Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

9. juli 2019 Nr. 102

Kunngerð um manningarásetan á førum minni enn 20 bruttotons í strandarsigling, sum sigla við upp í 12 ferðafólkum

Við heimild í § 4, stk. 3, § 10, stk. 1 og § 24, stk. 3 í løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum, sum broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011, og í samráð við umboð fyri reiðara- og sjómannafeløgini, verður ásett:

Øki

§ 1 Kunngerðin er galdandi fyri sigling, sum er liður í vinnuligum virksemi, við upp í 12 ferðafólkum…

Kunngerðin er galdandi fyri sigling, sum er liður í vinnuligum virksemi, við upp í 12 ferðafólkum í strandarsigling við vinnuførum og fiskiførum, træskipum og skipum, sum verða drivin uttan maskinorku, og sum eru minni enn 20 bruttotons til støddar. Før við dimensiónstali upp á 20 ella meira

§ 2 Á førum, sum hava dimensiónstal upp á 20 ella meira, skal manningin telja minst tveir persónar

Á førum, sum hava dimensiónstal upp á 20 ella meira, skal manningin telja minst tveir persónar. Stk. 2. Tá ið manning og ferðafólk kunnu fáa neyðuga hjálp frá samsiglandi fari, er bara førari, sbrt. § 3, kravdur. Stk. 3. Manningin skal vera myndug og ikki undir verjumáli eftir § 5 ella undir samverjumáli eftir § 7 í anordning om ikraftræden for Færøerne af værgemålsloven.

§ 3 Førarin á einum fari skal hava hesi prógv

Førarin á einum fari skal hava hesi prógv: 1) dugnaskaparroynd í sigling, 2) galdandi heilsuprógv fyri sjófólk uttan avmarkingar, 3) galdandi trygdarskeið fyri sjófólk, sbrt. STCW kap. A-VI/1, grein 2 um Basic Training, undantikið evnini í grein 2, nr. 1-2 og 1-4, og 4) galdandi prógv sum radiopassari innan GMDSS, samsvarandi radioútgerðini umborð.

§ 4 Persónur, ið ikki er førari, skal hava

Persónur, ið ikki er førari, skal hava: 1) galdandi heilsuprógv fyri sjófólk uttan avmarkingar, 2) galdandi trygdarskeið fyri sjófólk, sbrt. STCW kap. A-VI/1, grein 2 um Basic Training, undantikið evnini í grein 2, nr. 1-2 og nr. 1-4, 3) upplæring í at nýta bjargingar- og eldsløkkingarútgerðina umborð, og 4) upplæring í at handfara farið.

§ 5 Er framtøkumegin á farinum 100 kW ella meira, men undir 750 kW, skal ein persónur, sum hevur…

Er framtøkumegin á farinum 100 kW ella meira, men undir 750 kW, skal ein persónur, sum hevur dugnaskaparroynd í motorpassing, vera umborð. Tann persónurin kann vera ein av persónunum, nevndur í § 2, stk. 1. Stk. 2. Á førum, ið nýta páhangara, er ikki krav um dugnaskaparroynd í motorpassing. Persónurin skal tó kunna skjalprógva hóskandi upplæring frá skikkaðum persóni í at handfara motorin. Stk. 3. Er framtøkumegin á farinum meira enn 749 kW, verður manningin ásett sambært løgtingslógini. Før við dimensiónstali undir 20

§ 6 Á førum við dimensiónstali undir 20, skal manningin telja í minsta lagi ein persón

Á førum við dimensiónstali undir 20, skal manningin telja í minsta lagi ein persón. Stk. 2. Tá ið siglt verður sum bólkur við førum í samsigling, kann persónurin, sbrt. stk. 1, vera at meta sum manningin fyri samlaða bólkin av førum. Stk. 3. Manningin skal vera myndug og ikki undir verjumáli eftir § 5 ella samverjumáli eftir § 7 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af værgemålsloven.

§ 7 Førarin á einum fari ella bólki í samsigling skal hava kunnleika til

Førarin á einum fari ella bólki í samsigling skal hava kunnleika til: 1) altjóða sjóreglur, 2) at navigera í viðkomandi siglingarøki, 3) at fyribyrgja eldsbruna og at nýta sløkkingarútgerð, undir hesum at hava útint praktiska venjing, 4) stabilitetin á farinum, 5) trygd á sjónum, 6) havumhvørvisvernd, og 7) motorar á smærri førum. Stk. 2. Umframt krøvini í stk. 1 skal førarin hava: 1) galdandi prógv sum radiopassari innan GMDSS, samsvarandi radioútgerðini umborð, og 2) galdandi fyrstuhjálparskeið sbrt. STCW kap. A-VI/1, grein 2 nr. 1-3 ella samsvarandi.

§ 8 Manning á einum fari, sum er umborð afturat førara, skal vera upplærd í at nýta bjargingarútgerð…

Manning á einum fari, sum er umborð afturat førara, skal vera upplærd í at nýta bjargingarútgerð og sløkkingarútgerð umborð og í at handfara farið.

§ 9 Er framtøkumegin á farinum 100 kW ella meira, men undir 750 kW, skal manningin lúka krøvini í §§ 2-5

Er framtøkumegin á farinum 100 kW ella meira, men undir 750 kW, skal manningin lúka krøvini í §§ 2-5. Krav um skjalprógv

§ 10 Manningin á førum, fevnd av hesi kunngerð, skal hava skjalprógv fyri at lúka tey í §§ 3-5 ásettu…

Manningin á førum, fevnd av hesi kunngerð, skal hava skjalprógv fyri at lúka tey í §§ 3-5 ásettu krøv við sær, tá ið siglt verður. Revsing

§ 11 Brot á §§ 2-10 verður revsað við sekt

Brot á §§ 2-10 verður revsað við sekt. Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í 5. kapitli í revsilógini. Gildiskoma

§ 13 Henda kunngerð kemur í gildi 15. juli 2019, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 69 frá 23.…

Henda kunngerð kemur í gildi 15. juli 2019, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 69 frá 23. juni 2008 um manningarásetan á førum minni enn 20 bruttotons í strandarsigling, sum sigla við upp til 12 ferðafólkum. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 9. juli 2019 Poul Michelsen (sign.) landsstýrismaður / Herálvur Joensen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙