Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
14. februar 2017 Nr. 10
Kunngerð um broyting í kunngerð um kommunala barna- og ungdómstannrøkt
(Broytt aldursmark)
§ 1 Í kunngerð nr. 53 frá 24. apríl 1998 um kommunala barna- og ungdómstannrøkt, verða gjørdar hesar…
Í kunngerð nr. 53 frá 24. apríl 1998 um kommunala barna- og ungdómstannrøkt, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Inngangurin verður orðaður soleiðis: “Við heimild í § 2, stk. 2, § 3, stk. 2 og § 4 í løgtingslóg nr. 23 frá 6. mars 1998 um barna- og ungdómstannrøkt, sum broytt við løgtingslóg nr. 39 frá 6. mai 2014, verður ásett:” 2. Í § 1, stk. 1, § 2, 1. pkt. og § 3, stk. 1 verður “16 ár” broytt til: “18 ár”. 3. § 1, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Børn og ung undir 18 ár hava rætt til tilboð um ókeypis fyribyrgjandi og viðgerandi tannrøkt eftir tørvi, tó minst eina ferð um árið.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Heilsu- og innlendismálaráðið, 14. februar 2017 Sirið Stenberg (sign.) landsstýrismaður / Turid Arge (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.