Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Innihald

§ 1Loyvt er í mesta lagi§ 2Fiskifør við loyvi sbrt. § 1, stk. 1, nr. 1 og 3 kunnu veiða havtasku á hesum leiðum, sbr. tó § 4§ 3Fiskifør við loyvi sbrt. § 1, stk. 1, nr. 1 og 2 kunnu veiða svartkalva, har dýpið er meira enn…§ 4Fiskifør við loyvi sbrt. § 1, stk. 1, nr. 1-3 kunnu ikki veiða við gørnum á niðan fyri standandi…§ 51) Fiskifar við loyvi sbrt. § 1, stk. 1, nr. 4 kann royna eftir havtasku við gørnum, á eini leið…§ 6Hjá fiskifari við loyvi sbrt. § 1, stk. 1, nr. 1-3 kann hjáveiða av toski, hýsu, upsa og…§ 7Fyri fiskifør við loyvi sbrt. § 1, stk. 1, nr. 1-3 galda hesar treytir fyri reiðskapin§ 8Fyri fiskifør við loyvi sbrt. § 1, stk.1, nr. 4 galda hesar treytir fyri reiðskapin§ 9Endaboyur skulu vera merktar við havnakenningarnummarinum hjá fiskifarinum við skilligum stavum…§ 10Veiðiloyvið hjá fiskifari við fiskiloyvi sbrt. hesi kunngerð kann verða flutt á annað fiskifar…§ 11Loyvt er ikki at vera á svartkalvaveiði og havtaskuveiði sama túr. Loyvt er at leggja um frá…§ 12Fiskifør við loyvi sbrt. hesi kunngerð skulu, beinanvegin sett er fyrstu ferð á túrinum, boða…§ 13Tá fiskifør við loyvi sbrt. hesi kunngerð fara inn at avreiða, og gørnini standa úti, skulu ikki…§ 14Um fiskifar missir garn, hevur skiparin skyldu at gera sítt besta til at bjarga ella dreggja…§ 15Brot á §§ 2-9, § 11, § 12, § 13, stk. 1 ella § 14 verða revsað við bót, um ikki harðari revsing…§ 16Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð…

Lógtekstur

5. august 2013 Nr. 105

Kunngerð um skipan av fiskiskapinum eftir havtasku og svartkalvavið gørnum á føroysku landleiðunum, sum broytt við kunngerð nr. 125 frá 11. november 2013

Við heimild í § 8, stk. 7, § 9, stk. 1 og 2 og § 40, stk. 2 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum broytt við løgtingslóg nr. 58 frá 2. juni 1995, løgtingslóg nr. 92 frá 13. juni 1995, løgtingslóg nr. 50 frá 20. mai 1996, løgtingslóg nr. 64 frá 20. mai 1996, løgtingslóg nr. 84 frá 6. juni 1997, løgtingslóg nr. 69 frá 18. august 1998, løgtingslóg nr. 49 frá 10. mai 1999, løgtingslóg nr. 98 frá 19. august 2005 og løgtingslóg nr. 106 frá 17. august 2009, verður ásett:

Fiskiloyvi

§ 1 Loyvt er í mesta lagi

Loyvt er í mesta lagi 1) fýra fiskiførum at reka beinleiðis veiði eftir havtasku (Lophius piscatorius) og svartkalva (Reinhardtius hippoglossoides) við gørnum, 2) trimum fiskiførum at reka beinleiðis veiði eftir svartkalva við gørnum, 3) einum fiskifari at reka beinleiðis veiði eftir havtasku við gørnum, og 4) einum fiskifari undir 80 tons at reka beinleiðis veiði eftir havtasku við gørnum. Stk. 2. Fiskiloyvi, sbrt. stk.1, verða latin eigarunum av teimum fiskiførum, sum í 2012 hava fingið fiskiloyvi ella hava rætt til fiskiloyvi. Verður veiðiloyvi hjá hesum fiskiførum flutt á annað fiskifar, verður fiskiloyvið sbrt. stk. 1 latið eigaranum av fiskifarinum, sum veiðiloyvið er flutt á. Leiðir

§ 2 Fiskifør við loyvi sbrt. § 1, stk. 1, nr. 1 og 3 kunnu veiða havtasku á hesum leiðum, sbr. tó § 4

Fiskifør við loyvi sbrt. § 1, stk. 1, nr. 1 og 3 kunnu veiða havtasku á hesum leiðum, sbr. tó § 4: 1) Alt árið á leiðum vestan fyri eina linju drigna millum hesi støð: a) 64°47'00" N, 07°45'00" V b) 62°38'00" N, 07°45'00" V c) 62°28'00" N, 08°20'00" V d) 62°24'00" N, 08°40'00" V e) 62°17'00" N, 08°53'00" V f) 62°10'00" N, 09°00'00" V g) 61°47'00" N, 08°34'00" V h) 61°38'00" N, 08°14'00" V i) 61°30'00" N, 08°12'00" V j) 61°27'00" N, 08°05'00" V k) 61°26'00" N, 07°45'00" V l) 60°30'00" N, 07°00'00" V m) 59°57'00" N, 06°00'00" V 2) Alt árið innan fyri linjur drignar millum hesi støð: a) 62°00'00"N, 05°50'00"V b) 62°00'00"N, 05°30'00"V c) 61°45'00"N, 05°50'00"V d) 61°38'00"N, 05°40'00"V e) 61°38'00"N, 06°00'00"V f) 62°00'00"N, 05°50'00"V

§ 3 Fiskifør við loyvi sbrt. § 1, stk. 1, nr. 1 og 2 kunnu veiða svartkalva, har dýpið er meira enn…

Fiskifør við loyvi sbrt. § 1, stk. 1, nr. 1 og 2 kunnu veiða svartkalva, har dýpið er meira enn 500 m, sbr. tó § 4.

§ 4 Fiskifør við loyvi sbrt. § 1, stk. 1, nr. 1-3 kunnu ikki veiða við gørnum á niðan fyri standandi…

Fiskifør við loyvi sbrt. § 1, stk. 1, nr. 1-3 kunnu ikki veiða við gørnum á niðan fyri standandi leiðum: 1) Á Íslandsrygginum innan fyri linjur drignar millum hesi støð: a) 63°45'00"N, 10°00'00"V b) 63°27'18"N, 10°02'00"V c) 63°08'09"N, 11°11'36"V d) 63°00'00"N, 11°24'40"V e) 62°48'00"N, 09°40'00"V f) 63°45'00"N, 10°00'00"V 2) Á Føroya Banka innan fyri linjur drignar millum hesi støð: a) 60°50'00"N, 07°57'00"V b) 61°03'00"N, 07°57'00"V c) 61°15'30"N, 08°16'00"V d) 61°13'20"N, 08°42'12"V e) 61°00'00"N, 09°11'00"V f) 60°48'40"N, 09°25'00"V g) 60°24'00"N, 09°07'00"V h) 60°50'00"N, 07°57'00"V 3) Á Ytra Banka, har tað er grynri enn 380 m. Tó er fiskiskapur eftir havtasku loyvdur á tí parti av Ytra Banka, sum er vestan fyri 10°11' V og sunnan fyri 60°38' N

§ 5 1) Fiskifar við loyvi sbrt. § 1, stk. 1, nr. 4 kann royna eftir havtasku við gørnum, á eini leið…

1) Fiskifar við loyvi sbrt. § 1, stk. 1, nr. 4 kann royna eftir havtasku við gørnum, á eini leið millum 06°33'38"V og 07°12'30"V frá 12 fjórðingum úr grundlinjunum og út á eina linju drigna millum 62°55'00"N, 07°12'30"V og 02°55'00"N, 06°33'38"V. Hjáveiða

§ 6 Hjá fiskifari við loyvi sbrt. § 1, stk. 1, nr. 1-3 kann hjáveiða av toski, hýsu, upsa og…

Hjá fiskifari við loyvi sbrt. § 1, stk. 1, nr. 1-3 kann hjáveiða av toski, hýsu, upsa og kongafiski í mesta lagi vera 20% av vektini av veiðinøgdini tilsamans roknað fyri árið. Hendan avmarkingin í hjáveiðu er tó ikki galdandi fyri fiskiskap við gørnum á leiðum norðan fyri 62°39'N og vestan fyri 8°V. Stk. 2. Hjá fiskifari við loyvi sbrt. § 1, stk. 1, nr. 4 kann hjáveiða av toski, hýsu, upsa og kongafiski í mesta lagi vera 7% av vektini av veiðinøgdini tilsamans roknað fyri árið. Tó kann hjáveiðan av nevndu fiskasløgum einstakan túr vera í mesta lagi 15% av vektini av veiðinøgdini tilsamans fyri túrin. Reiðskapur

§ 7 Fyri fiskifør við loyvi sbrt. § 1, stk. 1, nr. 1-3 galda hesar treytir fyri reiðskapin

Fyri fiskifør við loyvi sbrt. § 1, stk. 1, nr. 1-3 galda hesar treytir fyri reiðskapin: 1) Tað er ikki loyvt at seta ella hava standandi fleiri enn 1400 gørn í sjónum, sum eru 27,5 m til longdar, ella um onnur garnalongd verður nýtt, so má tað samlaða garnastrekkið ikki fara upp um samsvarandi longd. 2) Einki skip má nýta havtaskugørn, har meskarnir í nøkrum parti av garninum fara niður um 280 mm. 3) Einki skip má nýta svartkalvagørn, har meskarnir í nøkrum parti av garninum fara niður um 200 mm.

§ 8 Fyri fiskifør við loyvi sbrt. § 1, stk.1, nr. 4 galda hesar treytir fyri reiðskapin

Fyri fiskifør við loyvi sbrt. § 1, stk.1, nr. 4 galda hesar treytir fyri reiðskapin: 1) Tað er ikki loyvt at seta ella hava standandi fleiri enn 900 gørn í sjónum, sum eru 27,5 m til longdar ella, um onnur garnalongd verður nýtt, so má tað samlaða garnastrekkið ikki fara upp um samsvarandi longd. 2) Loyvt er ikki at nýta havtaskugørn, har meskarnir í nøkrum parti av garninum fara niður um 300 mm.

§ 9 Endaboyur skulu vera merktar við havnakenningarnummarinum hjá fiskifarinum við skilligum stavum…

Endaboyur skulu vera merktar við havnakenningarnummarinum hjá fiskifarinum við skilligum stavum og tølum. Stk. 2. Allar endaboyur skulu hava eina minst 1,5 m høga stongboyu við vimpli við havnakenningarnummarinum hjá fiskifarinum. Stk. 3. Hvør trossi skal vera merktur við nummari, sum skal førast í dagbókina við tilskilan um, nær sett er. Flyting av veiðiloyvum

§ 10 Veiðiloyvið hjá fiskifari við fiskiloyvi sbrt. hesi kunngerð kann verða flutt á annað fiskifar…

Veiðiloyvið hjá fiskifari við fiskiloyvi sbrt. hesi kunngerð kann verða flutt á annað fiskifar sbrt. ásetingunum í lógini. Stk. 2. Fiskiorka hjá fiskiførum við loyvi sbrt. hesi kunngerð er talið av gørnum og garnalongd, sbrt. §§ 7 og 8. Stk. 3. Verður veiðiloyvið hjá fiskifari við fiskiloyvi sambært hesi kunngerð flutt á annað fiskifar, kann eigarin av fiskifarinum, sum veiðiloyvið verður flutt á, njóta rættindi samsvarandi við, at fiskiorkan hjá fiskifarinum, sum veiðiloyvið verður flutt á, ikki verður størri enn frammanundan. Aðrar ásetingar

§ 11 Loyvt er ikki at vera á svartkalvaveiði og havtaskuveiði sama túr. Loyvt er at leggja um frá…

Loyvt er ikki at vera á svartkalvaveiði og havtaskuveiði sama túr. Loyvt er at leggja um frá svartkalvaveiði til havtaskuveiði ella øvugt innan fyri tvær vikur tvær ferðir um árið. Øll skip við loyvi sbrt. § 1, stk. 1, nr. 1 skulu boða Vørn frá, tá tey leggja um, og tá tey byrja, eins og tey skulu boða frá 12 tímar, áðrenn tey gevast við fiskiskapinum.

§ 12 Fiskifør við loyvi sbrt. hesi kunngerð skulu, beinanvegin sett er fyrstu ferð á túrinum, boða…

Fiskifør við loyvi sbrt. hesi kunngerð skulu, beinanvegin sett er fyrstu ferð á túrinum, boða Vørn frá, hvar gørnini standa við upplýsingum um knøttstøðu og dýpi á fyrra enda og seinna enda á hvørjum trossa sær. Verður trossi fluttur meira enn sjey fjórðingar á sama túri, skal boðast frá hesum. Stk. 2. Tá túrur endar, og gørnini standa úti, skal boðast frá, hvar gørnini standa, og hvar ætlanin er at avreiða.

§ 13 Tá fiskifør við loyvi sbrt. hesi kunngerð fara inn at avreiða, og gørnini standa úti, skulu ikki…

Tá fiskifør við loyvi sbrt. hesi kunngerð fara inn at avreiða, og gørnini standa úti, skulu ikki ganga meiri enn 72 tímar, til skipið aftur er á fiskileið og fer at draga. Stk. 2. Vørn kann í serligum førum veita undantak viðvíkjandi tíðarfreistini.

§ 14 Um fiskifar missir garn, hevur skiparin skyldu at gera sítt besta til at bjarga ella dreggja…

Um fiskifar missir garn, hevur skiparin skyldu at gera sítt besta til at bjarga ella dreggja garnið, og at geva Vørn fráboðan um staðsetingina, har garnið er mist. Skiparin hevur skyldu at boða Vørn frá, um tað hevur eydnast at bjarga garninum. Revsing

§ 15 Brot á §§ 2-9, § 11, § 12, § 13, stk. 1 ella § 14 verða revsað við bót, um ikki harðari revsing…

Brot á §§ 2-9, § 11, § 12, § 13, stk. 1 ella § 14 verða revsað við bót, um ikki harðari revsing er ásett eftir aðrari lóg. Um brot er framt av partafelag, smápartafelag, lutafelag ella líknandi, kann felagið sum slíkt, sbrt. § 40, stk. 3 í lógini, verða revsað við bót. Stk. 2. Sbrt. § 45 í lógini kann Fiskiveiðieftirlitið beinanvegin taka inn fiskiloyvi, um skipari á fiskifari er skuldsettur fyri brot á hesa kunngerð, ella um fiskifarið ikki hevur hildið seg til treytir ásettar í fiskiloyvinum sbrt. hesi kunngerð. Fiskiloyvi kann verða tikið aftur upp til 4 vikur hvørja ferð. Gildiskoma

§ 16 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð…

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 40 frá 04. mai 2010 um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðunum. Fiskimálaráðið, 5. august 2013 Jacob Vestergaard (sign.) landsstýrismaður / Rógvi Reinert (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 125 frá 11. november 2013.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙