Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

19. oktober 1995 Nr. 149

Kunngerð um postgjøld, sum broytt við kunngerð nr. 12 frá 19. februar 1996

Við heimild í § 17 í løgtingslóg nr. 17 frá 31. mars 1976 um Postverk Føroya við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett:

§ 1 Brævasendingar verða flokkaðar í hesar bólkar

Brævasendingar verða flokkaðar í hesar bólkar: 1) A-brøv (A-prioritaire) verða viðgjørd skjótast tilber á sendiposthúsinum, t.e. undir vanligum umstøðum sama dag. A-brøv til útheimin verða send við flogfari. 2) B-brøv (B-economique). Viðgerðin á sendiposthúsinum kann bíða til næsta gerandisdag. Sendingarnar skulu latast inn á posthús. B-brøv innanoyggja skulu latast inn við í minsta lagi 100 eintøkum í senn. B-brøv til útheimin verða send við skipi. 3) C-brøv. Brævpostur í størri nøgdum, sum er forviðgjørdur, kann bert verða sendur innanoyggja. 4) Marknaðarpostur. Brævasendingar, sum bert eru framleiddar við marknaðarførslu fyri eyga. Stk. 2. Gjøldini fyri tær einstøku sendingarnar eru hesi: Brævasendingar: A-brøv B-brøv Innanoyggja: -20 g kr. 4,50 kr. 4,00 -100 g kr. 6,50 kr. 6,00 -250 g kr. 10,00 kr. 9,00 -500 g kr. 16,00 kr. 15,00 -1000 g kr. 22,00 kr. 20,00 Norðurlond: -20 g kr. 4,50 kr. 4,00 -100 g kr. 6,50 kr. 6,00 -250 g kr. 10,00 kr. 9,00 -500 g kr. 16,00 kr. 15,00 -1000 g kr. 40,00 kr. 20,00 -2000 g kr. 80,00 kr. 40,00 Europa: -20 g kr. 4,50 kr. 4,00 -100 g kr. 13,00 kr. 11,00 -250 g kr. 26,00 kr. 18,00 -500 g kr. 46,00 kr. 35,00 -1000 g kr. 80,00 kr. 55,00 -2000 g kr. 125,00 kr. 75,00 Onnur lond: -20 g kr. 7,50 kr. 5,50 -100 g kr. 18,00 kr. 15,00 -250 g kr. 38,00 kr. 30,00 -500 g kr. 70,00 kr. 60,00 -1000 g kr. 130,00 kr. 100,00 -2000 g kr. 230,00 kr. 175,00 C-brøv og marknaðarpostur: Fyri C-brøv og fyri marknaðarpost kann postverkið lata avsláttur av gjøldunum fyir A-brøv og B-brøv. Pakkar: Postgjald fyri pakkar innanoyggja upp í 30 kg. kr. 30,00 Fleiri pakkar frá sama sendara til sama móttakara: Fyri fyrsta pakkan Fyri hvønn eftirfylgjandi kr. 30,00 kr. 15,00 Fyri størri nøgdir av pakkasendingum kann postverkið lata avsláttur. Bløð innanoyggja: Innkrevjing av Tíðindabløð Onnur bløð haldaragjaldi kr. 8,00 kr. 8,00 (fyri hvørja útskrivaða rokning) Eintaksgjald kr. 0,45 kr. 0,90 (av meðalvekt upp til 35 g pr. eintak pr. ársfjórðing) Vektargjald kr. 0,50 kr. 1,00 (fyri hvørji 100 g yvir 35 g) Umsitingargjald kr. 2,50 kr. 2,50 (fyri hvønn móttakara um ársfjórðingin) Krossbond: Fyri hvørt eintakið kr. 2,00 kr. 2,00 Fyri hvørji byrjað 500 g kr. 1,20 kr. 1,20 Blaðainnløg: -10 g kr. 0,40 kr. 0,40 -20 g kr. 0,45 kr. 0,45 -30 g kr. 0,50 kr. 0,50 -40 g kr. 0,55 kr. 0,55 -60 g kr. 0,60 kr. 0,60 -80 g kr. 0,65 kr. 0,65 -100 g kr. 0,70 kr. 0,70 Upplýsingar um móttakaraheiti Fyri hvønn móttakara kr. 1,15 kr. 1,15 Bløð til útheimin: Dan- Grøn- Ís- Europa Onnur mark land land lond A-prioritaire -20 g kr. 3,00 3,50 2,50 3,50 4,00 -100 g kr. 4,00 6,00 3,50 6,00 9,00 -250 g kr. 7,00 13,00 6,50 10,00 21,00 -500 g kr. 13,00 24,00 11,00 19,00 40,00 -1000 g kr. 22,00 40,00 18,00 30,00 75,00 B-economique -20 g kr. 2,50 3,00 3,00 3,00 3,50 -100 g kr. 3,50 4,00 4.00 4,00 5,00 -250 g kr. 6,00 7,00 7,00 7,00 9,00 -500 g kr. 10,00 12,00 12,00 12,00 14,00 -1000 g kr. 14,00 18,00 18,00 18,00 20,00

§ 2 Henda kunngerð fær gildi 1. januar 1996 og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 145 frá 20.…

Henda kunngerð fær gildi 1. januar 1996 og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 145 frá 20. oktober 1992.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
postgjøld · innanhýsis
Áður galdandi · 14. juli 1999

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙