Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

2. juli 2019 Nr. 94

Kunngerð um prístalsjavning av lestrarstuðli

Við heimild í § 19, stk. 2 í løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul, sum broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 25. mai 2009 verður ásett:

§ 1 Prosentvísa broytingin í miðalprístalinum fyri undanfarna ár 2018 í mun til miðalprístalið fyri…

Prosentvísa broytingin í miðalprístalinum fyri undanfarna ár 2018 í mun til miðalprístalið fyri árið frammanundan 2017 er 1,2%.

§ 2 Studningurin til teirra, ið taka hægri lestur ella førleikagevandi útbúgving er kr. 4.414…

Studningurin til teirra, ið taka hægri lestur ella førleikagevandi útbúgving er kr. 4.414 mánaðarliga, sbr. § 7, stk. 2 í løgtingslógini. Stk. 2. Studningurin til teirra, ið lesa á miðnámi ella í fólkaskúla er kr. 3.903 mánaðarliga, um tann lesandi er forsyrgjari ella kann skjalprógva útreiðslur av egnum bústaði, sbr. § 7, stk. 3 í løgtingslógini. Stk. 3. Studningurin til teirra, ið ikki eru fevnd av § 7, stk. 2 ella 3 í løgtingslógini, og annars lúka treytirnar fyri at fáa lestrarstuðul, er kr. 1.880 mánaðarliga, sbr. § 7, stk. 4 í løgtingslógini.

§ 3 Lestrarlán sbrt. § 8 í løgtingslógini kann í mesta lagi vera kr. 2.475 um mánaðin

Lestrarlán sbrt. § 8 í løgtingslógini kann í mesta lagi vera kr. 2.475 um mánaðin.

§ 4 Bókastudningur sbrt. § 10 í løgtingslógini er kr. 3.726

Bókastudningur sbrt. § 10 í løgtingslógini er kr. 3.726.

§ 5 Vistarhaldsstudningur sbrt. § 11 í løgtingslógini er kr. 2.603

Vistarhaldsstudningur sbrt. § 11 í løgtingslógini er kr. 2.603.

§ 6 Barnastudningurin sbrt. § 12, stk. 2 í løgtingslógini er mánaðarliga kr. 1.023 fyri hvørt barnið…

Barnastudningurin sbrt. § 12, stk. 2 í løgtingslógini er mánaðarliga kr. 1.023 fyri hvørt barnið undir 18 ár. Stk. 2. Studningurin til einsamallar uppihaldarar sbrt. § 12, stk. 4 í løgtinglógini er kr. 1.568 um mánaðin.

§ 7 Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2019, samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 102 frá 19.…

Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2019, samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 102 frá 19. juli 2018 um prístalsjavning av lestrarstuðli. Mentamálaráðið, 2. juli 2019 Hanna Jensen (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
prístalsjavning av lestrarstuðli · innanhýsis
Áður galdandi · 19. juli 2018

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙