Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

26. juni 1991 Nr. 69

Kunngerð um skrásetingarráð viðvíkjandi farmaseutiskum tilbúningi, sum broytt við kunngerð nr. 38 frá 6. mai 2015

Við heimild í § 36, stk. 2 í løgtingslóg nr. 104 frá 5. september 1988 um apoteksverkið og heilivág, sum broytt við løgtingslóg nr. 54. frá 8. mai 1991, hevur Føroya Landsstýri fyrisett:

§ 1 Innan karmarnar av kap. IX í løgtingslóg um apoteksverkið og heilivág avger skrásetingarráðið mál…

Innan karmarnar av kap. IX í løgtingslóg um apoteksverkið og heilivág avger skrásetingarráðið mál viðvíkjandi skráseting av farmaseutiskum tilbúningi í Føroyum.

§ 2 Fastir limir í skrásetingarráðnum eru landslæknin, landsdjóralæknin og landsapotekarin

Fastir limir í skrásetingarráðnum eru landslæknin, landsdjóralæknin og landsapotekarin.

§ 3 Skrásetingarráðið skal hittast í minsta lagi 4 ferðir um árið til at viðgera upptøku í skránni av…

Skrásetingarráðið skal hittast í minsta lagi 4 ferðir um árið til at viðgera upptøku í skránni av sertilbúningum, sum eru komnir afturat DK-sertilbúningarskránni sambært § 54 í løtingslógini um apoteksverkið og heilivág. 2. stk. Undir viðgerð av máli um skráseting av “synonym”-sertilbúningum og “analog”-sertilbúningum, skal ráðið taka støðu til avmarking í skránni av hesum sertilbúningum hvør sær. 3. stk. Ráðið skal undir viðgerð eftir stk. 1 og stk. 2 eisini sammeta søluprísir millum sertilbúningar í sama ATC-bólki.

§ 4 Skrásetingarráðið skal fylgja við nýtsluni av heilivági í landinum við serligum atliti til…

Skrásetingarráðið skal fylgja við nýtsluni av heilivági í landinum við serligum atliti til nýtsluna í ATC-bólkinum NO2 og NO5B.

§ 5 Skrásetingarráðið sendir fyri hvørt kalendaraár frágrei›ing til landsstýrið um virki ráðsins við…

Skrásetingarráðið sendir fyri hvørt kalendaraár frágrei›ing til landsstýrið um virki ráðsins við møguligum tilmælum um broyting í skipanini viðvíkjandi skráseting og útflygging av heilivági.

§ 6 Skrásetingarráðið kann í virki sínum søkja sær ráðgeving og lata hóskandi samsýning fyri slíka

Skrásetingarráðið kann í virki sínum søkja sær ráðgeving og lata hóskandi samsýning fyri slíka.

§ 7 1) Landsapotekarin hevur skrivstovuhaldið hjá skrásetingarráðnum og ber allar útreiðslur av virki…

1) Landsapotekarin hevur skrivstovuhaldið hjá skrásetingarráðnum og ber allar útreiðslur av virki ráðsins. 2. stk. Limirnir í ráðnum fáa ikki fundarpening.

§ 8 Henda kunngerð fær gildi tann 1. juli 1991

Henda kunngerð fær gildi tann 1. juli 1991. 1) Broytt við kunngerð nr. 38 frá 6. mai 2015.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
Heilivágsráðið · innanhýsis
Galdandi · 21. oktober 2025

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙