Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
23. juni 2008 Nr. 69
Kunngerð um manningarásetan á førum minni enn 20 bruttotons í strandarsigling, sum sigla við upp til 12 ferðafólkum
Við heimild í § 4, stk. 3, § 10, stk. 2 og § 24, stk. 2 í løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum verður ásett:
§ 1 Á førum minni enn 20 bruttotons í strandarsigling, sum verða nýtt til vinnuliga…
Á førum minni enn 20 bruttotons í strandarsigling, sum verða nýtt til vinnuliga ferðamannasigling, og sum sigla við fleiri enn 5, men ikki fleiri enn 12 ferðafólkum, skal manningin telja minst tveir persónar. Stk. 2. Á førum minni enn 20 bruttotons í strandarsigling, sum verða nýtt til vinnuliga ferðamannasigling, og sum sigla við upp til 5 ferðafólkum, er bert tann í § 2, stk. 1 nevndi persónur kravdur, sbr. § 4.
§ 2 Skiparin á einum fari sbrt. § 1 skal hava
Skiparin á einum fari sbrt. § 1 skal hava 1) Dugnaskaparroynd í sigling, 2) góðkent trygdarskeið fyri sjófólk og 3) fullgilt heilsuprógv fyri sjófólk. Stk. 2. Hin persónurin, sbrt. § 1, stk. 1, skal 1) vera myndugur, 2) hava fullgilt heilsuprógv fyri sjófólk, 3) góðkendt trygdarskeið fyri sjófólk og 4) hava fingið upplæring í handfaring av farinum.
§ 3 Verður farið bert nýtt í áum og á vøtnum, er tann í § 2, stk. 2 nevndi persónur ikki kravdur
Verður farið bert nýtt í áum og á vøtnum, er tann í § 2, stk. 2 nevndi persónur ikki kravdur.
§ 4 Er framtøkumegin á farinum 100 kW ella meira, men undir 749 kW, skal ein persónur, sum hevur…
Er framtøkumegin á farinum 100 kW ella meira, men undir 749 kW, skal ein persónur, sum hevur dugnaskaparroynd í motorpassing vera umborð. Tann persónurin kann vera annar av persónunum nevndur í § 2. Er framtøkumegin á farinum meira enn 749 kW, verður manningin ásett sambært manningarlógini.
§ 5 Brot á §§ 1, 2 og 4 verður sektað við bót
Brot á §§ 1, 2 og 4 verður sektað við bót. Stk. 2. Feløg v.m. (løgfrøðiligir persónar) kunnu koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
§ 6 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Til 1. mai 2009 kunnu persónar, sum ikki lúka treytirnar í § 2, stk. 1 og § 4 um dugnaskaparroynd, men sum kunnu skjalprógva at hava ført ella ansað motori á førum nevnd í § 1 í minsta lagi í 1 ár tey seinastu 5 árini, halda áfram í hesi tænastu. Fiski- og tilfeingismálaráðið, 23. juni 2008 Tórbjørn Jacobsen (sign.) landsstýrismaður / Rógvi Reinert (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.