Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
21. oktober 2025 Nr. 159
Kunngerð um Heilivágsráðið
Við heimild í § 6, stk. 2 í løgtingslóg nr. 67 frá 28. apríl 2025 um heilivág verður ásett:
§ 1 Limir í Heilivágsráðnum eru
Limir í Heilivágsráðnum eru: 1) Landsapotekarin. 2) Landslæknin. 3) Stjórin í Heilsutrygd. 4) Læknafakligt umboð fyri Heilsutrygd. 5) Læknafakligt umboð fyri Sjúkrahúsverkið. Stk. 2. Heilsutrygd hevur forfólks- og samskiparaleiklutin í ráðnum. Stk. 3. Samskiparin hevur ein fyrisitingarligan leiklut og er ikki limur í ráðnum.
§ 2 Heilivágsráðið hevur hesar uppgávur um hendi
Heilivágsráðið hevur hesar uppgávur um hendi: 1) At tryggja at tilfeingi á heilivágsøkinum verður gagnnýtt sum best. 2) At kunna læknar o.o. um skynsama nýtslu av heilivági, um ávísingarmynstur, og um gongdina fyri viðgerð á heilivágsøkinum. 3) At gera vegleiðingar ella leiðreglur til læknar um nýtsluna av heilivági, t.d. ein lista um fyrstaval av heilivági á vanligum sjúkuøkjum. 4) At gera tilmælir til, ráðgeva og kunna stovnsleiðslur og myndugleikar á heilsuøkinum um mál, sum verða mett at hava fíggjarligar avleiðingar fyri landið. 5) At ráðgeva og kunna landsstýrisfólkið um mál, sum verða mett at hava týðandi fíggjarligar avleiðingar fyri landið. 6) At skráseta heilivág og seta hesar í heilivágsskránna.
§ 3 Landsapotekarin hevur høvuðsábyrgdina av at skráseta heilivág og seta hesar í heilivágsskránna…
Landsapotekarin hevur høvuðsábyrgdina av at skráseta heilivág og seta hesar í heilivágsskránna sambært § 2, nr. 5. Stk. 2. Landsdjóralæknin kann kallast inn eftir tørvi í sambandi við at skráseta heilivág.
§ 4 Arbeiðsøkið hjá Heilivágsráðnum fevnir um heilivágsútreiðslur á heilsuøkinum, undantikið…
Arbeiðsøkið hjá Heilivágsráðnum fevnir um heilivágsútreiðslur á heilsuøkinum, undantikið útreiðslur til serstakan sjúkrahúsheilivág. Harumframt um útreiðslur til kostískoyti, hjálparráð, medisinska útgerð og annað, sum Heilsutrygd veitir stuðul til.
§ 5 Heilivágsráðið letur Heilsumálaráðnum eina frágreiðing og meting um útreiðslugongdina hálva hvørt ár
Heilivágsráðið letur Heilsumálaráðnum eina frágreiðing og meting um útreiðslugongdina hálva hvørt ár.
§ 6 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2026
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2026. Stk. 2. Samstundis fer kunngerð nr. 69 frá 26. juni 1991 um skrásetingarráð viðvíkjandi farmaseutiskum tilbúningi, sum broytt við kunngerð nr. 38 frá 6. mai 2015 úr gildi. Heilsumálaráðið, 21. oktober 2025 Súsanna Bertholdsen (sign.) landsstýriskvinna / Bjørgfríð Ludvig (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.