Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
15. mai 2001 Nr. 87
Kunngerð um kærunevnd í sambandi við góðkenning av virkjum sum lærupláss, sum broytt við kunngerð nr. 119 frá 24. august 2001
Við heimild í § 26, stk. 2, í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar við seinni broyting, verður ásett:
§ 1 Landsstýrismaðurin setir kærunevndir at viðgera kærur um samtyktir hjá yrkisnevndunum í sambandi…
Landsstýrismaðurin setir kærunevndir at viðgera kærur um samtyktir hjá yrkisnevndunum í sambandi við góðkenning av virkjum sum lærupláss.
§ 2 1) Í hvørja kærunevnd verða valdir 3 limir og ein varalimur fyri formannin
1) Í hvørja kærunevnd verða valdir 3 limir og ein varalimur fyri formannin. Stk. 2. 1) Landsstýrismaðurin velur ein formann, sum er fastur limur í øllum kærunevndunum. Formaðurin skal vera løgfrøðingur og verða valdur fyri eitt 4 ára skeið. Á sama hátt tilnevnir landsstýrismaðurin varalimin fyri formannin. Stk. 3. Í seinasta lagi 4 vikur eftir at kæra er móttikin, tilnevnir landsstýrismaðurin eftir tilmæli frá avvarðandi yrkisfelag, smb. § 10, stk. 4, í lógini, ein lim, sum umboðar arbeiðsgevaran og ein lim, sum umboðar løntakaran.
§ 3 Kærunevndin virkar sambært galdandi reglum í fyrisitingarlógini
Kærunevndin virkar sambært galdandi reglum í fyrisitingarlógini.
§ 4 Kærufreistin er 4 vikur frá tí degi, kærarin fekk skrivliga fráboðan um samtykt yrkisnevndarinnar
Kærufreistin er 4 vikur frá tí degi, kærarin fekk skrivliga fráboðan um samtykt yrkisnevndarinnar.
§ 5 Formaðurin boðar nevndarlimunum til fundar. Nevndin er viðtøkufør, tá allir limir eru møttir.…
Formaðurin boðar nevndarlimunum til fundar. Nevndin er viðtøkufør, tá allir limir eru møttir. Avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta.
§ 6 Kærunevndin skal miða eftir at taka avgerð innan 4 vikur, eftir at allir tørvandi upplýsingar í…
Kærunevndin skal miða eftir at taka avgerð innan 4 vikur, eftir at allir tørvandi upplýsingar í málinum eru nevndini í hendi. Stk. 2. Kærarin skal hava skrivlig boð um avgerðina innan 8 dagar eftir, at hon er tikin. Stk. 3. Kærunevndin tekur endaliga umsitingarliga avgerð.
§ 7 Landskassin rindar útreiðslurnar av virkseminum
Landskassin rindar útreiðslurnar av virkseminum.
§ 8 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. 1) Broytt við kunngerð nr. 119 frá 24. august 2002.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.