Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

4. august 2015 Nr. 103

Kunngerð um gjald fyri tulkatænastu í sambandi við læknahjálp, sum broytt við kunngerð nr. 115 frá 9. november 2015

Við heimild í § 3, stk. 4 í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd, sum broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 14. mai 2013 og løgtingslóg nr. 13 frá 16. mars 2015, verður ásett:

§ 1 1) Persónar, sum fáa læknahjálp sbrt. heilsutrygdarlógini og í hesum sambandi hava tørv á tulki,…

1) Persónar, sum fáa læknahjálp sbrt. heilsutrygdarlógini og í hesum sambandi hava tørv á tulki, herundir teknmálstulki og skrivtulki, hava rætt til tulking.

§ 2 Heilsutrygd ber útreiðslurnar av tulkatænastu sbrt. § 1

Heilsutrygd ber útreiðslurnar av tulkatænastu sbrt. § 1.

§ 3 Tulkur, ið veitir tænastuna sbrt. hesi kunngerð, fyllir út rokning, ið Heilsutrygd hevur myndað.…

Tulkur, ið veitir tænastuna sbrt. hesi kunngerð, fyllir út rokning, ið Heilsutrygd hevur myndað. Læknin skal vátta rokningina, sum skal sendast til Heilsutrygd.

§ 4 Tímatakstur fyri málsliga tulking er samsvarandi tímatakstinum hjá vikari, sum er lærari í skúla,…

Tímatakstur fyri málsliga tulking er samsvarandi tímatakstinum hjá vikari, sum er lærari í skúla, sambært galdandi lønarsáttmála millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Stk. 2. 1) Tímataksturin fyri teknmálstulking og skrivtulking verður ásettur sambært galdandi avtalu millum Heilsutrygd og Teknmálstulkatænastuna.

§ 5 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Kunngerð nr. 117 frá 12. september 2011 um gjald fyri málsliga tulkatænastu verður sett úr gildi. Heilsumálaráðið, 4. august 2015 Karsten Hansen (sign.) landsstýrismaður / Jan Simonsen (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 115 frá 9. november 2015.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
gjald fyri málsliga tulkatænastu í sambandi við læknahjálp · innanhýsis
Áður galdandi · 12. september 2011
Broytingar
broyting í kunngerð um gjald fyri tulkatænastu í sambandi við læknahjálp · innanhýsis
Galdandi · 9. november 2015
Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙