Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

30. august 2021 Nr. 131

Kunngerð um gjald til sjálvbodnu barsilspeningatryggingina

Við heimild í § 20, stk. 2 í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan (Barsilslógin) verður ásett:

§ 1 Gjaldið til sjálvbodnu barsilspeningatryggingina, sbr. kunngerð um barsilspening til sjálvstøðugt…

Gjaldið til sjálvbodnu barsilspeningatryggingina, sbr. kunngerð um barsilspening til sjálvstøðugt vinnurekandi og kunngerð um sjálvbodna trygging av barsilspeningi til løntakarar, er 3.000 kr. um árið fyri hvønn tryggingartakara. Stk. 2. Gjaldið verður rindað TAKS eina ferð um árið eftir uppkravi.

§ 2 Kemur tryggingin ikki í gildi við ársbyrjan, skal fyrstu ferð rindast eitt lutfalsligt gjald av…

Kemur tryggingin ikki í gildi við ársbyrjan, skal fyrstu ferð rindast eitt lutfalsligt gjald av árliga gjaldinum. Stk. 2. Lutfalsliga gjaldið er 3.000 kr. býtt við øllum døgum í árinum faldað við so nógvum døgum í árinum, sum tryggingin er galdandi. Stk. 3. Verður tryggingin ikki uppsøgd til ársbyrjan, verður gjaldið roknað við lutfallinum, ásett í stk. 2. Stk. 4. Upphæddir undir 125 kr. verða ikki kravdar inn.

§ 3 Er tryggingartakari í eftirstøðu, skal TAKS skrivliga boðað tryggingartakaranum frá, at…

Er tryggingartakari í eftirstøðu, skal TAKS skrivliga boðað tryggingartakaranum frá, at tryggingin fer úr gildi, um eftirstøðan ikki er goldin innan 14 dagar eftir, at áminningin er send. Stk. 2. Er tryggingin ikki goldin innan freistina, nevnd í stk. 1, fer tryggingin úr gildi.

§ 4 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2022, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 59 frá 30.…

Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2022, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 59 frá 30. apríl 2002 um gjald til sjálvbodnu barsilspeningatryggingina. Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 30. august 2021 Magnus Rasmussen (sign.) landsstýrismaður / Herálvur Joensen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
gjald til sjálvbodnu barsilspeningatryggingina · innanhýsis
Áður galdandi · 30. apríl 2002

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙