Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
12. september 2011 Nr. 117
Kunngerð um gjald fyri málsliga tulkatænastu í sambandi við læknahjálp
Við heimild í § 4, stk. 3 í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd verður ásett:
§ 1 Persónar, sum fáa læknahjálp sbrt. heilsutrygdarlógini og í hesum sambandi hava tørv á tulki,…
Persónar, sum fáa læknahjálp sbrt. heilsutrygdarlógini og í hesum sambandi hava tørv á tulki, hava rætt til tulking, tá lækni metir tað neyðugt fyri tænastuna.
§ 2 Heilsutrygd ber útreiðslurnar av tulkatænastu sbrt. § 1
Heilsutrygd ber útreiðslurnar av tulkatænastu sbrt. § 1.
§ 3 Tulkur, ið veitir tænastuna sbrt. hesi kunngerð, fyllir út rokning, ið Heilsutrygd hevur myndað.…
Tulkur, ið veitir tænastuna sbrt. hesi kunngerð, fyllir út rokning, ið Heilsutrygd hevur myndað. Læknin skal vátta rokningina, sum skal sendast til Heilsutrygd.
§ 4 Tímatakstur fyri tulking er samsvarandi tímatakstinum hjá vikari, sum er lærari í skúla, sambært…
Tímatakstur fyri tulking er samsvarandi tímatakstinum hjá vikari, sum er lærari í skúla, sambært galdandi lønarsáttmála millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.
§ 5 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Heilsumálaráðið, 12. september 2011 John Johannessen (sign.) landsstýrismaður / Jan Simonsen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.