Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

19. juli 2018 Nr. 102

Kunngerð um prístalsjavning av lestrarstuðli

Við heimild í § 19, stk. 2 í løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul, sum broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 25. mai 2009 verður ásett:

§ 1 Prosentvísa broytingin í miðalprístalium fyri undanfarna ár (2017) í mun til miðalprístalið fyri…

Prosentvísa broytingin í miðalprístalium fyri undanfarna ár (2017) í mun til miðalprístalið fyri árið frammanundan (2016) er 1,1%.

§ 2 Studningurin til teirra, ið taka hægri lestur ella førleikagevandi útbúgving er kr. 4.362…

Studningurin til teirra, ið taka hægri lestur ella førleikagevandi útbúgving er kr. 4.362 mánaðarliga, sbr. § 7, stk. 2 í løgtingslógini. Stk. 2. Studningurin til teirra, ið lesa á miðnámi ella í fólkaskúla er kr. 3.857 mánaðarliga, um tann lesandi er forsyrgjari ella kann skjalprógva útreiðslur av egnum bústaði, sbr. § 7, stk. 2 í løgtingslógini. Stk. 3. Studningurin til teirra, ið ikki eru fevnd av stk. 2 ella 3, og annars lúka treytirnar fyri at fáa lestrarstuðul, er kr. 1.858 mánaðarliga, sbr. § 7, stk. 4 í løgtingslógini.

§ 3 Lestrarlán sbrt. § 8 í løgtingslógini kann í mesta lagi vera kr. 2.446 um mánaðin

Lestrarlán sbrt. § 8 í løgtingslógini kann í mesta lagi vera kr. 2.446 um mánaðin.

§ 4 Bókastudningur sbrt. § 10 í løgtingslógini er kr. 3.682

Bókastudningur sbrt. § 10 í løgtingslógini er kr. 3.682.

§ 5 Vistarhaldsstudningur sbrt. § 11 í løgtingslógini er kr. 2.572

Vistarhaldsstudningur sbrt. § 11 í løgtingslógini er kr. 2.572.

§ 6 Barnastudningurin sbrt. § 12, stk. 2 í løgtingslógini er mánaðarliga kr. 1.011 fyri hvørt barnið…

Barnastudningurin sbrt. § 12, stk. 2 í løgtingslógini er mánaðarliga kr. 1.011 fyri hvørt barnið undir 18 ár. Stk. 2. Studningurin til einsamallar uppihaldarar sbrt. § 12 stk. 4 í løgtinglógini er kr. 1.549 um mánaðin.

§ 7 Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2018

Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2018. Mentamálaráðið, 19. juli 2018 Rigmor Dam (sign.) landsstýrismaður / Hjalmar Hansen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
prístalsjavning av lestrarstuðli · innanhýsis
Søgulig · 2. juli 2019

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙