Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
27. september 2001 Nr. 129
Kunngerð um forboð móti flutningi av livandi kleyvdýrum oyggjanna millum v.m.
Við heimild í §§ 9, 13-14 og § 48 stk. 2 í løgtingslóg nr. 16 frá 23 februar 2001 um djórasjúkur (um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá djórum og um marknaeftirlit við djórum og djóraúrdráttum).verður ásett:
§ 1 Forboð er fyri flutningi av livandi neytum, seyði, geitum og svínum úr øllum oyggjum í Føroyum
Forboð er fyri flutningi av livandi neytum, seyði, geitum og svínum úr øllum oyggjum í Føroyum. Stk. 2. Undantikið ásetingunum í stk. 1, er flutningur av seyði úr óbygdum oyggjum, hólmum og stakkum til sláturs í plássum, har nevndu støð hoyra til.
§ 2 Eftir umsókn kann Landsdjóralæknin geva undantaksloyvi frá ásetingunum í § 1, stk. 1, um so er,…
Eftir umsókn kann Landsdjóralæknin geva undantaksloyvi frá ásetingunum í § 1, stk. 1, um so er, at flutningurin ikki førir við sær munandi vanda fyri sjúkuspjaðing. Stk. 2. Landsdjóralæknin kann geva undantaksloyvi til flutning av kleyvdýrum millum oyggjar til sláturs á góðkendum sláturvirki. Stk. 3. Umsókn um loyvi til flutning av livandi kleyvdýrum skal geva hesar upplýsingar: 1) Navn, bústað og telefonnummar sendarans, 2) navn ella nummar á dýrahaldi ella hagaparti, har dýrið verður flutt frá, 3) hvat slag av dýri talan er um, ættarslag (rasu), aldur og kyn, oyramerki ella id-nummar, 4) navn, bústað og telefonnummar móttakarans, 4) navn ella nummar á dýrahaldi ella hagaparti, sum dýrið verður flutt til, ella upplýsingar um, hvar ætlanin er at slátra dýrið, og 5) váttan sendarans um, at tað hvørki í upprunadýrahaldinum ella hagapartinum, haðani dýrið kemur hava verið tekin um sjúku í bólki A ella B sbr. fylgiskjal 1 & 2 í lógini, seinastu 6 mánaðarnar, ella um ridluskriða seinastu 3 árini.
§ 3 Ikki er loyvt at flyta kleyvdýr, sum hava sjúkutekin, ella at flyta kleyvdýr frá dýrahaldi við…
Ikki er loyvt at flyta kleyvdýr, sum hava sjúkutekin, ella at flyta kleyvdýr frá dýrahaldi við smittandi sjúku. Stk. 2. Landsdjóralæknin kann geva undantaksloyvi frá forboðnum í stk. 1.
§ 4 Ikki er loyvt at flyta seyð úr hagaparti, har klinisk tekin um ridluskriða (scrapie) hjá seyði er…
Ikki er loyvt at flyta seyð úr hagaparti, har klinisk tekin um ridluskriða (scrapie) hjá seyði er staðfest seinastu 3 árini. Stk. 2. Landsdjóralæknin kann geva undantaksloyvi frá forboðnum í stk. 1, um flutt verður beinleiðis til góðkent sláturvirki.
§ 5 Brot á § 1, stk. 1, § 3, stk. 1, § 4, stk. 1 verður revsað við bót
Brot á § 1, stk. 1, § 3, stk. 1, § 4, stk. 1 verður revsað við bót. Stk. 2. Fyri brot, sum verða framd av løgfrøðiligum persóni, sum t.d. partafelag ella lutafelag, kann tann løgfrøðiligi persónurin verða sektaður sum slíkur.
§ 6 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Samstundis fer kunngerð nr. 121 frá 24. august 2001 um flutning av kleyvdýrum v.m. úr gildi. Vinnumálsstýrið, 27. september 2001 Jørgen Niclasen, (sign.) landsstýrismaður fyri Bjarna Djurholm landsstýrismann / Arne Poulsen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.