Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
14. juli 1999 Nr. 66
Kunngerð um postgjøld
Við heimild í § 17 í løgtingslóg nr. 17 frá 31. mars 1976 um Postverk Føroya við seinni broytingum verður ásett:
§1 Brævasendingar verða flokkaðar í hesar bólkar
Brævasendingar verða flokkaðar í hesar bólkar: 1) A-brøv (A-prioritaire) verða viðgjørd og útborin skjótast tilber. A-brøv til útheimin verða send við flogfari. 2) B-brøv (B-economique). Viðgerðin á sendi- og/ella útberingarposthúsinum kann bíða til næsta gerandisdag. Sendingarnar skulu latast inn á posthús. B-brøv innanoyggja skulu latast inn við í minsta lagi 100 eintøkum í senn. B-brøv til útheimin verða send við skipi. 3) C-brøv. Brævapostur í størri nøgdum, sum er forviðgjørdur. 4) Marknaðarpostur. Brævasendingar, sum bert eru framleiddar við marknaðarførslu fyri eyga. Stk. 2. Gjøldini fyri tær einstøku sendingarnar eru hesi: Brævasendingar: Innanoyggja: A-brøv B-brøv -20 g kr. 4,50 kr. 4,00 -100 g kr. 6,50 kr. 6,00 -250 g kr. 10,00 kr. 9,00 -500 g kr. 16,00 kr. 15,00 -1000 g kr. 22,00 kr. 20,00 - 2000 g kr. 35,00 kr. 30,00 Europa (íroknað Norðurlond): A-brøv B-brøv* -20 g kr. 6,00 kr. 5,50 -100 g kr. 10,00 kr. 9,00 -250 g kr. 20,00 kr. 15,00 -500 g kr. 35,00 kr. 25,00 -1000 g kr. 60,00 kr. 40,00 -2000 g kr. 90,00 kr. 60,00 *og A-brøv til Íslands. Onnur lond: A-brøv B-brøv -20 g kr. 8,00 kr. 7,50 -100 g kr. 18,00 kr. 15,00 -250 g kr. 38,00 kr. 30,00 -500 g kr. 70,00 kr. 60,00 -1000 g kr. 130,00 kr. 75,00 -2000 g kr. 230,00 kr. 175,00 Blindasendingar Upp í 500 g: ókeypis Føroyar Europa Onnur lond Yvir 500 g – 7 kg ókeypis 10 kr/kg* 20 kr/kg* *Fyri hvørt byrjað kg av allari vektini. C-brøv og Marknaðarpostur: Fyri C-brøv og Marknaðarpost kann postverkið lata avsláttur av gjøldunum fyri A-brøv ella B-brøv. Pakkar: Postgjøld fyri pakkar innanoyggja upp í 30 kg. kr. 30,00 Fleiri pakkar frá sama sendara til sama móttakara: Fyri fyrsta pakkan kr. 30,00 Fyri hvønn eftirfylgjandi kr. 15,00 Fyri størri nøgdir av pakkasendingum kann postverkið lata avsláttur. Bløð innanoyggja: Tíð.bløð* Onnur bløð Innkrevjing av haldaragjaldi kr. 10,00 kr. 10,00 Eintaksgjald kr. 1,00 ** Vektargjald: fyri hvørji byrjaði 100 g ** Galdandi frá 01. okt 1999 kr. 0,33 Galdandi frá 01. juli 2000 kr. 0,66 Galdandi frá 01. juli 2001 kr. 1,00 Krossbond: Fyri hvørt eintakið kr. 5,00 kr. 5,00 Fyri hvørji byrjað 500 g kr. 1,50 kr. 1,50 Blaðainnløg: - 20 g kr. 0,60 kr. 0,60 - 40 g kr. 0,70 kr. 0,70 - 60 g kr. 0,80 kr. 0,80 - 80 g kr. 0,90 kr. 0,90 - 100 g kr. 1,00 kr. 1,00 Upplýsingar um móttakaraheiti: Fyri hvønn haldara kr. 2,00 kr. 2,00 *Sum tíðindabløð verða roknað bløð við almennum tíðindatilfari, sum koma út í minsta lagi 6 ferðir í hvørjum ársfjórðingi við í minsta lagi 200 haldarum. ** Onnur bløð, skulu vera merkt við móttakaraheiti og koma út í minsta lagi 4 ferðir árliga við í minsta lagi 200 haldarum: Galdandi brævagjald (A- ella B-gjald samsvarandi avgreiðslukravi) frádrigið: 1. oktober 1999: 50% 1. juli 2000: 40% 1. juli 2001: 35% Postverkið kann harumframt geva avsláttur fyri forviðgerð. Minsta gjald fyri ein ársfjórðing kr. 800,00 Bløð til útheimin: Europa (íroknað Onnur lond Norðurlond og Grønland) A-prioritaire -20 g kr. 4,00 kr. 5,00 -100 g kr. 5,00 kr. 9,00 -250 g kr. 9,00 kr. 21,00 -500 g kr. 15,00 kr. 40,00 -1000 g kr. 25,00 kr. 75,00 B-economique -20 g kr. 3,00 kr. 4,00 -100 g kr. 4,00 kr. 5,00 -250 g kr. 7,00 kr. 9,00 -500 g kr. 10,00 kr. 14,00 -1000 g kr. 16,00 kr. 20,00
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi 1. oktober 1999. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 149 frá 19.…
Henda kunngerð kemur í gildi 1. oktober 1999. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 149 frá 19. oktober 1995 um postgjøld sum broytt við kunngerð nr. 12 frá 19. februar 1996. Vinnumálastýrið, 14. juli 1999 Finnbogi Arge (sign.) landsstýrismaður / Arni Poulsen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.