Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

19. oktober 1999 Nr. 86

Kunngerð um skattafrælsi í sambandi við vælgerandi arbeiði

Við heimild í § 3, stk. 4 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt sum broytt við m.a. løgtingslóg nr. 101 frá 29. desember 1998, verður ásett:

Persónar

§ 1 Veitt kann verða persóni skattafrælsi, sum hevur inntøku, ið stavar frá kirkjuligum ella…

Veitt kann verða persóni skattafrælsi, sum hevur inntøku, ið stavar frá kirkjuligum ella manngóðum endamáli, og sum hevur skattskyldu sambært § 1, nr. 2 í skattalógini. Stk. 2. Veitast kann skattafrælsi fyri 75% av miðal bruttománaðarlønini seinastu 36 mánaðirnar, tó í minsta lagi 108.000 kr. um árið. Hevur persónurin ikki havt inntøku síðstu 36 mánaðirnar, kann skattafrælsa upphæddin í mesta lagi verða 108.000 kr. árliga. Stk. 3. Toll- og Skattaráð Føroya kann í serligum førum gera undantak frá regluni í stk. 2. Feløg og stovnanir v.m.

§ 2 Veitast kann feløgum og stovnanum v.m., sum nevnd eru í § 1, nr. 9, 10 og 14 í skattalógini fult…

Veitast kann feløgum og stovnanum v.m., sum nevnd eru í § 1, nr. 9, 10 og 14 í skattalógini fult ella partvíst skattafrælsi, um so er, at inntøkan eftir viðtøkum teirra einans skal verða nýtt til alment góðgerin ella kirkjulig, manngóð, listarlig, vísindalig ella tílík endamál. Stk. 2. Peningur, sum tey í stk. 1 nevndu feløg og stovnanir v. m. seta inn á peningastovnskonto, og sum er ætlaður til at nýta til tey í stk. 1 nevndu endamál, verður roknaður fyri at vera nýttur til hesi endamál í innsetingarárinum. Roknskaparhald o.a.

§ 3 Tey í § 2, stk. 1 nevndu feløg og stovnanir v.m., sum hava fingið játtað fult ella partvíst…

Tey í § 2, stk. 1 nevndu feløg og stovnanir v.m., sum hava fingið játtað fult ella partvíst skattafrælsi, skulu á hvørjum ári lata Toll- og Skattstovu Føroya roknskap saman við sjálvuppgávuni, sum vísir, hvussu vinningurin er nýttur í roknskaparárinum. Roknskapurin skal somuleiðis vísa, um útgjaldingar til persónar er løn til starvsfólk, samsýning til nevndarlimir ella løn fyri annað arbeiði. Stk. 2. Fyri at avsetingar ella innskot á konto til skattafræls endamál í roknskaparárinum skulu verða góðkendar, verður kravt, at upphæddin, ið er avsett, er skild burtur úr øðrum ognum hjá tí, sum hevur fingið játtað skattafrælsi og sett á serstaka peningastovnskonto. Stk. 3. Tey, sum hava fingið játtað skattafrælsi, skulu á hvørjum ári saman við roknskapinum og sjálvuppgávuni vátta, at avsetingar ikki hoyra til tað vinnuliga virksemið, ella hoyra til annað enn til alment góðgerin ella onnur alment gagnlig endamál. Umsóknir

§ 4 Umsóknir um skattafrælsi skulu latast Toll- og Skattaráð Føroya

Umsóknir um skattafrælsi skulu latast Toll- og Skattaráð Føroya.

§ 5 Saman við umsókn frá persóni skulu hesir upplýsingar latast

Saman við umsókn frá persóni skulu hesir upplýsingar latast: 1) Nøvnini á teimum persónum, sum talan verður um at senda út. 2) Tíðarskeiðið starvsetanin fevnir um. 3) Váttan um starvsetanina frá tí, sum umsøkjarin hevur gjørt starvsavtalu við. 4) Mánaðarliga lønin ella samsýningin. Stk. 2. Skattafrælsi fyri inntøku hjá persónum er galdandi í 2 ár. Fer umsøkjarin í hesum tíðarskeiði í vælgerandi arbeiði hjá øðrum felag ella stovni v.m., ella verða broytingar gjørdar í verandi starvssáttmála t.d. um lønarviðurskifti, skal hesin søkja Toll- og Skattaráð Føroya av nýggjum um skattafrælsi.

§ 6 Saman við umsókn frá feløgum og stovnanum v.m. skulu hesir upplýsingar latast

Saman við umsókn frá feløgum og stovnanum v.m. skulu hesir upplýsingar latast: 1) Galdandi viðtøkur. 2) Ársroknskapurin fyri seinasta roknskaparskeið frammanundan dagfestingini av umsóknini. Stk. 2. Í viðtøkunum hjá teimum í stk. 1 nevndu umsøkjarum, skal vera ásett, hvussu farið skal vera fram, um felagsskapurin verður avtikin. Trygd skal vera fyri, at ognirnar tá fara til endamálini nevnd í § 2, stk. 1. Stk. 3. Feløg og stovnanir v.m., sum hava fingið játtað skattafrælsi, skulu í játtanartíðarskeiðinum kunna Toll- og Skattaráð Føroya um allar viðtøkubroytingar og um avtøku av felagsskapinum. Gildiskoma

§ 7 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð…

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 115 frá 23. november 1994 um skattafrælsi í samband við vælgerandi arbeiði. Fíggjarmálastýrið, 19. oktober 1999 Karsten Hansen (sign.) landsstýrismaður / Petur Alberg Lamhauge (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
um skattafrælsi í sambandi við vælgerandi arbeiði · innanhýsis
Áður galdandi · 23. november 1994
Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙