Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
20. desember 2005 Nr. 147
Kunngerð um gjald til arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn
Við heimild í § 2, stk. 3 í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, verður ásett:
§ 1 Skyldu at rinda í grunnin hava allir persónar, sum eru undir skattskyldu í Føroyum, og allir…
Skyldu at rinda í grunnin hava allir persónar, sum eru undir skattskyldu í Føroyum, og allir arbeiðsgevarar, sum gjalda út A-inntøku. Stk. 2. Persónligir skattgjaldarar, sum eru 67 ár ella eldri, skulu ikki rinda inn í grunnin, og heldur ikki skulu teir rinda inn í tí árinum, sum teir fylla 67 ár. Stk. 3. Persónar, sum eru avmarkað skattskyldugir til Føroya, rinda tó ikki til grunnin av løn undir FAS skipanini ella av løn umborð á skipum, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 2. pkt. í skattalógini, verða javnmett við skip, ið eru skrásett við heimstaði í Føroyum, og sum, um tey vóru føroysk, lúka treytirnar í § 1, stk. 1 í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá.
§ 2 Arbeiðsgevarin rindar 1% av tí samlaðu útgoldnu A-inntøkuni
Arbeiðsgevarin rindar 1% av tí samlaðu útgoldnu A-inntøkuni. Stk. 2. Tá A-inntøka verður rindað, skal arbeiðsgevarin avrokna sín part av gjaldinum til Toll- og Skattstovu Føroya: Við at geva Toll- og Skattstovu Føroya fulltrú til at taka gjaldið av peningastovnskonto hjá viðkomandi, ella við at rinda gjaldið eftir rokning frá Toll- og Skattstovu Føroya. Gjaldið eftir rokning frá Toll- og Skattstovu Føroya skal gjaldast innan 20 dagar eftir, at Toll- og Skattstova Føroya hevur sent rokningina.
§ 3 Persónligir skattgjaldarar rinda 1% av skattskyldugu inntøkuni. Gjaldið verður kravt inn saman…
Persónligir skattgjaldarar rinda 1% av skattskyldugu inntøkuni. Gjaldið verður kravt inn saman við fyribilsskattinum, og verður endaliga gjørt upp árið eftir í skattauppgerðini.
§ 4 Gjøld sambært § 2, sum eru minni enn 50 kr. um árið, verða ikki kravd
Gjøld sambært § 2, sum eru minni enn 50 kr. um árið, verða ikki kravd.
§ 5 Verður útrokningargrundarlagið sambært § 2 broytt aftaná, at gjaldið er kravt, verður munurin…
Verður útrokningargrundarlagið sambært § 2 broytt aftaná, at gjaldið er kravt, verður munurin bert kravdur/útgoldin, um hann er størri enn 50 kr. Stk. 2. Verður inntøkugrundarlagið sambært § 3 broytt aftaná, at gjaldið er kravt, verður munurin bert kravdur/útgoldin, um hann er størri enn 200 kr.
§ 6 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2006. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 86 frá 30. mai…
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2006. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 86 frá 30. mai 2005 um gjald til arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn. Fíggjarmálaráðið, 20. desember 2005 Bárður Nielsen, (sign.) landsstýrismaður / Petur Alberg Lamhauge, (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.