Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

23. november 1994 Nr. 115

Kunngerð um skattafrælsi í sambandi við vælgerandi arbeiði

I. ENDAMÁL

II. VÆLGERANDI ARBEIÐI

III. SKATTAFRÍA UPPHÆDDIN HJÁ PERSÓNUM

IV. ROKNSKAPARHALD

V. UMSÓKNIR

VI. HEIMILDAR-, UMMÆLIS- OG KÆRUREGLUR

VII. GILDISREGLUR

Sambært § 3, stk. 4 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum, hevur landsstýrið fyrisett:

I. ENDAMÁL

§ 1 Endamálið við fult ella partvíst at frítaka inntøku fyri skatting í sambandi við vælgerandi…

Endamálið við fult ella partvíst at frítaka inntøku fyri skatting í sambandi við vælgerandi arbeiði er alment at stuðla teimum persónum, sum koma undir reglurnar í § 1, nr. 2 í skattalógini og sum gera vælgerandi arbeiði uttanfyri Føroyar og teimum feløgum v.m., har inntøkan eftir stovnanarskipan, lógum ella samtyktum teirra einans verður nýtt til alment góðgerin ella kirkjulig, manngóð, listalig, vísindalig ella tílík endamál. II. VÆLGERANDI ARBEIÐI

§ 2 Inntøka hjá persónum, sum er fingin í sambandi við kristilig ella manngóð endamál kann frítakast…

Inntøka hjá persónum, sum er fingin í sambandi við kristilig ella manngóð endamál kann frítakast fyri skattskyldu. Stk. 2. Inntøka hjá feløgum v.m., sum verður nýtt ella avsett til alment góðgerin ella kirkjulig, manngóð, listalig, vísindalig ella tílík endamál verður ikki roknað sum skattskyldug inntøka. Stk. 3. Nýtsla av inntøku til tey í § 2, stk. 2 nevndu endamál er ikki bert, tá ið peningur verður goldin beinleiðis til hetta endamál. Upphædd, sum feløg v.m. seta inn á konto í einum peningastovni ella postgirostovu í Føroyum til tey í § 2, stk. 2 nevndu endamál ella til seinni nýtslu til hesi, verður eisini roknað at vera farin til vælgerandi endamál í innsetingarárinum. Stk. 4. Reglurnar um frítøku fyri feløg v.m. galda ikki fyri pening, sum verður nýttur til t.d. at røkja politisk, fíggjarlig ella vinnulig endamál. Stk. 5. Landsstýrið ger av í hvørjum einstøkum føri, hvørji endamál kunnu góðtakast sum vælgerandi. III. SKATTAFRÍA UPPHÆDDIN HJÁ PERSÓNUM

§ 3 Skattafría upphæddin hjá persónum skal svara til eina upphædd, sum er 65% av miðal…

Skattafría upphæddin hjá persónum skal svara til eina upphædd, sum er 65% av miðal bruttománaðarlønini seinastu 36 mánaðirnar, tó í minsta lagi 84.000 kr. árliga. Stk. 2. Hevur ein persónur ikki havt inntøku síðstu 36 mánaðirnar, kann skattafría upphæddin í mesta lagi verða kr. 84.000 árliga. Stk. 3. Landsstýrið kann í heilt serligum førum gera undantak frá regluni í stk. 1 og 2. IV. ROKNSKAPARHALD

§ 4 Feløg v.m., hvørs inntøka fult ella partvíst er frítikin fyri skatting, skulu á hvørjum ári lata…

Feløg v.m., hvørs inntøka fult ella partvíst er frítikin fyri skatting, skulu á hvørjum ári lata Toll- og Skattstovu Føroya roknskap saman við sjálvuppgávuni, sum vísir, hvussu vinningurin er nýttur í roknskaparárinum. Roknskapurin skal somuleiðis vísa, um útgjaldingar til persónar er løn til starvsfólk, samsýning til nevndarlimir ella løn fyri annað arbeiði. Stk. 2. Fyri at avsetingar ella innsetan á konto til endamálið í roknskaparárinum skal verða góðkent, verður kravt, at upphæddin, ið er avsett, eftir meting landsstýrisins er skild burtur úr øðrum ognum hjá felagnum og sett uttanfyri hetta á serstaka konto í einum peningastovni ella postgirostovu í Føroyum. Stk. 3. Feløg v.m. skulu á hvørjum ári saman við roknskapinum og sjálvuppgávuni vátta, at avsetingar eru ikki heftar av vinnuvirkinum ella heftar til annað enn til alment góðgerin ella onnur almentgagnlig endamál. Stk. 4. Brot á reglurnar um latan av roknskapartilfari verður revsað eftir §§ 119 og 150 í skattalógini. V. UMSÓKNIR

§ 5 Umsóknir um skattafrælsi skulu sendast til Føroya Landsstýri

Umsóknir um skattafrælsi skulu sendast til Føroya Landsstýri. Stk. 2. Umsóknir frá persónum skulu innihalda fylgjandi upplýsingar: - Nøvnini á teimum persónum, sum talan verður um at senda út. - Tíðarskeiðið starvsetanin fevnir um. - Váttan frá stovninum ella øðrum, sum umsøkjarin verður útsendur av, um starvsetanina. - Mánaðarliga lønin ella samsýningin. Stk. 3. Loyvi um skattafrælsi fyri inntøku hjá persónum er galdandi í 2 ár. Fer umsøkjarin í hesum tíðarskeiðinum í vælgerandi arbeiði hjá øðrum felag ella felagsskapi ella um broytingar verða gjørdar í verandi starvssáttmála t.d. um lønarviðurskifti, skal hesin søkja landsstýrið av nýggjum um skattafrælsi.

§ 6 Umsóknir frá feløgum v.m. skulu innihalda fylgjandi upplýsningar

Umsóknir frá feløgum v.m. skulu innihalda fylgjandi upplýsningar: 1. Galdandi lógir og viðtøkur, stovnanarskipan o.t. 2. Ársroknskapurin fyri seinasta roknskaparskeið frammanundan dagfestingini av umsóknini. Stk. 2. Reglur skulu verða í viðtøkunum hjá einum felag v.m. um, hvussu farið skal verða fram, um tað verður avtikið. Trygd skal vera fyri, at ognirnar tá fara til endamálini nevnd í § 2, stk. 2 í hesi kunngerð. Stk. 3. Um so er, at eitt felag v.m., eftir at hava fingið játtan landsstýrisins um frítøku, broytir viðtøkur sínar ella verður avtikið, skal felagið kunna landsstýrið um hetta, soleiðis at galdandi umsókn kann viðgerast av nýggjum. VI. HEIMILDAR-, UMMÆLIS- OG KÆRUREGLUR

§ 7 Landsstýrið kann gera av, at persónar og feløg v.m. fáa fult ella partvíst skattafrælsi

Landsstýrið kann gera av, at persónar og feløg v.m. fáa fult ella partvíst skattafrælsi. Stk. 2. Áðrenn landsstýrið tekur avgerð í málinum um skattafrælsi, fær landsstýrið sær álit frá viðkomandi bygda(r)ráð. Stk. 3. Avgerð landsstýrisins er endalig og kann ikki skjótast inn fyri ein hægri fyrisitingarmyndugleika. VII. GILDISREGLUR

§ 8 Hesar reglur koma í gildi dagin eftir, at kunngerðin er lýst. Samstundis fara úr gildi tær…

Hesar reglur koma í gildi dagin eftir, at kunngerðin er lýst. Samstundis fara úr gildi tær reglur, sum landsstýrið áður hevur ásett um skattafrælsi í sambandi við vælgerandi arbeiði.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
skattafrælsi í sambandi við vælgerandi arbeiði · innanhýsis
Galdandi · 19. oktober 1999

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙