Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

24. apríl 1998 Nr. 51

Kunngerð um gjaldfreist í samband við kærur um skattseting, sum broytt við kunngerð nr. 102 frá 13. juni 2022

1) Við heimild í § 138, stk. 2 og § 157 a í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 30. desember 1997 og løgtingslóg nr. 47 frá 10. mai 2013, verður ásett:

§ 1 1) Skattgjaldari, sum hevur kært skattseting sambært skattalógini ella lagt skattsetingina fyri…

1) Skattgjaldari, sum hevur kært skattseting sambært skattalógini ella lagt skattsetingina fyri dómsvaldið, kann skrivliga søkja um at fáa longt gjaldfreistina av tí álíknaða skattakravinum og møguligum morarentum av hesum kravi.

§ 2 Skattakravið eftir § 1 fevnir einans um skyldugan skatt, sum er álíknaður, tá endaliga…

Skattakravið eftir § 1 fevnir einans um skyldugan skatt, sum er álíknaður, tá endaliga ársuppgerðin er gjørd, og sum ikki er goldin, tá søkt verður, og sum hevur samband við hækkingina, sum kært verður um og møguligar morarentur. Stk. 2. Gjaldfreistin kann einans longjast fyri skattakrøv, sum verða kravd inn serstakt. Írestandi skattur sambært § 78, stk. 1 í skattalógni, sum verður mótroknaður eftir § 77 í skattalógini, er sostatt ikki fevndur av skattakravinum eftir § 1.

§ 3 Skattakrøv, sum fáa longda gjaldfreist, skulu renturoknast sambært vanligu reglunum í…

Skattakrøv, sum fáa longda gjaldfreist, skulu renturoknast sambært vanligu reglunum í skattalóggávuni. Játtanin um gjaldfreist kann verða treytað av, at skattgjaldarin veitir peningatrygd fyri skattakravinum. Játtanin um gjaldfreist verður givin fyri í mesta lagi 4 ár, men kann verða longd við nýggjari umsókn.

§ 4 Avlopsskattur sambært § 79 og útgjøld sambært § 75 í skattalógini og afturgjald av mvg kunnu…

Avlopsskattur sambært § 79 og útgjøld sambært § 75 í skattalógini og afturgjald av mvg kunnu verða mótroknað í skattakravinum, sum hevur fingið longt gjaldfreistina, um so er, at fyrivarni er tikið um hetta, tá longda gjaldfreistin varð játtað.

§ 5 1) TAKS tekur støðu til umsóknir um at fáa longt gjaldfreistina av skattakrøvum sambært hesi…

1) TAKS tekur støðu til umsóknir um at fáa longt gjaldfreistina av skattakrøvum sambært hesi kunngerð. Avgerðir hjá TAKS kunnu kærast til landsstýrismannin innan 4 vikur eftir, at skattgjaldarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.

§ 6 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. 1) Broytt við kunngerð nr. 102 frá 13. juni 2022.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
gjaldfreist í sambandi við kærur um skattseting · innanhýsis
Galdandi · 26. august 2024
Broytingar
broyting í kunngerð um gjaldfreist í samband við kærur um skattseting · innanhýsis
Áður galdandi · 13. juni 2022

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙