Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

30. mai 2005 Nr. 86

Kunngerð um gjald til arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn

Við heimild í § 2, stk. 3 í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðar-eftirlønargrunn verður ásett:

§ 1 Skyldu at rinda í grunnin hava allir persónar, sum eru undir skattskyldu í Føroyum, og allir…

Skyldu at rinda í grunnin hava allir persónar, sum eru undir skattskyldu í Føroyum, og allir arbeiðsgevarar, sum gjalda út A-inntøku. Stk. 2. Persónligir skattgjaldarar, sum eru 67 ár ella eldri, skulu ikki rinda inn í grunnin, og heldur ikki skulu teir rinda inn í tí árinum, sum teir fylla 67 ár. Stk. 3. Persónar, sum eru avmarkað skattskyldugir til Føroya, rinda tó ikki til grunnin av løn undir FAS skipanini ella av løn umborð á skipum, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 2. pkt. í skattalógini, verða javnmett við skip, ið eru skrásett við heimstaði í Føroyum, og sum, um tey vóru føroysk, lúka treytirnar í § 1, stk. 1 í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá.

§ 2 Arbeiðsgevarin rindar 0,75% av tí samlaðu útgoldnu A-inntøkuni

Arbeiðsgevarin rindar 0,75% av tí samlaðu útgoldnu A-inntøkuni. Stk. 2. Tá A-inntøka verður rindað, skal arbeiðsgevarin avrokna sín part av gjaldinum til Toll- og Skattstovu Føroya: Við at geva Toll- og Skattstovu Føroya fulltrú til at taka gjaldið av peningastovnskonto hjá viðkomandi, ella við at rinda gjaldið eftir rokning frá Toll- og Skattstovu Føroya. Gjaldið eftir rokning frá Toll- og Skattstovu Føroya skal gjaldast innan 20 dagar eftir, at Toll- og Skattstova Føroya hevur sent rokningina.

§ 3 Persónligir skattgjaldarar rinda 0,75% av skattskyldugu inntøkuni. Gjaldið verður kravt inn saman…

Persónligir skattgjaldarar rinda 0,75% av skattskyldugu inntøkuni. Gjaldið verður kravt inn saman við fyribilsskattinum, og verður endaliga gjørt upp árið eftir í skattauppgerðini.

§ 4 Gjøld sambært § 2, sum eru minni enn 50 kr. um árið, verða ikki kravd

Gjøld sambært § 2, sum eru minni enn 50 kr. um árið, verða ikki kravd.

§ 5 Verður útrokningargrundarlagið sambært § 2 broytt aftaná, at gjaldið er kravt, verður munurin…

Verður útrokningargrundarlagið sambært § 2 broytt aftaná, at gjaldið er kravt, verður munurin bert kravdur/útgoldin, um hann er størri enn 50 kr. Stk. 2. Verður inntøkugrundarlagið sambært § 3 broytt aftaná, at gjaldið er kravt, verður munurin bert kravdur/útgoldin, um hann er størri enn 200 kr.

§ 6 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2006. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 28 frá 25. mars…

Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2006. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 28 frá 25. mars 2002 um gjald til arbeiðs marknaðareftirlønargrunn. Fíggjarmálaráðið, 30. mai 2005 Bárður Nielsen (sign.) landsstýrismaður / Petur Alberg Lamhauge (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
gjald til arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn · innanhýsis
Áður galdandi · 20. desember 2005
Avtøkur
gjald til arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn · innanhýsis
Áður galdandi · 25. mars 2002

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙