Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
21. desember 2009 Nr. 163
Kunngerð um yvirvøku og tálming av lúsum á alifiski, sum seinast broytt við kunngerð nr. 108 frá 8. desember 2014
Við heimild í § 9 og § 48, stk. 2 í løgtingslóg nr. 16 frá 23. februar 2001 um djórasjúkur verður ásett:
§ 1 Kunngerðin ásetur reglur um yvirvøku og tálming av lúsum á alifiski
Kunngerðin ásetur reglur um yvirvøku og tálming av lúsum á alifiski.
§ 2 Í hesi kunngerð merkir
Í hesi kunngerð merkir: 1) Alifiskur: Laksafiskur (Salmonidae) og havfiskasløg, sum verða ald á alistøðum á landi og alistøðum á sjónum. 2) Lús á alifiski: Lús av sløgunum laksalús (Lepeophterius salmonis), seiðalús (Caligus elongatus) og toskalús (Caligus curtus). 3) Vaksin kvennlús: Kynsbúgvin kvennlús við ella uttan eggjasekkir. 4) Lús á menningarstigi, sum rørir seg: Vaksin ella hálvvaksin (præadult) lús. 5) Varrafiskar. Ymisk fiskasløg av varrafiskaætt (Labridae), sum kunnu nýtast til at halda talinum á lúsum niðri í einum alibrúki. 6) Viðgerð: Avlúsing við heilivági, annaðhvørt við baði ella fóðri, ella aðrir hættir at beina burtur lýs, undir hesum eisini mekanisk burturbeining. 7) Alifjørður: Ein fjørður, ein vík, eitt sund ella eitt annað allýst avmarkað øki, har ein ella fleiri alistøðir á sjónum ella á landi hava loyvi at ala matfisk. 8) Alibrúk: Lívfiskastøð, smoltstøð, alistøð ella onnur støð, har fiskur verður aldur. 9) Alistøð: Alistøð á landi ella sjónum, har matfiskur verður aldur. 10) Alistøð á landi: Alistøð, har aling av matfiski fer fram í innpumpaðum sjógvi í kari, tanga el.tíl. á landi. 11) Alistøð á sjónum: Alistøð, har aling av matfiski fer fram á flótandi alianleggi á sjónum á einum ella fleiri aliøkjum við tilhoyrandi landstøð. 12) Fiskaeind: Fiskur í einum aliringi, alibúri, tanga, kari el.tíl.
§ 3 Teljing og skráseting av laksalúsum og seiðalúsum á laksi og ælabogasílum skal verða gjørd eftir…
Teljing og skráseting av laksalúsum og seiðalúsum á laksi og ælabogasílum skal verða gjørd eftir skrivligari vegleiðing frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni í minsta lagi 14. hvønn dag í tíðarskeiðinum frá 1. mai og til 31. desember og í minsta lagi 1 ferð um mánaðin frá 1. januar til 30. apríl. Stk. 2. Teljast og skrásetast skulu 1) tal á kynsbúnum kvennlúsum, 2) tal á lúsum, sum røra seg, og 3) tal á fastsitandi lúsum. Stk. 3. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann áleggja teljing, skráseting og fráboðan av øðrum lúsum á alistøðum. Stk. 4. Úrslitini av lúsateljingunum á alifiski skulu verða skrásett í rakstrardagbókini á alibrúkinum og skulu verða fráboðað Heilsufrøðiligu starvsstovuni eftir galdandi reglum um sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum. Skráseting og fráboðan skulu verða framd í seinasta lagi dagin eftir, at teljingin er gjørd.
§ 4 Hesi markvirði verða sett fyri laksalýs, roknað sum miðaltalið á lúsum á øllum fiskunum, sum eru…
Hesi markvirði verða sett fyri laksalýs, roknað sum miðaltalið á lúsum á øllum fiskunum, sum eru tiknir til kanningar í hvørjari alistøð sær: 1) Fleiri enn 2 vaksnar kvennlýs, ella 2) fleiri enn 10 lýs á menningarstigi, sum røra seg. Stk. 2. Verður farið upp um markvirðini í stk. 1 fyri laksalýs á alifiski, skal Heilsufrøðiliga starvsstovan beinanvegin hava fráboðan um hetta.
§ 5 Í alibrúkum, har farið er upp um markvirðini í § 4, skal verða viðgjørt fyri lýs í øllum…
Í alibrúkum, har farið er upp um markvirðini í § 4, skal verða viðgjørt fyri lýs í øllum fiskaeindum í viðkomandi alibrúki. Viðgerðin skal byrja sum skjótast, eftir at lúsatrupulleikin er staðfestur, og skal vera liðug í seinasta lagi 14 dagar seinni. Stk. 2. Landsdjóralæknin kann krevja, at viðgjørt verður samstundis fyri lýs á alifiski í øllum fiskaeindum, ið liggja í sama alifjørði sum alibrúkið, har lúsatrupulleikin, sbr. § 4, er staðfestur. Stk. 3. Landsdjóralæknin kann krevja, at viðgjørt verður samstundis fyri lýs í fleiri alifirðum, um tað verður mett neyðugt við samskipan fyri at tálma lýsnum. Stk. 4. Landsdjóralæknin kann krevja samskipaða brakklegging fyri fleiri alifirðir, um tað verður mett neyðugt við samskipan fyri at tálma lýsnum. Stk. 5. Landsdjóralæknin kann geva loyvi til, at viðgerðin verður útsett í teimum førum, har talið á lúsum bert í lítlan mun er farið upp um markvirðini í § 4, um tað kann væntast, at tað ber til á annan hátt at minka um talið á lúsum, t.d. við at flyta alibrúkið har, sum meira rák er ella við at nýta ymsar varrafiskar, har samskipað avlúsing er fyri framman ella um fiskurin verður tikin skjótt eftir hetta. Stk. 6. Viðgerast skal á tann hátt, at fiskurin fær ta terapeutisku nøgdina, sum er lýst í leiðbeiningini um evnið, í allari viðgerðartíðini. Eisini skal tryggjast, at fiskurin ikki fær ov stóran skamt, at fiskurin fær rætta nøgd av súrevni undir viðgerðini og at fiskurin annars ikki fær mein av viðgerðini. Stk. 7. 1) Frá 1. mai 2012 skal øll baðiviðgerð fremjast í afturlatnum eindum. Stk. 8. 1) Til 1. mai 2012 kann baðiviðgerð fremjast við skjúrti. Um skjúrt verður nýtt, skal nótin hálast upp til minst 2 metrar yvir dýpdina á skjúrtinum. Øll skoyti skulu vera tøtt. Stk. 9. Áðrenn viðgjørt verður við fóðri skal tryggjast, at fiskurin tekur fóður til sín. Stk. 10. 2) Heilsufrøðiliga starvsstovan kann gera frávik frá kravi um viðgerð fyri lýs á alifiski, sbr. § 4, til fiskaeindir ella alibrúk, sum eru í ferð við at slátra út, ella har útslátring skal fara fram, áðrenn afturhaldstíðin fyri viðkomandi lúsaheilivág er farin.
§ 6 2) Úrslitið av hvørjari viðgerð skal eftirmetast. Nýggj lúsateljing skal gerast beint eftir at…
2) Úrslitið av hvørjari viðgerð skal eftirmetast. Nýggj lúsateljing skal gerast beint eftir at viðgerðin er liðug sbrt. vegleiðing frá framleiðara. Um viðgerðin er ófullfíggjað í mun til tað, sum væntast kann fyri viðgerðarevnið, ið nýtt verður, skal orsøkin greinast. Stk. 2. Ófullfíggjað viðgerð, illgruni um mótstøðuføri og ávísing av mótstøðuføri skulu verða fráboðað Heilsufrøðiligu starvsstovuni beinanvegin. Stk. 3. Um illgruni er um mótstøðuføri ella um mótstøðuføri er ávíst, skal viðgerast av nýggjum við einum øðrum evni. Stk. 4. Um onnur evni heldur ikki geva eina fullfíggjaða viðgerð, ella onnur evni av øðrum orsøkum ikki kunnu nýtast, kann landsdjóralæknin áleggja tiltøk, íroknað slátur ella burturbeining av fiskinum, fyri at forða fyri spjaðing av laksalúsum.
§ 6 a 2) Hevur eitt alibrúk ofta lúsateljingar, sum fara upp um markvirðið, nógvar lúsaviðgerðir í mun…
2) Hevur eitt alibrúk ofta lúsateljingar, sum fara upp um markvirðið, nógvar lúsaviðgerðir í mun til alibrúk í Føroyum annars ella ófullfíggjaðar viðgerðir, kann landsdjóralæknin avgera, at talið av smoltum ikki skal vera hækkað í mun til seinastu útseting, ella avgera, at talið av útsettum smoltum skal vera lækkað.
§ 7 Øll alibrúk skulu, sum partur av tilbúgvingarætlanini, sum er lýst í Kunngerð nr. 135 frá 26.…
Øll alibrúk skulu, sum partur av tilbúgvingarætlanini, sum er lýst í Kunngerð nr. 135 frá 26. oktober 2009 um sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum (Rakstrarkunngerðin), hava eina ætlan um tálming av lúsum. Skjalprógvast skal, at ein tálming sbrt. § 23 í Rakstrarkunngerðini kann fara fram. Ætlanin skal í minsta lagi innihalda: 1) Mannagongd fyri lúsateljing, 2) mannagongd fyri viðgerð og viðgerðarhættir, undir hesum eisini samskipan av viðgerðum, og 3) mannagongd fyri eftirmeting av viðgerð.
§ 8 Avgerðir, tiknar av Heilsufrøðiligu starvsstovuni ella landsdjóralæknanum sambært hesi kunngerð,…
Avgerðir, tiknar av Heilsufrøðiligu starvsstovuni ella landsdjóralæknanum sambært hesi kunngerð, kunnu kærast til Vinnukærunevndina.
§ 9 Um ikki hægri revsing er uppiborin eftir aðrari lóggávu, verður við bót revsaður tann, sum
Um ikki hægri revsing er uppiborin eftir aðrari lóggávu, verður við bót revsaður tann, sum 1) brýtur reglurnar í § 3, § 4, stk. 2, § 5, stk. 1) § 5, stk. 6-9, § 6, stk. 2-3, ella 2) ikki ger eftir boðum eftir § 5, stk. 2, § 6, stk. 4.
§ 10 Revsiábyrgd kann verða áløgd løgfrøðiligum persónum sbrt. reglunum í 5. kapitli í revsilógini
Revsiábyrgd kann verða áløgd løgfrøðiligum persónum sbrt. reglunum í 5. kapitli í revsilógini.
§ 11 Heimildin hjá landsstýrismanninum eftir § 50 í djórasjúkulógini at avgera revsimál uttan…
Heimildin hjá landsstýrismanninum eftir § 50 í djórasjúkulógini at avgera revsimál uttan rættarsókn verður løgd Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
§ 12 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnumálaráðið, 21. desember 2009 Johan Dahl (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 29 frá 18. apríl 2011. 2) Broytt við kunngerð nr. 108 frá 8. desember 2014.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(3)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
3 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.