Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

18. november 2008 Nr. 98

Kunngerð um gjøld til Skráseting Føroya fyri vinnurekandi virki

Við heimild í §16, stk. 5 í fyriskipan nr. 1114 frá frá 20. september 2007 um ígildissetan fyri Føroyar av lóg um ávís vinnurekandi virki, hevur landsstýrið fyrisett:

Gjøld fyri fráboðan

§ 1 Fyri fráboðan av nýggjum vinnurekandi virkjum verða goldnar 800 kr

Fyri fráboðan av nýggjum vinnurekandi virkjum verða goldnar 800 kr.

§ 2 Fyri fráboðan av einari ella fleiri broytingum viðvíkjandi viðurskiftum, ið longu eru skrásett,…

Fyri fráboðan av einari ella fleiri broytingum viðvíkjandi viðurskiftum, ið longu eru skrásett, verða goldnar 300 kr. fyri hvørja fráboðan sær. Stk. 2. Viðvíkur broytingarfráboðanin uppafturtøku av rakstrinum hjá einum vinnurekandi virki, verða goldnar 5.000 kr. fyri hvørja fráboðan sær í teimum førum, har Skráseting Føroya hevur heitt á skiftirættin um at avtaka felagið, sambært § 21 í fyriskipan nr. 1114 frá frá 20. september 2007 um ígildissetan fyri Føroyar av lóg um ávís vinnurekandi virki.

§ 3 Ásetingarnar í § 1 og § 2 eru somuleiðis galdandi fyri deildir í útlendskum virkjum við…

Ásetingarnar í § 1 og § 2 eru somuleiðis galdandi fyri deildir í útlendskum virkjum við avmarkaðari ábyrgd.

§ 4 Gjaldið sambært §§ 1 – 3 skal gjaldast saman við fráboðanini

Gjaldið sambært §§ 1 – 3 skal gjaldast saman við fráboðanini. Fráboðanin verður ikki viðgjørd, fyrr enn gjaldið er goldið. Ígildissetanarreglur

§ 5 Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnumálaráðið, 18. november 2008 Johan Dahl (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
gjøld Skráseting Føroya fyri vinnurekandi virki · innanhýsis
Áður galdandi · 18. juni 2009

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙