Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

23. apríl 2003 Nr. 63

Kunngerð um lønarendurgjald og ferðaendurgjald til lærupláss, sum broytt við kunngerð nr. 177 frá 28. desember 2017

1) Við heimild í § 33, stk. 6 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum broytt við løgtingslóg nr. 65 frá 10. mai 2000, løgtingslóg nr. 48 frá 26. mars 2002 og løgtingslóg nr. 107 frá 20. desember 2002, verður ásett:

Lønargjald

§ 1 Lærupláss kann fáa endurgoldið 75% av lønarútreiðslunum, íroknað frítíðarløn, fyri tað…

Lærupláss kann fáa endurgoldið 75% av lønarútreiðslunum, íroknað frítíðarløn, fyri tað tíðarskeið, lærlingurin tekur skúlagongdina, ið hoyrir til læruna, og sum er ásett í viðkomandi útbúgvingarkunngerð. Ferðaendurgjald

§ 2 1) Fer skúlagongdin ella partar av henni fram í donskum ella øðrum útlendskum skúla, kann…

1) Fer skúlagongdin ella partar av henni fram í donskum ella øðrum útlendskum skúla, kann læruplássið fáa kr. 2.600,00 í ferðaendurgjaldi fyri hvørt skúlaskeið. Stk. 2. Treytin fyri at fáa ferðaendurgjald, sbrt. stk. 1, er, at eingir skúlamøguleikar eru í Føroyum. Góðkenning og skráseting

§ 3 Fyri at fáa endurgjald sbrt. §§ 1 og 2 skal lærusáttmálin verða góðkendur og skrásettur hjá…

Fyri at fáa endurgjald sbrt. §§ 1 og 2 skal lærusáttmálin verða góðkendur og skrásettur hjá myndugleikunum. Uppgerð

§ 4 Í seinasta lagi 8 vikur eftir at lærlingurin er komin aftur av hvørjum einstøkum skúlaskeiði,…

Í seinasta lagi 8 vikur eftir at lærlingurin er komin aftur av hvørjum einstøkum skúlaskeiði, skal læruplássið senda Mentamálaráðnum uppgerð av útreiðslunum sbrt. §§ 1 og 2. Stk. 2. Uppgerðin skal skrivast á oyðublað, sum fæst frá Mentamálaráðnum ella einum av yrkisskúlunum. Gildiskoma

§ 5 Henda kunngerð fær gildi dagin eftir at hon er lýst. Samstundis fer kunngerð nr. 116 frá 14.…

Henda kunngerð fær gildi dagin eftir at hon er lýst. Samstundis fer kunngerð nr. 116 frá 14. desember 2000 um lønarendurgjald og ferðagjald til lærupláss úr gildi Mentamálaráðið, 23. apríl 2003 Høgni Hoydal (sign.) landsstýrismaður / Petur Petersen (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 177 frá 28. desember 2017, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2018.”

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
lønarendurgjald og ferðagjald til lærupláss · innanhýsis
Áður galdandi · 14. desember 2000
Broytingar
broyting í kunngerð um lønarendurgjald og ferðaendurgjald til lærupláss · innanhýsis
Galdandi · 28. desember 2017
Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙