Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

13. juni 2022 Nr. 102

Kunngerð um broyting í kunngerð um gjaldfreist í samband við kærur um skattseting

(Broyttur inngangur og annar kærumyndugleiki)

§ 1 Í kunngerð nr. 51 frá 24. apríl 1998 um gjaldfreist í samband við kærur um skattseting verða…

Í kunngerð nr. 51 frá 24. apríl 1998 um gjaldfreist í samband við kærur um skattseting verða gjørdar hesar broytingar: 1. Inngangurin verður orðaður soleiðis: “Við heimild í § 138, stk. 2 og § 157 a í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 30. desember 1997 og løgtingslóg nr. 47 frá 10. mai 2013, verður ásett:” 2. § 1 verður orðað soleiðis: “§ 1. Skattgjaldari, sum hevur kært skattseting sambært skattalógini ella lagt skattsetingina fyri dómsvaldið, kann skrivliga søkja um at fáa longt gjaldfreistina av tí álíknaða skattakravinum og møguligum morarentum av hesum kravi.” 3. § 5 verður orðað soleiðis. “§ 5. TAKS tekur støðu til umsóknir um at fáa longt gjaldfreistina av skattakrøvum sambært hesi kunngerð. Avgerðir hjá TAKS kunnu kærast til landsstýrismannin innan 4 vikur eftir, at skattgjaldarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.”

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fíggjarmálaráðið, 13. juni 2022 Uni Rasmussen (sign.) landsstýrismaður / Bjarni Askham Bjarnason (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙