Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
18. juni 2009 Nr. 89
Kunngerð um gjøld Skráseting Føroya fyri vinnurekandi virki
Við heimild í §16, stk. 5 í fyriskipan nr. 1114 frá frá 20. september 2007 um ígildissetan fyri Føroyar av lóg um ávís vinnurekandi virki, hevur landsstýrið fyrisett:
Gjøld fyri fráboðan
§ 1 Fyri fráboðan av nýggjum vinnurekandi virkjum verða goldnar 1600 kr
Fyri fráboðan av nýggjum vinnurekandi virkjum verða goldnar 1600 kr.
§ 2 Fyri fráboðan av eini ella fleiri broytingum viðvíkjandi viðurskiftum, ið longu eru skrásett,…
Fyri fráboðan av eini ella fleiri broytingum viðvíkjandi viðurskiftum, ið longu eru skrásett, verða goldnar 300 kr. fyri hvørja fráboðan sær. Stk. 2. Viðvíkur broytingarfráboðanin uppafturtøku av rakstrinum hjá einum vinnurekandi virki, verða goldnar 5.000 kr. fyri hvørja fráboðan sær í teimum førum, har Skráseting Føroya hevur heitt á skiftirættin um at avtaka felagið sambært § 21 í fyriskipan nr. 1114 frá frá 20. september 2007 um ígildissetan fyri Føroyar av lóg um ávís vinnurekandi virki.
§ 3 Ásetingarnar í § 1 og § 2 eru somuleiðis galdandi fyri deildir í útlendskum virkjum við…
Ásetingarnar í § 1 og § 2 eru somuleiðis galdandi fyri deildir í útlendskum virkjum við avmarkaðari ábyrgd.
§ 4 Gjaldið sambært §§ 1–3 skal gjaldast saman við fráboðanini. Fráboðanin verður ikki viðgjørd, fyrr…
Gjaldið sambært §§ 1–3 skal gjaldast saman við fráboðanini. Fráboðanin verður ikki viðgjørd, fyrr enn gjaldið er goldið. Ígildissetanarreglur
§ 7 Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 98 frá 18. november 2008. Vinnumálaráðið, 18. juni 2009 Johan Dahl (sign.) landsstýrismaður / Maria Róin (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.