Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
14. desember 2000 Nr. 116
Kunngerð um lønarendurgjald og ferðagjald til lærupláss
Við heimild í § 33, stk 4, 5 og 6, í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, við seinni broytingum, verður ásett:
Lønarendurgjald
§ 1 Lærupláss kann fáa endurgoldið lønarútreiðslur, íroknað frítíðarløn, fyri tað tíðarskeið,…
Lærupláss kann fáa endurgoldið lønarútreiðslur, íroknað frítíðarløn, fyri tað tíðarskeið, lærlingur tekur skúlagongdina, ið hoyrir til læruna, og sum er ásett í viðkomandi útbúgvingarkunngerð. Ferðaendurgjald
§ 2 Fer skúlagongdin ella partar av henni fram í donskum ella øðrum útlendskum skúla, kann…
Fer skúlagongdin ella partar av henni fram í donskum ella øðrum útlendskum skúla, kann læruplássið fáa ferðaendurgjald sbrt. stk. 2. Stk. 2. Ferðaendurgjaldið er kr. 3500 fyri hvørt skúlaskeið. Stk. 3. Treytin fyri at fáa ferðaendurgjald, sbrt. stk. 1, er, at eingir skúlamøguleikar eru í Føroyum. Góðkenning og skráseting
§ 3 Fyri at fáa endurgjald sbrt. §§ 1 og 2 skal lærusáttmálin verða góðkendur og skrásettur hjá…
Fyri at fáa endurgjald sbrt. §§ 1 og 2 skal lærusáttmálin verða góðkendur og skrásettur hjá myndugleikunum. Uppgerð
§ 4 Í seinasta lagi ein mánað eftir at lærlingurin er komin aftur av hvørjum einstøkum skúlaskeiði,…
Í seinasta lagi ein mánað eftir at lærlingurin er komin aftur av hvørjum einstøkum skúlaskeiði, skal læruplássið senda Undirvísingar- og Mentamálastýrinum uppgerð av útreiðslunum sbrt. §§ 1 og 2. Stk. 2. Uppgerðin skal skrivast á oyðublað, sum fæst frá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum ella einum av yrkisskúlunum. Gildiskoma
§ 5 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2001
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2001. Undirvísingar- og Mentamálastýrið, 14. desember 2000 Torbjørn Jacobsen (sign.) landsstýrismaður / Petur Petersen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.