Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
24. apríl 1998 Nr. 53
Kunngerð um kommunala barna- og ungdómstannrøkt, sum broytt við kunngerð nr. 10 frá 14. februar 2017
Við heimild í § 2, stk. 2, § 3, stk. 2 og § 4 í løgtingslóg nr. 23 frá 6. mars 1998 um barna- og ungdómstannrøkt, sum broytt við løgtingslóg nr. 39 frá 6. mai 2014, verður ásett:
§ 1 1) Tann ókeypis fyribyrgjandi og viðgerandi tannrøktin umfatar øll børn og ung undir 18 ár, sum…
1) Tann ókeypis fyribyrgjandi og viðgerandi tannrøktin umfatar øll børn og ung undir 18 ár, sum eru melda til í fólkayvirlitinum í kommununi. Stk. 2. 1) Børn og ung undir 18 ár hava rætt til tilboð um ókeypis fyribyrgjandi og viðgerandi tannrøkt eftir tørvi, tó minst eina ferð um árið.
§ 2 1) Børn og ung undir 18 ár, sum búgva á døgnstovnum umfatað av § 32 í lóg fyri Føroyar “om…
1) Børn og ung undir 18 ár, sum búgva á døgnstovnum umfatað av § 32 í lóg fyri Føroyar “om offentlig forsorg”, eru umfataði av tannrøktarskipanini í tí kommununi, har stovnurin liggur, um stovnurin ikki sjálvur hevur eina tannlæknastovu. Heimstaðarkommunan afturrindar kostnaðin svarandi til tann til eina og hvørja tíð galdandi eindarprís í tí viðgerðandi kommunalu tannrøktini.
§ 3 1) Í teimum førum, har tað er mest hóskandi, at tilboð verða givin børnum og ungum undir 18 ár um…
1) Í teimum førum, har tað er mest hóskandi, at tilboð verða givin børnum og ungum undir 18 ár um fyribyrgjandi og viðgerandi tannrøkt uttan fyri bústaðarkommununa (fólkayvirlitskommununa), kann ein onnur kommuna eftir avtalu veita ta av lógini umfataðu tannrøktina og frá bústaðarkommununi krevja endurgjald fyri tær hervið bundnu útreiðslur. Stk. 2. Um so er, at avtala verður gjørd ímillum 2 kommunur sambært stk. 1, kann krav ikki setast um at fáa ta eftir avtaluni umfataðu ókeypis fyribyrgjandi og viðgerandi tannrøktina í bústaðarkommununi.
§ 4 Tann kommunala barna- og ungdómstannrøktin skal umfata
Tann kommunala barna- og ungdómstannrøktin skal umfata: 1) Vanlig fyribyrgjandi tiltøk, herundir upplýsningsvirksemi v.m. 2) Regluligar kanningar viðvíkjandi menning og heilsustøðuni í tann-, munn- og kjálkaøkinum. 3) Einstøk fyribyrgjandi tiltøk, herundir upplýsing av tí einkulta og foreldrum, og leiðbeining í tannrøkt fyri tann einkulta. 4) Viðgerð av sjúkum í tann-, munn- og kjálkaøkinum og tannjavning í samsvar við danskar reglur fyri ortodontivisitatión og ortodontiindikatión. Stk. 2. Serligar viðgerðaruppgávur kunnu eftir nærri av landsstýrismanninum ásettum reglum verða undantiknar kommunalu tannrøktarskylduni. Stk. 3. Reglur viðvíkjandi vavinum av og krøvum til barna- og ungdómstannrøkt eru tær somu, um tannrøktin verður veitt á almennari ella privatari tannlæknastovu.
§ 5 Kommunustýrið gevur tilboð um barna- og ungdómstannrøkt á almennum tannlæknastovum
Kommunustýrið gevur tilboð um barna- og ungdómstannrøkt á almennum tannlæknastovum. Stk. 2. Landsstýrismaðurin í heilsumálum kann góðkenna, at kommunala tannrøktartilboðið verður givið hjá privat starvandi tannlæknum, sum kommunustýrið ger sáttmála við. Góðkenningin er m.a. treytað av, um kommunustýrið kann prógva ella gera sannlíkt, at skipanin ikki gerst dýrari í rakstri enn tannrøktin á almennum tannlæknastovum og samstundis er eins vælvirkandi og tryggjandi og tannrøktin á almennum tannlæknastovum. Harumframt kann landsstýrismaðurin í hvørjum einstøkum føri meta, um tað, sæð í mun til samlaðu kommunalu tannrøktarskipaninar í landinum, er mest hóskandi fyri eina kommunu, at kommunala tannrøktin verður skipað á almennari- ella privatari tannlæknastovu.
§ 6 Luttøka í kommunalu tannrøktini er sjálvboðin. Útliman verður gjørd skrivliga av…
Luttøka í kommunalu tannrøktini er sjálvboðin. Útliman verður gjørd skrivliga av foreldramyndugleikanum til leiðaran av barna- og ungdómstannrøktini. Stk. 2. Útlimanin umfatar tað samlaða tannrøktartilboðið.
§ 7 Kommunustýrið setur leiðara, tannlæknar og hjálparstarvsfólk á teimum almennu tannlæknastovunum
Kommunustýrið setur leiðara, tannlæknar og hjálparstarvsfólk á teimum almennu tannlæknastovunum.
§ 8 Í kommunum við almennum tannlæknastovum verður settur ein leiðari, sum er tannlækni og sum hevur…
Í kommunum við almennum tannlæknastovum verður settur ein leiðari, sum er tannlækni og sum hevur ta dagligu ábyrgdina fyri kommunalu tannrøktini. Stk. 2. Áðrenn kommunustýrið setur ein leiðara í kommunalu tannrøktini, kann landslæknin geva ummæli av, hvør umsøkjari er fakliga best egnaður til starvið sum leiðari. Í hesum førum sendir kommunustýrið allar umsøknirnar til landslæknan til ummælis.
§ 9 Landsstýrismaðurin skal tryggja eina samskipan av almennu og privatu tannrøktini, soleiðis at tað…
Landsstýrismaðurin skal tryggja eina samskipan av almennu og privatu tannrøktini, soleiðis at tað m.a. verða gjørdar vælvirkandi skipanir ímillum barna- og ungdómstannrøktina og vaksnamannatannrøktina.
§ 10 Landsstýrismaðurin í heilsumálum ásetur leiðbeinandi reglur viðvíkjandi vavinum av og krøvum til…
Landsstýrismaðurin í heilsumálum ásetur leiðbeinandi reglur viðvíkjandi vavinum av og krøvum til kommunalu tannrøktina.
§ 11 Henda kunngerð fevnir eisini um kommunalar tannrøktarskipanir, sum umfata fleiri kommunur
Henda kunngerð fevnir eisini um kommunalar tannrøktarskipanir, sum umfata fleiri kommunur.
§ 12 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd. Almanna- og heilsumálastýrið, 24. apríl 1998 Óli Jacobsen (sign.) landsstýrismaður / Høgni Joensen (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 10 frá 14. februar 2017.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.