Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
21. mai 2025 Nr. 104
Kunngerð um broyting í kunngerð um ískoyti til gjald fyri veiting hjá privatstarvandi fysioterapeuti
(Setanarviðurskifti hjá kommunulæknum nágreinað)
§ 1 Í kunngerð nr. 161 frá 9. desember 2020 um ískoyti til gjald fyri veiting hjá privatstarvandi…
Í kunngerð nr. 161 frá 9. desember 2020 um ískoyti til gjald fyri veiting hjá privatstarvandi fysioterapeuti, verður § 1, stk. 1 orðað soleiðis: “Heilsutrygd kann rinda ískoyti til veiting frá privatstarvandi fysioterapeuti, eftir ávísing frá lækna, sum starvast í føroyska sjúkrahúsverkinum ella lækna, sum starvast á Heilsumiðstøð.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi 1. juni 2025
Henda kunngerð kemur í gildi 1. juni 2025. Heilsumálaráðið, 21. mai 2025 Súsanna Bertholdsen (sign.) landsstýriskvinna / Bjørgfríð Ludvig (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.