Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

23. oktober 1996 Nr. 119

Kunngerð um virksemið hjá Íleggingargrunninum fyri Føroyar, sum broytt við kunngerð nr. 74 frá 20. august 2026

Við heimild í § 3, stk. 3 í lóg nr. 28 frá 29. januar 1964 um ein íleggingargrunn fyri Føroyar við seinni broytingum verður fyrisett:

§ 1 Íleggingargrunnurin hevur heimstað í Tórshavn

Íleggingargrunnurin hevur heimstað í Tórshavn.

§ 2 1) Landsstýrisfólkið velur stýri grunsins. Í stýrinum eru 3 limir

1) Landsstýrisfólkið velur stýri grunsins. Í stýrinum eru 3 limir. Stk. 2. 1) Valskeiðið hjá stýrislimunum er 2 ár. Fer stýrislimur frá, áðrenn valskeiðið er runnið, verður annar limur valdur fyri restina av valskeiðinum.

§ 3 Stýrið er viðtøkuført, tá formaðurin og 2 stýrislimir eru til staðar

Stýrið er viðtøkuført, tá formaðurin og 2 stýrislimir eru til staðar. Stk. 2. Allar avgerðir verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta. Er atkvøðujavnvág, er atkvøða formansins avgerandi. Stk. 3. Grunnurin verður bundin av stýrisformanninum saman við 1 av stýrislimunum. Er formaðurin ikki til staðar, verður grunnurin bundin av 3 stýrislimum. Stk. 4. Stýrið kann geva heimildir frá sær til fulltrúa. Stk. 5. 1) Grunnurin rindar stýrislimunum samsýning, ið landsstýrisfólkið góðkennir eftir uppskoti frá stýrinum. Stk. 6. Stýrisformaðurin kallar til fundar, tá hann metir tørv vera á tí, ella tá 2 stýrislimir krevja tað.

§ 4 Avgerðir stýrisins um lánsveitingar og treytirnar fyri teimum eru endaligar

Avgerðir stýrisins um lánsveitingar og treytirnar fyri teimum eru endaligar. Stk. 2. Ásetan av lánsupphædd, afturgjaldingar- og rentutreytum skal gerast við fyriliti til nýtsluna av láninum og umstøðurnar annars herímillum treytirnar fyri lánum aðrastaðni frá. Stk. 3. Stýrið ger av hóskandi trygd fyri lángeving grunsins.

§ 5 Lán úr grunninum skulu einamest veitast til almennar íleggingar, sum út frá einum samfelagsligum…

Lán úr grunninum skulu einamest veitast til almennar íleggingar, sum út frá einum samfelagsligum heildarsjónarmiði gagna framtøkumøguleikum hjá føroyska samfelagnum. Stk. 2. Grunnurin kann veita stovnum ella grunnum, sum veita lán ella annan stuðul til privatar, almennar ella hálvalmennar vinnufyritøkur og fíggjarstovnar, lán.

§ 6 Játtað lán úr grunninum verða goldin lántakara eftir avtalu millum hann og grunnin

Játtað lán úr grunninum verða goldin lántakara eftir avtalu millum hann og grunnin.

§ 7 Grunnurin kann ikki siga veitt lán upp, so leingi lántakarin heldur lánstreytirnar

Grunnurin kann ikki siga veitt lán upp, so leingi lántakarin heldur lánstreytirnar. Stk. 2. Heldur lántakarin ikki lánstreytirnar, skal restskuldin gjaldast beinanvegin, um ikki annað er avtalað við grunnin. Stk. 3. Fer ognarskifti fram, fellur restskuldin beinanvegin til gjaldingar, um ikki annað er avtalað við grunnin.

§ 8 Bókhald grunsins verður umsitið av Føroya Gjaldstovu eftir reglum avtalaðar millum grunnin og…

Bókhald grunsins verður umsitið av Føroya Gjaldstovu eftir reglum avtalaðar millum grunnin og Føroya Gjaldstovu. Stk. 2. Rentur og avdrøg av veittum lánum skulu rindast Føroya Gjaldstovu. Stk. 3. 1) Stýrið kann gera avtalu við Landsbanka Føroya um at røkja virðisbrøv og gjaldføri.

§ 9 1) Ársfundur verður hildin á hvørjum ári fyri 1. mai. Landsstýrisfólkið luttekur

1) Ársfundur verður hildin á hvørjum ári fyri 1. mai. Landsstýrisfólkið luttekur. Stk. 2. 1) Stýrið boðar til ársfund við tilskilan av tíð, stað og dagsskrá í minsta lagi 14 dagar og í mesta lagi 4 vikur frammanundan. Stk. 3. 1) Á ársfundinum eru hesi evni: 1) Frásøgn stýrisins um virki grunsins í farna roknskaparári. 2) Framløga av grannskoðaðari ársfrásøgn. 3) Nýtsla av ársúrslitinum. 4) Val av grannskoðara. 5) Uppskot um evni frá stýri ella landsstýrisfólki. Stk. 4. 1) (Strikað).

§ 10 Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 148 frá 20. oktober 1992 um virksemið hjá Íleggingargrunninum fyri Føroyar. 1) Broytt við kunngerð nr. 74 frá 20. august 2026.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙