Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

8. desember 2014 Nr. 108

Kunngerð um broyting í kunngerð um yvirvøku og tálming av lúsum á alifiski

§ 1 Í kunngerð nr. 163 frá 21. desember 2009 um yvirvøku og tálming av lúsum á alifiski, sum broytt…

Í kunngerð nr. 163 frá 21. desember 2009 um yvirvøku og tálming av lúsum á alifiski, sum broytt við kunngerð nr. 29 frá 18. apríl 2011, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 5, stk. 10 verður “geva undantaksloyvi til viðgerð” broytt til: “gera frávik frá kravi um viðgerð”. 2. § 6, stk. 1, síðsta pkt. verður orðað soleiðis: “Um viðgerðin er ófullfíggjað í mun til tað, sum væntast kann fyri viðgerðarevnið, ið nýtt verður, skal orsøkin greinast.” 3. Aftaná § 6 verður sett: “§ 6 a. Hevur eitt alibrúk ofta lúsateljingar, sum fara upp um markvirðið, nógvar lúsaviðgerðir í mun til alibrúk í Føroyum annars ella ófullfíggjaðar viðgerðir, kann landsdjóralæknin avgera, at talið av smoltum ikki skal vera hækkað í mun til seinastu útseting, ella avgera, at talið av útsettum smoltum skal vera lækkað.”

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd Vinnumálaráðið, 8. desember 2014 Johan Dahl (sign.) landsstýrismaður / Bjørgfríð Ludvig (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙