Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

7. november 2017 Nr. 144

Kunngerð um sigling kring Ramsar-oyggjarnar Nólsoy, Skúvoy og Mykines

Við heimild í §§ 20 og 45 í løgtingslóg nr. 59 frá 17. mai 2005 um verju av havumhvørvinum, sum broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2013, verður ásett:

Gildisøki

§ 1 Kunngerðin ásetir reglur um sigling kring Nólsoy, Skúvoy, Mykines og Mykineshólm, sum eru útnevnd…

Kunngerðin ásetir reglur um sigling kring Nólsoy, Skúvoy, Mykines og Mykineshólm, sum eru útnevnd Ramsar-øki sambært Ramsar-sáttmálanum, ið Føroyar hava tikið undir við. Treytir fyri sigling

§ 2 Í tíðarskeiðinum 15. apríl til og við 31. august er bannað at sigla skjótari enn 8 fjórðingar um…

Í tíðarskeiðinum 15. apríl til og við 31. august er bannað at sigla skjótari enn 8 fjórðingar um tíman nærri enn 500 metrar úr landi á teimum økjum kring Nólsoy, Skúvoy, Mykines og Mykineshólm, sum eru tilskilað í skjali 1. Stk. 2. Í tíðarskeiðinum 15. apríl til og við 31. august er bannað at sigla við vatnskutarum nærri enn 500 metrar úr landi kring Nólsoy, Skúvoy, Mykinesi og Mykineshólm. Stk. 3. Í tíðarskeiðinum 15. apríl til og við 31. august er bannað at halda óneyðugan gang, eitt nú frá hørðum tónleiki, nærri enn 500 metrar út landi.

§ 3 Ásetingarnar í § 2, stk. 1 eru ikki galdandi fyri skip í fastari rutusigling til Nólsoyar,…

Ásetingarnar í § 2, stk. 1 eru ikki galdandi fyri skip í fastari rutusigling til Nólsoyar, Skúvoyar og Mykinesar, men hesi før skulu í størst møguligan mun lúka ásetingina. Stk. 2. Ásetingarnar í § 2 eru ikki galdandi í førum, tá neyðugt er at bjarga lív ella tryggja trygdina umborð á skipum og bátum o.tíl. Revsing og gildiskoma

§ 4 Brot á § 2 verður revsað við sekt

Brot á § 2 verður revsað við sekt. Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært reglunum í kapittul 5 í revsilógini.

§ 5 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Heilsu- og innlendismálaráðið, 7. november 2017 Sirið Stenberg (sign.) landsstýrismaður / Turid Arge (sign.) Skjal 1 Leiðir, har siglast skal við avmarkaðari ferð kring Nólsoy, Skúvoy, Mykines og Mykineshólm sambært § 2. Nólsoy Á eystursíðuni millum Boðan og Hásteinsgjógv Á vestursíðuni millum Neystanes og Reyðastíð Skúvoy Kring alla oynna Mykines og Mykineshólmur Kring alt Mykines og allan Mykineshólm.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
sigling fram við landi, har fuglur heldur til · innanhýsis
Galdandi · 8. apríl 2025

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙