Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

8. apríl 2025 Nr. 52

Kunngerð um sigling fram við landi, har fuglur heldur til

Við heimild í §§ 20 og 45 í løgtingslóg nr. 59 frá 17. mai 2005 um verju av havumhvørvinum, sum broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2013, verður ásett:

Virkisøki

§ 1 Kunngerðin ásetur reglur um sigling undir fuglabjørgum og aðrastaðni fram við landi, har fuglur…

Kunngerðin ásetur reglur um sigling undir fuglabjørgum og aðrastaðni fram við landi, har fuglur heldur til, og út á 500 m úr landi. Økini eru tilskilað á kortum í skjali 1. Stk. 2. Tá ið siglt verður í teimum í skjali 1 til­skilaðu økjunum, skal siglingin vera í samsvari við reglurnar í hesi kunngerð. Allýsingar

§ 2 Í hesi kunngerð skulu hesi hugtøk skiljast soleiðis

Í hesi kunngerð skulu hesi hugtøk skiljast soleiðis: 1) Motorrikið stuttleikafar: far við skrokklongd undir 4 metrar, sum er bygt til at verða ført av persóni, ið situr ella sten­dur á skrokkinum, eitt nú vatnskutari. 2) SOG: stytting fyri enska heitið Speed Over Ground, á føroyskum hildin ferð. 3) Ramsar-øki: Nólsoy, Mykines og Skúvoy, sum lýst á kortum í skjali 2. Siglingarreglur

§ 3 Tá ið siglt verður í økjum sbrt. § 1, stk. 1, skal allar árstíðir farast fram við fyri­liti, so…

Tá ið siglt verður í økjum sbrt. § 1, stk. 1, skal allar árstíðir farast fram við fyri­liti, so at fuglur á landi og á sjónum verður órógvaður sum minst. Stk. 2. Í tíðarskeiðinum frá 15. apríl til 31. august er bannað: 1) at sigla skjótari enn 8 fjórðingar um tíman, hildin ferð, og 2) at halda óneyðugan gang, eitt nú við hørðum tónleiki.

§ 4 Í tíðarskeiðinum frá 15. apríl til 31. august er bannað at sigla við motorriknum stuttleikaførum…

Í tíðarskeiðinum frá 15. apríl til 31. august er bannað at sigla við motorriknum stuttleikaførum í Ramsar-økjum, sí skjal 2. Stk. 2. Motorrikin stuttleikafør kunnu, hóast bann­ið í stk. 1, sigla inn og út úr havnum í Ramsar-økjum við fyriliti fyri reglunum í § 3.

§ 5 Siglingarreglurnar sbrt. §§ 3 og 4 eru tó ikki galdandi, tá

Siglingarreglurnar sbrt. §§ 3 og 4 eru tó ikki galdandi, tá: 1) sigling er neyðug fyri at bjarga mannalívum ella tryggja trygdina umborð á skipum, bátum o.tíl., 2) neyðugt er at sigla skjótari vegna grindarakstur o.tíl., ella ikki ber til at sigla spakuligari, eitt nú vegna veður, vind og streym, ella 3) talan er um skip í fastari rutusigling, sum vegna almenna ferðaætlan ikki kann broyta rutu ella slaka ferðina. Revsing og gildiskoma

§ 6 Brot á §§ 3 og 4 verður revsað við sekt

Brot á §§ 3 og 4 verður revsað við sekt. Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sbrt. reglunum í kapitli 5 í revsilógini.

§ 7 Henda kunngerð kemur í gildi, dagin eftir at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi, dagin eftir at hon er kunngjørd. Stk. 2. Samstundis fer kunngerð nr. 144 frá 7. november 2017 um sigling kring Ramsar-oyggjarnar Nólsoy, Skúvoy og Mykines úr gildi. Umhvørvismálaráðið, 8. apríl 2025 Margit Stórá (sign.) landsstýriskvinna / Pól E. Egholm (sign.) Skjal 1 Norðoyggjar Eysturoy, norður Eysturoy, suður Norðstreymoy Suðurstreymoy, Koltur, Hestur, Nólsoy Vágar og Mykines Sandoy og Skúvoy Suðuroy, norður Suðuroy, suður Skjal 2 Nólsoy Skúvoy Mýkines

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
sigling kring Ramsar-oyggjarnar Nólsoy, Skúvoy og Mykines · innanhýsis
Áður galdandi · 7. november 2017

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙