Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
9. desember 2020 Nr. 161
Kunngerð um ískoyti til gjald fyri veiting hjá privatstarvandi fysioterapeuti, sum broytt við kunngerð nr. 104 frá 21. mai 2025
Við heimild í § 8, stk. 4 í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 13 frá 16. mars 2015, verður ásett:
§ 1 1) Heilsutrygd kann rinda ískoyti til veiting frá privatstarvandi fysioterapeuti, eftir ávísing…
1) Heilsutrygd kann rinda ískoyti til veiting frá privatstarvandi fysioterapeuti, eftir ávísing frá lækna, sum starvast í føroyska sjúkrahúsverkinum ella lækna, sum starvast á Heilsumiðstøð. Stk. 2. Er talan um persón yngri enn 18 ár, sum hevur likamligt brek ella varandi sjúku, ið hevur við sær munandi avleiðingar í gerandisdegnum, kann serlækni í pædiatri ávísa til fleiri viðgerðir, sambært sáttmálanum millum Fysioterapeutfelag Føroya og Fíggjarmálaráðið. Tílík ávísing kann útskrivast fyri 2 ár í senn.
§ 2 Fysioterapeutisk veiting skal verða veitt samsvarandi treytunum, sum eru ásettar í sáttmála…
Fysioterapeutisk veiting skal verða veitt samsvarandi treytunum, sum eru ásettar í sáttmála millum Fysioterapeutfelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.
§ 3 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Heilsumálaráðið, 9. desember 2020 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) landsstýrismaður / Turid Arge (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 104 frá 21. mai 2025, har § 2 ljóðar soleiðis. “Henda kunngerð kemur í gildi 1. juni 2025.”
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.