Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

20. august 2026 Nr. 74

Kunngerð um broyting í kunngerð um virksemið hjá Íleggingargrunninum fyri Føroyar

(Stýrið frá 5 til 3 stýrislimir, valskeiðið frá 4 til 2 ár, íløgurøkt og ársfundur)

§ 1 Í kunngerð nr. 119 frá 23. oktober 1996 um virksemið hjá Íleggingargrunninum fyri Føroyar verða…

Í kunngerð nr. 119 frá 23. oktober 1996 um virksemið hjá Íleggingargrunninum fyri Føroyar verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 2, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Landsstýrisfólkið velur stýri grunsins. Í stýrinum eru 3 limir.” 2. Í § 2, stk. 2 verður “4 ár” broytt til: “2 ár”. 3. Í § 3, stk. 5 verður “landsstýrið” broytt til: “landsstýrisfólkið”. 4. Í § 8 verður sum stk. 3 sett: “Stk. 3. Stýrið kann gera avtalu við Landsbanka Føroya um at røkja virðisbrøv og gjaldføri.” 5. § 9 verður orðað soleiðis: “§ 9. Ársfundur verður hildin á hvørjum ári fyri 1. mai. Landsstýrisfólkið luttekur. Stk. 2. Stýrið boðar til ársfund við tilskilan av tíð, stað og dagsskrá í minsta lagi 14 dagar og í mesta lagi 4 vikur frammanundan. Stk. 3. Á ársfundinum eru hesi evni: 1) Frásøgn stýrisins um virki grunsins í farna roknskaparári. 2) Framløga av grannskoðaðari ársfrásøgn. 3) Nýtsla av ársúrslitinum. 4) Val av grannskoðara. 5) Uppskot um evni frá stýri ella landsstýrisfólki.”

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fíggjarmálaráðið, 20. august 2026 Aksel V. Johannesen (sign.) landsstýrismaður / Bjarni Askham Bjarnason (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙