Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
04. mai 2010 Nr. 40
Kunngerð um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðunum
Við heimild í § 9, stk. 1 og 2 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verður ásett:
Loyvi og leiðir
§ 1 Eftir umsókn verður loyvt í mesta lagi fýra skipum at reka beinleiðis veiði eftir havtasku…
Eftir umsókn verður loyvt í mesta lagi fýra skipum at reka beinleiðis veiði eftir havtasku (Lophius piscatorius) og svartkalva (Reinhardtius hippoglossoides) við gørnum á niðan fyri standandi leiðum. Eisini er loyvt trimum skipum eftir umsókn at reka beinleiðis veiði eftir svartkalva við gørnum, og einum skipi at reka beinleiðis veiði eftir havtasku við gørnum í einum fiskiári. Stk. 2. Loyvt er at veiða havtasku á hesum leiðum, sbr. tó stk. 4: 1) Alt árið á leiðum vestan fyri eina linju drigna millum hesi støð: 64°47'00" N, 07°45'00" V 62°38'00" N, 07°45'00" V 62°28'00" N, 08°20'00" V 62°24'00" N, 08°40'00" V 62°17'00" N, 08°53'00" V 62°10'00" N, 09°00'00" V 61°47'00" N, 08°34'00" V 61°38'00" N, 08°14'00" V 61°30'00" N, 08°12'00" V 61°27'00" N, 08°05'00" V 61°26'00" N, 07°45'00" V 60°30'00" N, 07°00'00" V 59°57'00" N, 06°00'00" V 2) Alt árið innan fyri linjur drignar millum hesi støð: 62°00'00"N, 05°50'00"V 62°00'00"N, 05°30'00"V 61°45'00"N, 05°50'00"V 61°38'00"N, 05°40'00"V 61°38'00"N, 06°00'00"V 62°00'00"N, 05°50'00"V Stk.3. Loyvt er at veiða svartkalva, har dýpið er meira enn 500 m, sbr. tó stk. 4. Stk.4. Hjá fiskiførum við loyvi sambært stk. 1 er fiskiskapur við gørnum ikki loyvdur á niðan fyri standandi leiðum: 1) Á Íslandsrygginum innan fyri linjur drignar millum hesi støð: 63°45'00"N, 10°00'00"V 63°27'18"N, 10°02'00"V 63°08'09"N, 11°11'36"V 63°00'00"N, 11°24'40"V 62°48'00"N, 09°40'00"V 63°45'00"N, 10°00'00"V 2) Á Føroya Banka innan fyri linjur drignar millum hesi støð: 60°50'00"N, 07°57'00"V 61°03'00"N, 07°57'00"V 61°15'30"N, 08°16'00"V 61°13'20"N, 08°42'12"V 61°00'00"N, 09°11'00"V 60°48'40"N, 09°25'00"V 60°24'00"N, 09°07'00"V 60°50'00"N, 07°57'00"V 3) Á Ytra Banka, har tað er grynri enn 380 m. Tó er fiskiskapur eftir havtasku loyvdur á tí parti av Ytra banka, sum er vestan fyri 10°11' V og sunnan fyri 60°38' N.
§ 2 Eftir umsókn verður loyvt einum fiskifari undir 80 tons at reka beinleiðis veiði eftir havtasku…
Eftir umsókn verður loyvt einum fiskifari undir 80 tons at reka beinleiðis veiði eftir havtasku við gørnum frá 1. februar til 31. oktober, báðir dagar íroknaðir, á eini leið millum 06°33'38"V og 07°12'30"V frá 12 fjórðingum úr grundlinjunum og út á eina linju drigna millum 62°55'00"N, 07°12'30"V og 02°55'00"N, 06°33'38"V. Hjáveiða
§ 3 Hjá fiskifari við loyvi sambært § 1, stk. 1 kann hjáveiða av toski, hýsu, upsa og kongafiski í…
Hjá fiskifari við loyvi sambært § 1, stk. 1 kann hjáveiða av toski, hýsu, upsa og kongafiski í mesta lagi vera 20% av vektini av veiðinøgdini tilsamans roknað fyri árið. Hendan avmarkingin í hjáveiðu er tó ikki galdandi fyri fiskiskap við gørnum á leiðum norðan fyri 62°39'N og vestan fyri 8°V. Stk. 2. Hjá fiskifari við loyvi sambært § 2, kann hjáveiða av toski, hýsu, upsa og kongafiski í mesta lagi vera 7% av vektini av veiðinøgdini tilsamans roknað fyri árið. Tó kann hjáveiðan av nevndu fiskasløgum einstakar túrar vera upp til 15% av vektini av veiðinøgdini tilsamans fyri túrin. Reiðskapur
§ 4 Fyri fiskifør við loyvi sambært § 1, stk. 1 galda hesar treytir fyri reiðskapin
Fyri fiskifør við loyvi sambært § 1, stk. 1 galda hesar treytir fyri reiðskapin: 1) Tað er ikki loyvt at seta ella hava standandi fleiri enn 1400 gørn í sjónum, sum eru 27,5 m til longdar, ella um onnur garnalongd verður nýtt, so má tað samlaða garnastrekkið ikki fara upp um samsvarandi longd. 2) Einki skip má nýta havtaskugørn, har meskarnir í nøkrum parti av garninum fara niður um 280 mm, og 3) einki skip má nýta svartkalvagørn, har meskarnir í nøkrum parti av garninum fara niður um 200 mm. Stk. 2. Fyri fiskifør við loyvi sambært § 2 galda hesar treytir fyri reiðskapin: Tað er ikki loyvt at seta ella hava standandi fleiri enn 900 gørn í sjónum, sum eru 27,5 m til longdar ella, um onnur garnalongd verður nýtt, so má tað samlaða garnastrekkið ikki fara upp um samsvarandi longd. Loyvt er ikki at nýta havtaskugørn, har meskarnir í nøkrum parti av garninum fara niður um 300mm. Stk. 3. Meskavíddin skal vera soleiðis, at tá ið meskin verður strektur á vátum neti diagonalt eftir longdini, skal flatt mátitól 2 mm tjúkt við tí ásetta mátinum lættliga ganga ígjøgnum meskarnar í netinum, sbr. kunngerð nr. 24 frá 13. apríl 1989 um starvsreglugerð fyri vaktartænastuna á landleiðini viðvíkjandi meskamáting, sum broytt við kunngerð nr. 149 frá 14. juli 1993. Stk. 4. Endaboyur skulu vera merktar við skipanummari við skilligum stavum og tølum. Harumframt skal hvør trossi vera merktur við nummari, sum skal førast í dagbókina við tilskilan um, nær sett er. Aðrar ásetingar
§ 5 Treyt fyri at reka fiskiskap eftir hesi kunngerð er, at fiskifarið hevur fiskiloyvi til hesa…
Treyt fyri at reka fiskiskap eftir hesi kunngerð er, at fiskifarið hevur fiskiloyvi til hesa veiði, og at fiskifarið fylgir teimum reglum, ið galda fyri veiði eftir botnfiski á landleiðunum.
§ 6 Tað er ikki loyvt at vera á svartkalvaveiði og havtaskuveiði sama túr. Loyvt er at leggja um frá…
Tað er ikki loyvt at vera á svartkalvaveiði og havtaskuveiði sama túr. Loyvt er at leggja um frá svartkalvaveiði til havtaskuveiði ella øvugt innan fyri tvær vikur tvær ferðir um árið. Øll skip við loyvi sambært § 1, stk. 1 skulu boða Fiskiveiðieftirlitinum frá, tá tey leggja um, og tá tey byrja, eins og tey skulu boða frá 12 tímar áðrenn tey gevast við fiskiskapinum.
§ 7 Fiskifør við loyvi sambært hesi kunngerð skulu, beinanvegin sett er fyrstu ferð á túrinum, boða…
Fiskifør við loyvi sambært hesi kunngerð skulu, beinanvegin sett er fyrstu ferð á túrinum, boða Fiskiveiðieftirlitinum frá, hvar gørnini standa við upplýsingum um knøttstøðu og dýpi á fyrra enda og seinna enda á hvørjum trossa sær. Verður trossi fluttur meira enn sjey fjórðingar á sama túri, skal boðast frá hesum. Stk. 2. Tá túrur endar, og gørnini standa úti, skal boðast frá, hvar gørnini standa, og hvar ætlanin er at avreiða.
§ 8 Tá fiskifør við loyvi sambært hesi kunngerð fara inn at avreiða, og gørnini standa úti, skulu…
Tá fiskifør við loyvi sambært hesi kunngerð fara inn at avreiða, og gørnini standa úti, skulu ikki ganga meiri enn 72 tímar, til skipið aftur er á fiskileið og fer at draga. Stk. 2. Fiskiveiðieftirlitið kann í serligum førum veita undantak viðvíkjandi tíðarfreistini.
§ 9 Um fiskifar missir garn, hevur skiparin skyldu at gera sítt besta til at bjarga ella dreggja…
Um fiskifar missir garn, hevur skiparin skyldu at gera sítt besta til at bjarga ella dreggja garnið, og at geva Fiskiveiðieftirlitinum fráboðan um staðfestingina, har garnið er mist. Skiparin hevur skyldu at boða Fiskiveiðieftirlitinum frá, um tað hevur eydnast at bjarga garninum.
§ 10 Brot móti ásetingunum í hesi kunngerð verður revsað eftir § 40, stk. 1 í lógini um vinnuligan…
Brot móti ásetingunum í hesi kunngerð verður revsað eftir § 40, stk. 1 í lógini um vinnuligan fiskiskap.
§ 11 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð…
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 62 frá 17. september 2004 um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðunum. Fiskimálaráðið, 4. mai 2010 Jacob Vestergaard (sign.) landsstýrismaður / Rógvi Reinert (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.