Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

30. apríl 2002 Nr. 59

Kunngerð um gjald til sjálvbodnu barsilspeningatryggingina

Við heimild í § 20, stk. 2 í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan verður ásett:

§ 1 Gjaldið til sjálvbodnu barsilspeningatryggingina sambært kunngerð nr. 90 frá 31. mai 2001 um…

Gjaldið til sjálvbodnu barsilspeningatryggingina sambært kunngerð nr. 90 frá 31. mai 2001 um barsilspening til sjálvstøðugt vinnurekandi, er kr. 500 árliga fyri hvønn tryggjaðan.

§ 2 Gjaldið verður rindað Toll- og Skattstovu Føroya fyrstu ferð, samstundis sum tryggingin verður…

Gjaldið verður rindað Toll- og Skattstovu Føroya fyrstu ferð, samstundis sum tryggingin verður teknað hjá Barsilsskipanini, og verður síðani rindað Toll- og Skattstovu Føroya einaferð árliga eftir uppkravi.

§ 3 Er tryggingartakari í eftirstøðu, og Toll- og Skattstova Føroya hevur sent honum áminning við…

Er tryggingartakari í eftirstøðu, og Toll- og Skattstova Føroya hevur sent honum áminning við boðum um, at tryggingin fer úr gildi, um eftirstøðan ikki er goldin innan 14 dagar eftir, at áminningin er send, og eftirstøðan framvegis ikki er goldin, fer tryggingin úr gildi.

§ 4 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. juni 2001

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. juni 2001. Vinnumálastýrið, 30. apríl 2002 Bjarni Djurholm (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
gjald til sjálvbodnu barsilspeningatryggingina · innanhýsis
Galdandi · 30. august 2021

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙