Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

12. juli 2011 Nr. 98

Kunngerð um kærunevnd at viðgera avgerðir yrkisnevndarinnar

Við heimild í § 23, stk. 5 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 17. mai 2011, verður ásett:

§ 1 Kærunevndin viðger og tekur støðu til kærur um avgerðir tiknar av yrkisnevndini

Kærunevndin viðger og tekur støðu til kærur um avgerðir tiknar av yrkisnevndini.

§ 2 Landsstýrismaðurin tilnevnir formannin, sum er fastur limur í nevndini. Formaðurin skal verða…

Landsstýrismaðurin tilnevnir formannin, sum er fastur limur í nevndini. Formaðurin skal verða løgfrøðingur og verða tilnevndur fyri eitt 4 ár skeið. Á sama hátt tilnevnir landsstýrismaðurin ein varalim fyri formannin. Stk. 2. Í seinasta lagi 4 vikur eftir, at kæra er móttikin, tilnevnir formaðurin eitt arbeiðsgevaraumboð og eitt løntakaraumboð í nevndina eftir tilmæli frá avvarðandi yrkisfeløgum.

§ 3 Kærufreistin er 4 vikur frá tí degi, kærarin fær skrivliga fráboðan um avgerð yrkisnevndarinnar

Kærufreistin er 4 vikur frá tí degi, kærarin fær skrivliga fráboðan um avgerð yrkisnevndarinnar.

§ 4 Formaðurin boðar nevndarlimunum til fundar. Nevndin er viðtøkufør, tá ið allir limirnir eru…

Formaðurin boðar nevndarlimunum til fundar. Nevndin er viðtøkufør, tá ið allir limirnir eru møttir. Avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta.

§ 5 Kærunevndin skal miða eftir at taka avgerð innan 4 vikur, eftir at allir tørvandi upplýsingar í…

Kærunevndin skal miða eftir at taka avgerð innan 4 vikur, eftir at allir tørvandi upplýsingar í málinum eru nevndini í hendi. Stk. 2. Kærarin skal hava skrivlig boð um avgerðina innan 8 dagar eftir, at hon er tikin. Stk. 3. Avgerð tikin av kærunevndini er endalig innan fyrisitingina.

§ 6 Landskassin rindar útreiðslurnar av virkseminum hjá kærunevndini

Landskassin rindar útreiðslurnar av virkseminum hjá kærunevndini.

§ 7 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir hon er kunngjørd. Stk. 2. Samstundis fer kunngerð nr. 87 frá 15. mai 2001 um kærunevnd í sambandi við góðkenning av virkjum sum lærupláss, sum broytt við kunngerð nr. 119 frá 24. august 2001 úr gildi. Mentamálaráðið, 12. juli 2011 Helena Dam á Neystabø (sign.) landsstýriskvinna / Leivur Harryson (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙