2024: 300 kr. l) Frá 1. januar 2025: 273 kr. m) Frá 1. januar 2026: 250 kr. n) Frá 1. januar 2027: 231 kr. o) Frá 1. januar 2028: 215 kr. p) Frá 1. januar 2029: 200 kr.“
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fíggjarmálaráðið, 14. mars 2017 Kristina Háfoss (sign.) landsstýrismaður / Bjarni Askham Bjarnason (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.