Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
24. august 2001 Nr. 121
Kunngerð um flutning av kleyvdýrum v.m.
Við heimild í §§ 9, 13-14, 16 og § 48, stk. 2 í løgtingslóg nr. 16 frá 23. februar 2001 um djórasjúkur (um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá djórum og um marknaeftirlit við djórum og djóraúrdráttum) og § 17 í løgtingslóg nr. 9 frá 14. mars 1985 um vernd av dýrum, verður ásett:
Øki og allýsingar
§ 1 Kunngerðin fevnir um flutning av kleyvdýrum
Kunngerðin fevnir um flutning av kleyvdýrum.
§ 2 Í hesi kunngerð merkir
Í hesi kunngerð merkir: 1) Kleyvdýr: neyt, seyður, geitir, svín og onnur kleyvdýr (Artiodactyla). 2) Flutningsfyritøka: fyritøka, sum vinnuliga flytir kleyvdýr fyri onnur. 3) Flutningseind: lastbilar, trailarar og onnur akfør, bingjur og flutningskassar og onnur útgerð v.m., sum verður nýtt, tá kleyvdýr verða flutt. 4) Flutningur: tað at kleyvdýr verða flutt frá einum dýrahaldi, einum garði, einum hagaparti ella einari oyggj til eitt annað dýrahald, garð, hagapart ella oyggj. 5) Flutningsloyvi: skjal, sum embætisdjóralæknin hevur givið, og sum gevur loyvi til, at kleyvdýr verða flutt. 6) Embætisdjóralæknin: landsdjóralæknin ella ein djóralækni, sum landsdjóralæknin hevur góðkent til at røkja viðkomandi uppgávu. 7) Dýrahald: øll dýr, sum hoyra til sama garð ella driftseind við sama eigara. Góðkenning av flutningsfyritøku
§ 3 Flutningsfyritøkur skulu vera góðkendar av embætisdjóralækna, áðrenn tær byrja sítt virki
Flutningsfyritøkur skulu vera góðkendar av embætisdjóralækna, áðrenn tær byrja sítt virki. Stk. 2. Umsókn um góðkenning skal hava hesar upplýsingar: 1) Navn, bústað, telefon-, faks- og teldupostnummar hjá fyritøkuni, 2) navnið á honum, sum hevur ábyrgdina av rakstrinum á fyritøkuni, 3) upplýsingar um hvat slag av flutningi fyritøkan hevur í hyggju at gera, 4) ein lista yvir flutningsførini á fyritøkuni, 5) eina lýsing av innaneftirlitinum á fyritøkuni, og 6) eina frágreiðing um, hvussu fyritøkan skúlar starvsfólkið, tá talan er um smittuavmarkandi tiltøk. Stk. 3. Broytingar í viðurskiftunum, nevnd eru í stk. 2, skulu fráboðast embætisdjóralæknanum beinanvegin. Stk. 4. Góðkenningin hjá flutningsfyritøkuni er galdandi í 3 ár. Stk. 5. Góðkenning kann verða tikin aftur, um so er, at treytirnar í góðkenningini ikki verða hildnar.
§ 4 Ábyrgdarhavandi á flutningafyritøkuni skal síggja til, at eitt avrit av góðkenningini hjá…
Ábyrgdarhavandi á flutningafyritøkuni skal síggja til, at eitt avrit av góðkenningini hjá fyritøkuni er til taks við hvønn flutning.
§ 5 Flutningseindir, sum flyta kleyvdýr, skulu góðkennast av embætisdjóralæknanum, áðrenn tær verða…
Flutningseindir, sum flyta kleyvdýr, skulu góðkennast av embætisdjóralæknanum, áðrenn tær verða tiknar í nýtslu. Stk. 2. Umsókn um góðkenning av einari flutingseind skal rúma hesar upplýsingar: 1) Navn, bústað, telefon-, faks- og teldupostnummar flutningsfyritøkunar, 2) navnið á honum, sum hevur ábyrgdina av rakstrinum á flutningsfyritøkuni, 3) skrásetingarnummar á flutningseindini, 4) tøkniliga lýsing av innrættingini av flutningseindini, og 5) lýsing av mannagongdum (eftirkanningarlista) fyri: a. reingerð og sóttreinsing av flutningseindini áðrenn og eftir hvønn flutning, b. reingerð og sóttreinsing av fótbúna og arbeiðsklæðum hjá arbeiðsfólki áðrenn og eftir hvønn flutning. Stk. 3. Góðkenning av eini flutningseind kann fevna um skerjingar viðvíkjandi: 1) Hvat slag av flutningi flutningseindin kann verða nýtt til. 2) Landafrøðiligu nýtsluni av flutningseindini, heruppií at flutningseindin bert skal verða nýtt ávísar flutningsvegir. Stk. 4. Góðkenningin av flutningseindini er galdandi í 1 ár. Stk. 5. Góðkenningin av flutningseindini kann verða tikin aftur, um treytirnar í góðkenningini ikki verða hildnar.
§ 6 Flutningseindin skal vera væl røkt og innrættað í samsvari við galdandi reglur um dýraverndarlig…
Flutningseindin skal vera væl røkt og innrættað í samsvari við galdandi reglur um dýraverndarlig viðurskifti í sambandi við flutning av dýrum. Stk. 2. Embætisdjóralæknin kann áleggja fyritøkuni at gera ábøtur viðvíkjandi viðlíkahaldi og innrættning av flutningseindini innan eina ásetta tíðarfreist, heruppií krevja, at flutningseindin ikki skal verða nýtt áðrenn ábøturnar eru framdar.
§ 7 Flutningseindir, sum dýraeigari eigur, og sum bert verða nýttar til flutning av dýrum, sum…
Flutningseindir, sum dýraeigari eigur, og sum bert verða nýttar til flutning av dýrum, sum dýraeigarin sjálvur eigur, skulu ikki góðkennast av embætisdjóralæknanum. Stk. 2. Ikki-góðkendar flutningseindir skulu, uttan mun til stk. 1, verða innrættaðar og nýttar í samsvar við reglurnar í hesi kunngerð. Stk. 3. Embætisdjóralæknin kann banna nýtslu av ikki-góðkendum flutningseindum, sum ikki lúka treytirnar í hesi kunngerð. Flutningsloyvi
§ 8 Dýraeigarin skal senda embætisdjóralæknanum umsókn um loyvi til at flyta kleyvdýr
Dýraeigarin skal senda embætisdjóralæknanum umsókn um loyvi til at flyta kleyvdýr. Stk. 2. Umsóknin skal rúma hesar upplýsingar: 1) Navn, bústað og telefonnummar sendarans, 2) navn ella nummar á dýrahaldi, ella hagaparti, sum dýrini verða flutt frá, 3) hvat slag av dýrum talan er um, aldur, kyn, mark ella ID-nummar, 4) navn, bústað og telefonnummar móttakarans, 5) navn ella nummar á dýrahaldi, ella hagaparti, sum dýrini verða fluttur til, 6) eina heilsuváttan frá djóralæknanum hjá dýrahaldinum, sum vísir heilsustøðuna hjá dýrinum og dýrahaldinum, og 7) undirskrift sendarans har hesin váttar at hava givið allar viðkomandi upplýsingar um dýrið og dýrahaldið til heilsuváttan djóralæknans. Stk. 3. Djóralæknin hjá dýrahaldinum skal, í fyrsta lagi 7 dagar áðrenn umsóknin verður send inn, gera eina kliniska kanning av dýrinum, ætlanin er at flyta. Kanning djóralæknans skal eisini fevna um eina meting av heilsustandinum á upprunadýrahaldinum. Stk. 4. Uttan mun til stk. 3 kann djóralæknin hjá dýrahaldinum skriva út heilsuváttanina í stk. 2, nr. 6 grundað á seinastu heilsufrágreiðingina, um so er, at dýrahaldið hevur verið við í einari heilsuskrá við regluligum djóralæknavitjanum í í minsta lagi 2 ár.
§ 9 Embætisdjóralæknin kann eftir umsókn geva loyvi til at flyta seyð, sum ætlanin er at slátra við…
Embætisdjóralæknin kann eftir umsókn geva loyvi til at flyta seyð, sum ætlanin er at slátra við hús. Hetta verður gjørt við serligum treytum. Stk. 2. Umsóknin skal rúma hesar upplýsingar: 1) Navn, bústað og telefonnummar sendarans, 2) navn ella nummar á dýrahaldi ella hagaparti, sum seyðurin verður fluttur frá, 3) hvørji dýr talan er um, aldur, kyn, mark ella ID-nummar, 4) navn, bústað og telefonnummar móttakarans, 5) navn og bústað har seyðurin skal slátrast, og 6) eina váttan frá sendara um, at seyðurin var frískur, tá hann varð fluttur, og tekin um smittandi sjúku ikki var í upprunadýrahaldinum. Stk. 3. Áðrenn flutning skal seyðurin hava fingið sermerkt oyraspjaldur, sum embætisdjóralæknin útvegar saman við flutningsloyvinum. Stk. 4. Eftir slátur, sum skal vera framt áðrenn 24 tímar eru gingnir eftir flutning, skulu avskornu oyruni við sermerktu oyraspjaldrunum verða send embætisdjóralæknanum.
§ 10 Embætisdjóralæknin kann geva loyvi til, at kálvar, sum eru yngri enn 14 dagar gamlir, eftir…
Embætisdjóralæknin kann geva loyvi til, at kálvar, sum eru yngri enn 14 dagar gamlir, eftir umsókn verða fluttir, um so er, at bæði dýrahald sendarans og móttakarans eru við í eini heilsuskipan fyri neyt. Stk. 2. Umsóknin skal rúma hesar upplýsingar: 1) Navn, bústað og telefonnummar sendarans, 2) navn ella nummar á dýrahaldinum, sum kálvurin verður fluttur frá, 3) hvørji dýr talan er um, aldur, kyn, mark ella ID-nummar, 4) navn, bústað og telefonnummar móttakarans, 5) navn ella nummar á dýrahaldinum, sum kálvurin verður fluttur til,og 6) eina váttan frá sendara um, at kálvurin var frískur, tá hann varð fluttur, og tekin um smittandi sjúku ikki var í upprunadýrahaldinum. Stk. 3. Áðrenn flutning skal kálvurin hava fingið sermerkt oyraspjaldur, sum embætisdjóralæknin útvegar saman við flutningsloyvinum.
§ 11 Í flutningsloyvinum kann embætisdjóralæknin seta nærri krøv um
Í flutningsloyvinum kann embætisdjóralæknin seta nærri krøv um: 1) At ein ávís flutningsleið verður nýtt. 2) Reingerð og sóttreinsing áðrenn og/ella eftir flutning.
§ 12 Flutningsloyvini sambært §§ 8-11 eru galdandi 7 dagar frá tí, tey eru givin
Flutningsloyvini sambært §§ 8-11 eru galdandi 7 dagar frá tí, tey eru givin. Stk. 2. Flutningsloyvi fer úr gildi av sær sjálvum, um so er, at smittandi sjúka brýtur út í upprunadýrahaldinum, áðrenn kleyvdýrini eru flutt. Stk. 3. Embætisdjóralæknin kann gera undantak til reglurnar í stk. 1 og 2.
§ 13 Flutningsloyvi sambært §§ 8-11 skal fylgja dýrinum undir flutninginum og skal vísast, um biðið…
Flutningsloyvi sambært §§ 8-11 skal fylgja dýrinum undir flutninginum og skal vísast, um biðið verður um tað. Stk. 2. Eftir at flutningurin er farin fram, skal eitt avrit av flutningsloyvinum saman við váttan móttakarans um, at flutningurin er farin fram, sendast embætisdjóralæknanum. Stk. 3. Flutningsloyvi, sum ikki verða nýtt, skulu verða send embætisdjóralæknanum aftur. Viðmerkjast skal, at flutningurin ikki er farin fram. Flutningur av kleyvdýrum
§ 14 Ikki er loyvt at flyta kleyvdýr millum dýrahald, hagapartar og millum oyggjar, uttan so at…
Ikki er loyvt at flyta kleyvdýr millum dýrahald, hagapartar og millum oyggjar, uttan so at embætisdjóralæknin hevur givið flutningsloyvi.
§ 15 Ikki er loyvt at flyta kleyvdýr, sum sjálvt ella dýrahaldið, har tey ganga, hava tekin um…
Ikki er loyvt at flyta kleyvdýr, sum sjálvt ella dýrahaldið, har tey ganga, hava tekin um smittandi sjúku. Stk. 2. Embætisdjóralæknin kann gera undantak til forboðið í stk. 1.
§ 16 Ikki er loyvt at flyta seyð frá hagaparti, har klinisk tekin um ridluskriða hava verið seinastu 3…
Ikki er loyvt at flyta seyð frá hagaparti, har klinisk tekin um ridluskriða hava verið seinastu 3 árini. Stk. 2. Embætisdjóralæknin kann gera undantak til forboðið í stk. 1, um flutningurin er beinleiðis til góðkent sláturvirki.
§ 17 Uttan mun til reglurnar í § 14 er loyvt at flyta frísk kleyvdýr uttan flutningsloyvi frá…
Uttan mun til reglurnar í § 14 er loyvt at flyta frísk kleyvdýr uttan flutningsloyvi frá embætisdjóralæknanum, um flutningurin er beinleiðis til góðkent sláturvirki. Stk. 2. Í stk. 1 nevnda føri skal sláturvirkið boða embætisdjóralæknanum frá flutninginum í seinasta lagi 24 tímar, áðrenn flutningurin væntandi kemur til sláturvirkið. Stk. 3. Fráboðanin í stk. 2 skal rúma hesar upplýsingar: 1) Navn, bústað og telefonnummar sendarans, 2) navn ella nummar á dýrahaldinum, sum kleyvdýrið verður fluttur frá, og 3) hvat slag av dýri talan er um, aldur, kyn, mark ella ID-nummar. Stk. 4. Flutningur av kleyvdýrum eftir stk. 1 skal annars fara fram eftir reglunum í hesi kunngerð.
§ 18 Uttan mun til reglurnar í § 14 er loyvt at flyta kleyvdýr uttan flutningsloyvi frá…
Uttan mun til reglurnar í § 14 er loyvt at flyta kleyvdýr uttan flutningsloyvi frá embætisdjóralæknanum, um flutningurin er beinleiðis til dýraklinikk og hetta fer fram eftir ávísing frá djóralækna. Stk. 2. Í stk. 1 nevnda føri skal djóralæknin boða embætisdjóralæknanum frá flutninginum í seinasta lagi 24 tímar eftir, at flutningurin kom til dýraklinikkina. Stk. 3. Fráboðanin í stk. 2 skal rúma hesar upplýsingar: 1) Navn, bústað og telefonnummar sendarans, 2) navn ella nummar á dýrahaldinum ella hagapartinum, sum dýrið verður flutt frá, 3) hvat slag av dýri talan er um, aldur, kyn, mark ella ID-nummar, og 4) grundina til, at dýrið verður flutt, heruppií møgulig sjúkuavgerð og viðgerð. Stk. 4. Kleyvdýr, sum verða flutt eftir reglunum í stk. 1, skulu, eftir framda viðgerð, verða flutt aftur til upprunadýrahaldið. Dýr sum doyggja ella verða avlívað, skulu burturbeinast og brennast. Stk. 5. Kleyvdýr, sum verða flutt eftir reglunum í stk. 1 skulu, meðan flutningur til og frá dýraklinikk fer fram, ikki koma í samband við onnur dýr. Stk. 6. Flutningur av kleyvdýrum eftir stk. 1 skal annars fara fram eftir reglunum í hesi kunngerð.
§ 19 Flutningur av kleyvdýrum skal bert fara fram í flutningseindum, sum eru vaskaðar og sóttreinsaðar…
Flutningur av kleyvdýrum skal bert fara fram í flutningseindum, sum eru vaskaðar og sóttreinsaðar frammanundan. Stk. 2. Ábyrgdarhavandi fyri flutningi av kleyvdýrum skal síggja til, at flutningseindin verður vaskað og sóttreinsað eftir hvønn flutning.
§ 20 Áðrenn flutningurin byrjar, skal ábyrgdarhavandi fyri flutninginum tryggja sær skjalprógv fyri,…
Áðrenn flutningurin byrjar, skal ábyrgdarhavandi fyri flutninginum tryggja sær skjalprógv fyri, at embætisdjóralæknin hevur givið flutningsloyvi. Stk. 2. Er talan um flutning av kleyvdýri til eitt góðkent sláturvirki, sbr. § 17, er eitt farmabræv, har sláturvirkið er móttakari, uttan mun til stk. 1, nóg gott skjalprógv. Stk. 3. Er talan um flutning av kleyvdýri til eina góðkenda dýraklinikk, sbr. § 18, er ávísing frá djóralækna, uttan mun til stk. 1, nóg gott skjalprógv.
§ 21 Lasting, flutningur og lossing av kleyvdýrum skal fara fram á ein djóraverndarliga ráðiligan…
Lasting, flutningur og lossing av kleyvdýrum skal fara fram á ein djóraverndarliga ráðiligan hátt, so dýrini ikki líða óneyðugt.
§ 22 Embætisdjóralæknin kann krevja flutning av kleyvdýrum, sum stríðir móti reglunum í hesi kunngerð,…
Embætisdjóralæknin kann krevja flutning av kleyvdýrum, sum stríðir móti reglunum í hesi kunngerð, steðgaðan. Stk. 2. Embætisdjóralæknin kann krevja, at smittuavmarkandi tiltøk verða sett í verk, heruppií krevja avlíving og burturbeining av kleyvdýrum, um flutningurin ikki er í samsvari við reglurnar í hesi kunngerð. Hetta er eisini galdandi fyri dýr í móttøkudýrahaldinum. Flutningsbók
§ 23 Ábyrgdarhavandi av flutninginum skal føra eina flutningsbók yvir allan flutning. Flutningsbókin…
Ábyrgdarhavandi av flutninginum skal føra eina flutningsbók yvir allan flutning. Flutningsbókin skal vera sendara, móttakara og embætisdjóralæknanum tøk. Flutningsbókin skal verða goymd í í minsta lagi 3 ár, eftir at hon er skrivað. Stk. 2. Í skipaðum tíðarrað skulu hesar upplýsingar førast í flutningsbókina: 1) Dagfesting og tíð, tá lastað varð, 2) dagfesting og tíð, tá lossað varð, 3) dagfesting, tíð og stað, tá vasking og sóttreinsing er farin fram, 4) navn, bústað, telefon- og skrásetingarnummar sendarans, 5) hvat slag av dýrum, talan er, um eins og aldur og nøgd, 6) navn, bústað, telefon- og skrásetingarnummar móttakarans, og 7) møgulig óvanlig viðurskifti í sambandi við flutningin. Reingerð og sóttreinsing
§ 24 Vasking og sóttreinsing av flutningseindum skal fara fram eftir almennari leiðbeining frá…
Vasking og sóttreinsing av flutningseindum skal fara fram eftir almennari leiðbeining frá embætisdjóralæknanum. Stk. 2. Embætisdjóralæknin kann gera undantak til vasking og sóttreinsing, sum víkir frá almennu leiðbeiningini, fyri hvørja flutningseind sær. Revsiásetingar
§ 25 Brot á reglurnar í § 3, stk. 1 – 3, § 4, § 5, stk. 1 – 2, § 6, stk. 1, § 7, stk. 2, § 8, stk. 1 –…
Brot á reglurnar í § 3, stk. 1 – 3, § 4, § 5, stk. 1 – 2, § 6, stk. 1, § 7, stk. 2, § 8, stk. 1 – 2, § 9, stk. 2 – 4, § 10, stk. 2 – 3, § 11, § 13, stk. 1 – 3, § 14, § 15, stk. 1, § 16, stk. 1, §§ 17 – 23 og § 24, stk. 1 verður revsað við bót. Stk. 2. Er talan um grov ella endurtikin brot á reglurnar í stk. 1, kann góðkenningin av virkinum ella flutningsfyritøkuni verða tikin aftur. Stk. 3. Sambært § 50, stk. 1 í lógini kann landsstýrismaðurin boða frá, at málið kann verða gjørt av uttan rættarsókn, um hann sum hevur framt brotið, játtar seg sekan í brotinum og váttar innan eina nærri ásetta freist, ið eftir umbøn kann verða longd, at rinda eina í fráboðanini ásetta bót. Gildiskoma og umskiftisásetingar
§ 26 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Flutningsfyritøka, sum sambært lóg flytur kleyvdýrdýr tá henda kunngerð kemur í gildi, skal, innan 6 mánaðar, senda embætisdjóralæknanum umsókn um, at fyritøkan og flutningseindir hennara verða góðkend. Vinnumálastýrið, 24. august 2001 Bjarni Djurholm (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.